Skip to main content

Posts

Borgaradrivið sjónvarp

Í kvøld havi eg fegnast so ovurhonds um sjónvarpið. Ilt er at siga akkurát hví ein fegnast um eina heila kvøldsending í sjónvarpinum frá sjey til tíggju, tí har vóru so nógvir tættir, medarbeiðarar og vinklingar. Men ein av afturvendandi tættunum vóru tey nógvu medborgaravendu innsløgini, sum øll høvdu við evnið at gera, Skotland í okkara føroysku eygum. Kvalifiserað fólk úr yngra endanum, serliga Oddur á Lakjuni, sum bæði í útvarpi og nú aftur í sjónvarpinum, hesuferð saman við Beintu Løwe, hugtók við lýsandi aktuellum perspektiveringum úr Skotlandi og sunnan fyri markið eisini, og so Ronnie Thomassen, ið saman við Óluvu Zachariassen smakkaði whisky frá fólkaatkvøðuárinum og spýtti útaftur, meðan tosað var um torv og skift var til Høgna, sum tosaði við Heina live úr Edinburgh. Og so Sissal, ið snakkaði um abortin, sum ikki fekst aftur undir beltið, um Skotland nú kastaði burtur. Og øll hini eisini. Undirhaldandi og borgaradrivið sjónvarp í einum og øllum, hóast eg gjarni vildi

Hross í oss millum bestu evropisku filmar

Íslendski filmurin Hross í oss (Benedikt Erlingsson 2013), sum Norðurlandahúsið vísir í kvøld kl 19:30, er millum 50 filmar, sum kappast um at verða besti evropiski filmur í ár. Tað boðar skrivstovan hjá European Film Awards frá í dag. Avgerðin fellir í Riga, sum er evropiskur mentabýur, 13. desember. Ein annar íslendskur filmur, Life in a Fishbowl (Baldvin Zophoníasson 2014) er eisini millum teir tilnevndu 50 filmarnar, sum eru úr 31 londum og sýna spennið í evropiskari filmsgerð beint nú. Umframt íslendska filmin Hross í oss , havi eg sæð danska Nymphomaniac (Lars von Trier 2013) í Grand í Keypmannahavn og svenska Vit eru bestar (Lukas Moodysson 2013) í filmsfelagnum Klipp í Norðurlandahúsinum. Millum filmarnar, eg vildi ynskt at sæð, eru pólski Ida (Pawel Pawlikowksi 2013) og bretski Mr. Turner  (Mike Leigh 2014) um málaran J.M.W. Turner, sum Havnar Bio fer at vísa í vetur. Komandi vikurnar fara fleiri enn 3.000 limir í European Film Academy at atkvøða í deildunum

Undir veingjabreiði sinnissjúkunnar

Triði biograffilmurin hjá Katrini Ottarsdóttir (f. 1957) er LUDO , sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Filmurin tekur støði í samnevndu yrkingini í virðislønta savinum Eru koparrør í himmiríki? (MS 2012). Nú gongur hann fyri almenninginum í Havnar Bio, har eg sá hann saman við starvsfeløgum í kvøld. Fjølmenta áskoðarafjøldin var eldri enn vanligt er til mainstream filmar, serliga legði eg til merkis tilkomnar konur við nýuppsettum hári. Sýningin gjørdist á henda hátt ein samantvunnin partur av heimligu søguni, har lúrast kundi um løriftið og inn í borgarligu tilveruna í ein góðan tíma, og sanna, at har rakk hvørki lukka, vinfólk ella heilsubøtandi øvrigheit. Sjálv hevur Katrin sagt í samrøðu við Marjuna Dalsgaard í Sosialinum , at tilfarið er tikið úr egnum lívi, og nú er eingin eftir at halda søguni aftur. Hetta djúpt persóliga upplegg, haldi meg minnast at Katrin hevur brúkt heitið høvuðsstól , sást longu í Bye Bye Blue Bird (1999) og serliga beint fram og eyg

Konan og havið

- Skalt tú síggja kópakonuna, so skalt tú út úr bilinum og heilt oman á Bakkan, annars sært tú einki, sigur bygdamaðurin turrisliga, meðan sigarettstubbin dandar upp og niður á vørrini. Eg havi preiað hann á vegnum og spurt um leiðina til kendastu standmynd í nýggjari tíð, Kópakonuna. - Tað er sum tá mikladalsmaðurin á trettandunátt sníkt seg inn á hana og stjól húðina. Hann sá hana ikki fyrr enn hann var niðri á Helluni, sigur veðurbardi maðurin og stingur hendurnar í lumman. Hann spýtir síðulens niðan í bøin, meðan glóðin hongur í niðara munnklovanum. Vit eru í Mikladali norðarlaga á Kalsoynni. Umframt Kópakonuna, sum mátar tveir metur og trýss, búgva seytjan konur og tólv menn í bygdini. Eg eri komin úr Klaksvík við Sam, ið siglir um Kalsoyarfjørð til Syðradals. Havi koyrt gjøgnum tríggjar tunlar, og nú er bara eina bygdin, Trøllanes, eftir. Hana eigi eg á, tá eg fari út á Kallin. Tí nú er tað kvinnan, Kópakonan, sum so nógvar søgur ganga um í Norðuratlantshavi. - Og satt

Sivert Høyem á Loppen

Fríggjakvøldið hevði karismatiski norðmaðurin við sjáldsama sterku og glitrandi djúpu røddini, Sivert Høyem, konsert á Loppen í Christiania. Hann er 38 ára gamal, vaks upp millum 93 fólk í bygdini Bøstrand, á markinum við Sortland í Norðurnoregi, og gjørdist í 1993 kendur í Madrugada, ið var fyrsti norski rokkbólkur, sum kenda bretska blaðið Mojo gjørdi samrøðu við. Tað var í mars í 2004. Altjóða pressan hevur skýrt tónleikin hjá Høyem dark, arctic rock.  Orkestrið hjá Sivert Høyem telur Pelle Ossler á gittar, Anders Hernestam frá svenska Joakim Thåstrom á trummur, Per Viberg úr Opeth á keyboards, Stian Westerhus á gittar og Christer Knutsen á piano og Hammond B3. Við egnum orkesturi er Sivert Høyem í dag millum fremstu nøvn á norska tónleikapallinum. Tekstirnir eru enskir og í 2010 skrivaði hann Prisoner of the Road til tey fleiri enn 43 mió flóttafólkini í øllum heiminum og spesifikt til felagsskapin Flyktningehjelpen , sum varð stovnaður í Noregi í 1946. Eg seti tey trý ø

MíttLand við Oyrarsund

Á øðrum sinni varð tónleikatiltakið MíttLand hildið á Femøren á Amager í Danmark, hesuferð við tveimum pallum, einum úti og einum inni, í tveir dagar. Gamaní er betri tamarhald á veðri, ljóði og pylsusølu, tá størsti pallurin er innandura í risatjaldi, men tá er uttandurakenslan, grøna grasið, sólsetrið og leyvið í trøðunum slept. Tó, í fjør var MittLand hildið seinni í september, og tað bleiv rættuliga kalt í myrka skugganum, tá sólin setti, meðan Oyrarsund hómaðist í baksýni. Tað bilti so ikki í ár. Og enn var grøna grasið og Volkswagen-pylsuvognarnir ikki langt frá tjaldinum. Deiliga retro. Eins og lítli Bjartur, omanfyri, kundi tú ganga inn og út, uppliva intima pallin undir trøðunum uttanfyri, við einum heitum fronskum hundi í hondini, fiskasúpan til tey vaksnu frá Jan, ella bara fara inn í tjaldið og ganga mitt millum risastóru hátalararnar hjá Hjalmari Hvítklett, - og akkurát í hesum lamiterandi krossfelti hoyra Swangah við besta dreiv, eg minnist meg hava

Tá illusjónin við Oplev brast

Morten Kirkskov (f.1963), ið vit kenna sum skrivstovustjóra í Borgen , hevur skrivað søguna Kapgang , sum fer fram í lítla Suðurjútska býnum Sdr. Omme, har hann vaks upp, akkurát sum Martin, ið ikki bara er sonur elektrikaran, men eisini er 14 ára gamal í 1976. Villads Bøye úr Aalborg, har Kirkskov nú er sjónleikarastjóri, fekk høvuðsleiklutin, sum hann megnar perfekt. Harafturat hefti eg meg við, hvussu nógv hann í øllum vinklum líkist Roman Polanski. Hann sæst til høgru omanfyri og til vinstru niðanfyri. Í so máta er hann framtíðartryggjaður. Verri er, at filmiska søgan leggur seg so tætt upp at samtíðarpoppi í hesum sama ári, sum skiltað verður við frá byrjan til enda – 1976. Tað er ein váðin gerð, at lata slagarar, sum ofta eru døgnflugur, spenna søguna so stramt upp á løriftið. Vit kenna til heiðurskrýndu søguna hjá Nick Hornby, High Fidelity , sum Stephen Frears gjørdi til film í 2000 og Breaking the Waves (1996), har Lars von Trier á sama hátt letur søguna strála upp úr

Opið í Dovregade

So er opið hjá Jógvan í Dovregade í eigarafelagnum Telemark á Amager. Hóast bygdar í 1927, eru íbúðirnar við teim norsku gøtunøvnunum sum nýggjar. Starvsfelagin heima í Námi, Wenche, sum er ættað úr Noregi, veit at siga, at Dovre hevur stóran tjóðskaparligan týdning har í landinum. Tað er fyrst og fremst í setninginum Enige og tro til Dovre faller , ella Einig og tru til Dovre fell, sum nýnorska orðingin sigur í Eidsvollseden, sum semja varð um fyri júst 200 árum síðani, tá norska grundlógin varð skrivað. Í Føroyum kenna vit eina líknandi vending, So leingi Beinisvørð stendur , hjá Poul F. Joensen. Dovregubben , fjallakongurin, er eisini kendur í norskum ævintýrum og í leikinum Peer Gynt hjá Ibsen við tónleiki eftir Grieg. - Her er lætt og luftigt, sum havnarmaðurin segði. Eingin tung ferðsla ella høgir bygningar, ið taka ljósið. Opið er til allar síður og Tanja Rau (f.1970) hevur við einfaldari striku málað gerandismyndir á veggirnar í næstu gøtu, sum er Kurlandsgade.