Skip to main content

Konan og havið


- Skalt tú síggja kópakonuna, so skalt tú út úr bilinum og heilt oman á Bakkan, annars sært tú einki, sigur bygdamaðurin turrisliga, meðan sigarettstubbin dandar upp og niður á vørrini. Eg havi preiað hann á vegnum og spurt um leiðina til kendastu standmynd í nýggjari tíð, Kópakonuna.

- Tað er sum tá mikladalsmaðurin á trettandunátt sníkt seg inn á hana og stjól húðina. Hann sá hana ikki fyrr enn hann var niðri á Helluni, sigur veðurbardi maðurin og stingur hendurnar í lumman. Hann spýtir síðulens niðan í bøin, meðan glóðin hongur í niðara munnklovanum.

Vit eru í Mikladali norðarlaga á Kalsoynni. Umframt Kópakonuna, sum mátar tveir metur og trýss, búgva seytjan konur og tólv menn í bygdini.

Eg eri komin úr Klaksvík við Sam, ið siglir um Kalsoyarfjørð til Syðradals. Havi koyrt gjøgnum tríggjar tunlar, og nú er bara eina bygdin, Trøllanes, eftir. Hana eigi eg á, tá eg fari út á Kallin. Tí nú er tað kvinnan, Kópakonan, sum so nógvar søgur ganga um í Norðuratlantshavi.

- Og satt at siga, so er tað nú einaferð so, at skalt tú síggja land, so skalt tú í bát, sigur mikladalsmaðurin, nú eg havi sett bilin frá mær við Sunnanáveg á Kappanum, tey rópa. Heimkunnigi langfaramaðurin vísir mær yvir í Norðnatún, út á Hundrað og oman á Bakkaveg við brøttu trappunum oman til Stórakneysa á Helluni. Hann gerst inntonktur og fær sær eitt nýtt rull, sleikir tunna pappírið og starir út á sjógv. - Meðan vit hava Kallin, so hava teir Konuna.

Og tó. Nú hava kalsingar fingið Kópakonuna í skapinum hjá Hans Paula Olsen.

Eftir fáum orðum hava vit longu á ovastu trappu rakt við djúpastu lind í sjómannatilveruni. Hetta snýr seg um kvinnu og mann og bundinskapin til havið. Hestmúlin á Kunoynni dagar fram úr mjørkanum og meir er ikki at siga.

Tutlandi áin rennir fram við gamla skúlanum. Í gørðunum eru hvonn og rabarba. Árstalið sæst í durastavum og ein feril av súrhoyggi strýkur í luftini, meðan svarta tubbakkið melur av ymsum ættum.

Havmoyggjar í Útnorðuri

Kópakonan er føroysk frumsøgn, sum skrivar seg inn í ríku søguhevdina um havmoyggjar kring alt Norðuratlantshav.

Við strendurnar kunnu vit skifta hesar moyggjar sundur í tríggjar bólkar: kópakonuna, sum eina tíð fer upp á land, innan hon aftur verður drigin í havið, havfrúnna, ið hevur tølandi makt á monnum, og so havsins móðir, sum heldur havsins dýrum aftur, til onkur greiðir henni hárið. Tá letur hon dýrini stíga upp úr havinum og tæna fólki á landi.

Mest sum somu søguligu amboð hava verið brúkt at veiða kóp í Útnorðuri. Í Íslandi skulu vit heilt aftur til 1875 at finna seinastu harpunina, sum varð nýtt á kópaveiðu. Í Føroyum var vanligt at sníkja seg inn á kópin og sláa hann. Hetta var oftast á einum myrkum látri, har til bar at fara innar við látrajósi til gongu ella í báti.

Nógvar sagnir vórðu spunnar úr gandakenda látrinum, helst tí at kópur varð hildin at hava menniskjansligar eginleikar. Sagnir siga frá kópum, sum einaferð um árið, tað er á gomlu jólanátt, komu upp á land og lótu seg úr haminum og vórðu røtt menniskju av báðum kynum.

Bóndin á Sunnanágarði

Søgnin úr Mikladali sigur, at bóndin á Sunnanágarði tók hamin hjá vakrastu konuni og goymdi hann, so hon ikki slapp aftur í hamin innan sólin reis úr havi. Móti sínum vilja noyddist hon heim við bóndanum og fekk sum frá leið børn við honum. Hóast árini gjørdust mong, longdist henni aftur í havið.

Ein dagin eydnast henni at fara í hamin, tí maðurin, sum var á útróðri, hevði gloymt lykilin til kistuna. Hon ruddaði, sløkti eldin og goymdi alt hvast burtur, so børnini ikki vórðu at meini.
Bóndahúsini vóru rein og nosslig, tá hon valdi at fara frá manni og børnum og kastað seg í havið til rætta fólkið, hon var av.

Maðurin syrgdi sáran, tá hann varnaðist, at konan var rýmd.


Men hon kom til hansara í dreymi og minti hann á ikki at drepa teir báðar smáu nósarnar innast á látrinum, tá hann næsta dagin fór at sláa kóp. - Hesi eru børn míni. Maðurin legði líka í. Hann var óður og drap frá hond.

Tá kom vreiðin yvir mannin, bygdina og alla oynna. So nógv úr Kalsoynni skulu sjólátast, at tey skulu kunnu taka í hondin hvør á øðrum og sláa ring um alla oynna, sum fram við sjóvarmálanum er fjøruti kilometrar.

Aðrar kópakonur

Aðrar uppskriftir av somu søgn siga, at Kópakonan var við barn, tá ið hon rýmdi, so viðurskiftini millum mann og kvinnu verða enn grefligari, tí bóndin skal drepa egin børn. Líknandi sagnir verða sagdar í Íslandi og í Hetlandsoyggjum.

Í 1953 gjørdu norðmenn filmin “Selkvinnen” og komu til Føroya at gera upptøkur í Nólsoy, Saksun og Sundalagnum, har Guðrun Haustein svam á sjónum. Í 2009 gjørdi írski Neil Jordan filmin “Ondine”, sum var um ein útróðrarmann, ið fær eina selkie, tað er kópakonu, í gørnini. Hin unga Alicja Bachleda úr Póllandi var kópakonan í nútímans írsku útróðrarsøguni.

Mest sum í spølni verður mangastaðni sagt, at teir føroyingar, ið hava stuttar fingrar, tær ella onga oyralippu, eru slektaðir frá kópi.

Millum bygd og bý

Sunnan fyri Mataránna á Syðradali møti eg Bjørn Kalsø, sum til gerandis er mentamálaráðharri við stórari skrivstovu suðuri í Havn. Í dag hevur hann lagt slipsið og er í vásaklæðum, tí hann hevur verið á fjalli. Bjørn er fegin um Kópakonuna, sum honum fall í lut at avdúka á Helluni í Mikladali fyri 1500 fólkum, meðan Kringvarpið sendi til alt landið, tann 1. august í ár.

- Livihátturin í býum fjart frá náttúruni, hevur ført við sær ein longsil eftir upplivingum burtur frá strongda býarlívinum og nærri náttúrini, sigur Bjørn og greiðir frá, at nú síggjast alt fleiri ferðandi í oynni.

- Men søgnin um Kópakonuna sigur okkum eisini, at tað ikki roynist væl at broyta onnur við at leggja bond á. Bóndin tók Kópakonuna úr sínum náttúrliga umhvørvi, við at taka hamin, hennara frælsi, og læsa hann niður í kistuna. Men eftir hetta fór alt at snúgva seg um lykilin og kistuna. Friðurin var úti, og tá ið høvi beyðst, rýmdi Kópakonan.

- Hesum tíðaranda, at flyta av bygd og í bý, fáa vit ikki steðgað við at taka frælsið at velja frá fólki, eins og bóndin á Sunnanágarði gjørdi við Kópakonuna í Mikladali. Í so máta er einki broytt. Men júst lokalar verkætlanir sum hendan við standmyndini kunnu vera við til at skapa betri fortreytir fyri meira lívi í bygdini og allari oynni. Alt gongur jú í eini ringrás, sigur Bjørn vælnøgdur við
standmyndina, sum privatfólk tóku stig til.

Kistan er í bygdini

Søgnin um Kópakonuna er eisini ein samantvinnaður partur av bygdarsøgnuni, sigur Bjørn Kalsø.

- Vit vita, at hon var matmóðir á Sunnanágarði. Kistan hjá henni er framvegis í bygdini, hon stendur í Uttarustovu, og tað sigst eisini, at handaliga hegnið og hvassa vitið hjá mikladalsfólki er arvað frá Kópakonuni. Hon er tí ikki bara søgn, men partur av samleikanum á staðnum, sum ber til at greiða frá, so vitjanin her í Kalsoynni gerst spennandi.

Eg koyri oman á nýggju ferjuleguna í Syðradali og umborð á Sam, har eg møti Oliver Joensen á grøna dekkinum. Hann er ikki bara blaðstjóri á Føroya elsta blaði, Norðlýsinum, sum fyrstu ferð kom út í 1915, men saman við Ólavi Samson og Olivur Thomsen var hann stigtakarin, tá ið tankin um nýggju standmyndina tók seg upp fyri fýra árum síðan.

Vit skulu brúka søguna

- Hugskotið kom, tí nógv skriving var fyri um leið fýra árum síðan, har víst varð á, at vit dugdu ikki nóg væl at brúka søgu og sagnir í ferðavinnuni, sigur Oliver í spartansku salongini umborð á Sam og skeinkir ein sterkan kaffimunn.

Tað var á fundi í Føroya Sjómannadegi, at bólturin varð kastaður upp. Ólavur, við tilknýti til Mikladal, og systkinabarnið Olivur, hálvur mikladalsmaður, og Oliver sjálvur, loftaðu bóltinum.

- Tað fyrsta var at seta okkum inn í søgnina, tosa við mikladalsfólk og at gera eina neyva ætlan, ið skuldi bera á mál. Vit fingu stuðul frá kommununi, gjørdu eina kostnaðarætlan og ein innbjóðandi bókling, sigur Oliver og steðgar við stórsta ivamálið, havið og brimið.

Skal ikki fara í havið aftur

- Flestu stuðlar spurdu ivasamir, um Kópakonan fór at standa móti ógvisliga briminum á helluni, og um Stórikneysi fór at halda. Klæmint Østerø frá Landsverki kom til tað niðurstøðu, at vit skuldu rokna við, at standmyndin skuldi standa fyri eini trettan metra høgari 100 ára aldu, og tað metti hann ikki at fyrsta uppskotið megnaði. Verkfrøðingurin, Preben Hansen kom inn í myndina við serligari vitan um hesi viðurskifti, og Hans Pauli Olsen hevur so lagað standmyndina soleiðis til, at hon lýkur øll krøv, sum verkfrøðingurin setti, og tað er ikki lítið, sigur Oliver og setir kaffikrússið harðligari enn ætlað frá sær og skimast upp undir loft, nú Sam er farin at rulla.

Hann rættar upp á brillurnar, ið nú eru niðast á næsatippinum og lyftir fremstafingur.

- Fyri tað fyrsta stendur hon á trimum rustfríum stálsoylum, 48 mm tjúkkar, ið røkka hálvan annan metur niður í kneysan, og harafturat eru fimm tjúkkar stálflatur sveisaðar vatnrættar inni í standmyndini upp í akslahædd. Og so hevur Landsverk borað fimm fjallaboltar 3 ½ metur niður í helluna, so Kópakonan ikki fer í briminum. Hóast verkætlanin bleiv dýrari og størri enn vit mettu, hava okkara kommuna, føroyskir grunnar og vinnulívið tikið so væl undir, at vit kundu svara hvørjum sítt, nú alt er liðugt.

Vøkur og tó grim

Oliver er serstakliga fegin um standmyndina hjá Hans Paula Olsen. - Hyggið eg eftir andlitsbrái og akslum, so síggi eg eina avbæra vakra kvinnu, men eisini eina kvinnu við myndugleika, ið veit, hvørjum hon fer eftir. Men rúm er eisini fyri at undrast og spyrja, um hon kanska er á veg í dans at finna sær maka, um hon er á veg niðan at biðja bóndasonin eiðra manni og børnum, ella um hon er á veg niðan í bygdina at biðja ilt yvir mikladalsfólk og alla oynna. Eg veit ikki, men hon vil eitthvørt, tá eg síggi hana og tað er gott. Annan vegin ímyndar vakurleikin tað hugnaliga í søguni, meðan hamurin, ið vendir fitjirnar niðaneftir, og kópahøvdið, ímyndar ræðuleikan í søgnini, sum er opin at tulka.

- Men nú stendur hon so har sum ein ferðavinnumagnet, ið vit vóna at fólk í Kalsoynni fara at dugað at fáa eina vinnu burturúr, tí tað er tað, sum er endamálið við Kópakonuni á Stórakneysa.

Til ber at hoyra søgnina um Kópakonuna lisna á føroyskum, donskum, enskum og týskum her.

(Grein í Atlantic Review 4 2014)