Skip to main content

KOKS til Kina!


Stórbæra bókin KOKS er í fýra førum við í kappingini um heimsins bestu kókibók. Tað siga bókaútgevararnir í tíðindaskrivi í dag. Upplýst verður, at føroyska bókin KOKS er komin í endaumfarið í kappingini um Gourmand Cookbook Awards 2014, ið fakfólk rópa Oscarvirðislønin fyri kóki- og matbøkur.

Í fýra deildum fer føroyska bókin at kappast móti 283 finalistum úr allari verðini. Bókin KOKS er komin í endaumfarið í hesum fýra kappingum: Heimsins besta kókibók, við høvuðsdenti á fotomyndir, Heimsins besta professionella kókibók, Heimsins besta bók fyri kokkar og Heimsins besta skandinaviska køksbók.

Vinnarar í tilsamans 56 kappingarbólkum verða kunngjørdur úr Beijing í Kina 19.-21. mai í 2014.

Fororðini í bókini KOKS skrivaði René Redzepi, høvundur er Bent Christensen, enska tekstin skrivaði Poul F. Guttensen og føroyska tekstin skrivaði Jonhard Mikkelsen. Myndamaður er Claes Bech-Poulsen, niðanfyri, og útgevari er Books for Cooks.


Bókin KOKS tekur støði í matlistini hjá Leif Sørensen, sum er leiðari á samnevndu matstovuni á Hotel Føroyum. Í dagsins tíðindaskrivi, sum er á enskum, verður sagt: "Woven around the pictorial narrative of Leif's dishes are texts on the island's contemporary cuisine, the seasons, local food and culinary tradition." Bókin KOKS fekk í ár donsku virðislønina “Årets Bedste Bogværk 2013”. Sum ein av fimm bestu matstovum í danska ríkinum, var matstovan KOKS við í kappingini "The Best restaurant in Denmark 2013", sum "Den Danske Spiseguide" skipar fyri á hvørjum ári. Myndirnar tók eg, tá bókin KOKS varð løgd fram á Hotel Føroyum í desember 2012.