Vinjetttekningarnar og heilsaninar omanfyri eru frá Peter Madsen (f. 1958), tá hann vitjaði Filmsfelagið at sýna nýggja teknifilmin Valhalla (1986) á filmstevnu í Norðurlandahúsinum dagarnar 28. mars til 3. apríl í 1987. 28 ár seinni vitjaði hann aftur í sama húsi. At tekna og siga frá varð heitið á skeiðnum, masterclass og workshop, við danska teknaranum Peter Madsen, sum Inger Smærup Sørensen skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tað er í sambandi við heystframsýningina Gisp! , sum Norðurlandahúsið í trimum umførum er vertur fyri. Gisp! vil við hesum varpa ljós á brot úr teknirøðum í ymsum listagreinum. At tekna og siga frá er byrjanin, har Peter Madsen, sum teknaði Valhalla (Interpresse 1979 og Carlsen Comics frá 1991), ið varð gjørd til film í 1986, og sum Árni Dahl samstundis týddi og gav út á føroyskum á forlagnum Fannir frá 1987 til 89, tók móti vaksnum virkandi teknarum. Her síggjast Peter og Rannvá Mortensen. Komandi skeið fara at venda sær