Fríggjakvøldið hevði karismatiski norðmaðurin við sjáldsama sterku og glitrandi djúpu røddini, Sivert Høyem, konsert á Loppen í Christiania. Hann er 38 ára gamal, vaks upp millum 93 fólk í bygdini Bøstrand, á markinum við Sortland í Norðurnoregi, og gjørdist í 1993 kendur í Madrugada, ið var fyrsti norski rokkbólkur, sum kenda bretska blaðið Mojo gjørdi samrøðu við. Tað var í mars í 2004. Altjóða pressan hevur skýrt tónleikin hjá Høyem dark, arctic rock. Orkestrið hjá Sivert Høyem telur Pelle Ossler á gittar, Anders Hernestam frá svenska Joakim Thåstrom á trummur, Per Viberg úr Opeth á keyboards, Stian Westerhus á gittar og Christer Knutsen á piano og Hammond B3.
Við egnum orkesturi er Sivert Høyem í dag millum fremstu nøvn á norska tónleikapallinum. Tekstirnir eru enskir og í 2010 skrivaði hann Prisoner of the Road til tey fleiri enn 43 mió flóttafólkini í øllum heiminum og spesifikt til felagsskapin Flyktningehjelpen, sum varð stovnaður í Noregi í 1946. Eg seti tey trý ørindini úr dramatiska sanginum inn millum bláu myndirnar niðanfyri.
When I go, I go alone
There ain't no one ever looking out for me
Just the sun, my own lean shadow
And the wind out among the trees
Home, it's far beyond long lost horizons
Home I'll never see
For I'll be a prisoner of the road
And I hold no key that will ever set me free
Most humbly on my bending knee
I'm begging you to help me, please
For I'm a prisoner of the road
And I hold no key, I hold no key that will ever set me free
Konsertferðin hjá Sivert Høyem gongur nú til Hellas, sum norðmenn siga um Grikkaland. Har er norski sangarin eitt stórt navn. Við bólkinum Madrugada var hann nummar eitt við útgávuni Deep End.
Í oktober eru Høyem og hansara menn aftur í Noregi og spæla til konsertir. Í 2005 fekk Høyem tríggjar Spellmenn virðislønir, m.a. sum ársins sangari, og konsertplátan Live at Tralfamadore (2005) er mest selda konsertútgava í Noregi. Tá Madrugada helt uppat í 2007, hevði Høyem givið út tvær soloplátur, Ladies and Gentlemen of the Opposition (2004) og Exiles (2006). Fyrsta album eftir Madrugada í egnum navni var Moonlanding (2009), sum eisini vann Spellemenn-virðislønina. Fjórða soloplátan, Long Slow Distance (2011), fevndi um konsertfavorittarnar Blown Away og Give it a Whirl.
Og áhoyraraskarin á Loppen, serliga hin kvinnuligi, trokaði seg tætt upp at karismatiska norðmanninum og sungu hvørja strofu og dansaðu og lýstu hvørja rútmu í sangunum.
Danska duettin Select Captain, tað er Kristian Gaarskjær og Søren Vestergaard, sum er aktuell við The Fear and the Lights, hitaði upp undir lágu bjálkunum í Loppen. Teir báðir sungu og spældu melankolskan rokk á markinum til Americana, Springsteen og spaghettiwestern, við einum gittarljóði, sum svingaði frá Rasmussi Rasmussen til Chet Atkins, Hank Marvin, Mark Knopfler og aftur. Sangirnar og tónleikin lýsa teir soleiðis: "Songs about love, hate, despair, passion, apathy, dreams and desires. Select Captain is a solo project working around simple structures and evocative arrangements, in a universe of melancholy and beautiful darkness." Ein frálík konsert í góðum hølum og besta ferðalagi!