Frá morgunstundini hevði Útvarpið ikki færri enn tvey forboðsuppskot á skránni. Fyrst at nokta føroyingum at viðmerkja greinar á ymsu portalunum, tí onkur kendi onkran í onkrum føri, og síðan at forbjóða lærarum at møta næmingum á Facebook, tí onkur kundi kløkkast av illavorðnum orðum aftaná skúlatíð. Og í ovurmorgin leggur Tjóðveldi fram forboð í Tinginum móti fremmandafólki, sum koma higar og ætla at fremja ólógligt virksemi. Tað er ein avbjóðing við sjáldsama tungari próvbyrðu. Pallborðsfundur hjá sama flokkinum, har vit aftur verða mint á veikar miðlar, er sama kvøld. Orsøkin til tinguppskotið er sjálvandi Sea Shepherd , sum er ein evarska lítil partur av tí ørvitisheimi, sum vit sjálvi eru partar av hvønn dag, innan- og uttannets, eins og Roberto Romano, ið slær alt upp í glens. Í meðan gongur snakkið og serfrøðingar sleppa at lufta ivasomum meiningum í sokallaðu veiku miðlunum, meðan útvarpsvertirnir kunnu seta seg afturá, fáa frið eina løtu og lata lurtarar viðmerkja uttan að