Í kvøld havi eg fegnast so ovurhonds um sjónvarpið. Ilt er at siga akkurát hví ein fegnast um eina heila kvøldsending í sjónvarpinum frá sjey til tíggju, tí har vóru so nógvir tættir, medarbeiðarar og vinklingar. Men ein av afturvendandi tættunum vóru tey nógvu medborgaravendu innsløgini, sum øll høvdu við evnið at gera, Skotland í okkara føroysku eygum. Kvalifiserað fólk úr yngra endanum, serliga Oddur á Lakjuni, sum bæði í útvarpi og nú aftur í sjónvarpinum, hesuferð saman við Beintu Løwe, hugtók við lýsandi aktuellum perspektiveringum úr Skotlandi og sunnan fyri markið eisini, og so Ronnie Thomassen, ið saman við Óluvu Zachariassen smakkaði whisky frá fólkaatkvøðuárinum og spýtti útaftur, meðan tosað var um torv og skift var til Høgna, sum tosaði við Heina live úr Edinburgh. Og so Sissal, ið snakkaði um abortin, sum ikki fekst aftur undir beltið, um Skotland nú kastaði burtur. Og øll hini eisini. Undirhaldandi og borgaradrivið sjónvarp í einum og øllum, hóast eg gjarni vildi