Skip to main content

Posts

Filmsfelagið í Havnar Bio mikudagin

Annanhvønn mikudag fer Havnar Bio undir heitinum Filmsfelagið at sýna nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir. Úti i heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt art house filmur. Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio fer við átakinum Filmsfelagið at royna seg við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna. Ikki er neyðugt at tekna limaskap í felagnum. Sýningarnar eru almennar eins og vanligu sýningarnar í biografinum, men bera frámerkið Filmsfelagið. Havnar Bio hevur spurt formann og nevnd í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið og at medvirka í at velja filmar. Upprunaliga felagið varð stovnað í hølunum hjá Havnar Bio í 1962. Tá var navnið Filmslistafelagið. Her er fyrsta talmerkta síða í gerðabókini hjá felagnum, sum Fraser Eysturoy, Erling Simonsen og Eyðun Johannesen hava undirskr

Frá Harrison til Janus í hálva øld

Grein í Atlantic Review 1/2015 Áhugin fyri tí djúpa og gátuføra George Harrison úr The Beatles leiddi Stanley Samuelsen til skaldsligar meistarar í Føroyum, sum hann hevur sett løg til og sungið í 30 ár, fremst av øllum Janus Djurhuus. Fingraspælið er einastandandi, og hóast Stanley við síni sorgblíðu rødd hevur sungið "Tá eg verði gamal" í fleiri ár, er hann framvegis orkumikil og miðvísur sum ein unglingi. - Tað er eingin loyna, at eg havi veri ein stórur beatlesfjeppari, síðan eg fyrstu ferð hoyrdi teir í 1964, sigur 63 ára gamli Stanley Samuelsen, ið var sologittaristur í Silly Boys í Fuglafirði frá 1964 til 1970. Hann sæst longst til høgru niðanfyri. - Eg minnist eitt kvøld í augustmánað í 1968, at ein vinur kom framvið í sínum nýggja Taunus 12M og rullaði rútin niður og úr bilinum streymaði beatleslagið “Hey Jude”, sum tá varð spælt á fyrsta sinni í Radio Luxembourg, sum vit øll lurtaðu eftir. Tað var nakað heilt serligt við hesum einfalda sangi, ikki minst

Kundin hevur altíð rætt

Í spildurnýggju útgávuni Middle East Atlas  er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel , og so síggjast  Westbank og Gaza . Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel . Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem , sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini. Hetta var óvæntað og ikki minni sjáldsamt. Sum skilst, hevur siðvenja verið í ordragevandi ensku skúlunum kring Persaflógvan, at strika Ísrael við penni í hvørjari skúlabók. - At taka Ísrael við í hesi útgávu, hevði verið 'unacceptable to its customers in the Gulf and that the amendment incorporated local preferences.' Tað sigur Collins Bartholomew við altjóða katólska vikubaðið The Tablet gamlaárskvøld. Í kolofonini í Middle East Atlas sigur forlagið, at 'The representation of certain boundaries

Bestur í 2014

Kanska var hesin bestur í ár, tá vit ikki hugsa um makrel og onnur verðslig viðurskifti, men um livandi mentan, sum í eina avmálda løtu er mitt ímillum okkum, her og nú. Gott nýggjar, Kjartan Hansen, alias Terry, og annars øll í verðini, nær og fjar. Myndirnar eru frá ólavsøkubloggi í ár.

Jólaeingil av Borðuni

Blogglesarum verða ynskt eini gleðilig jól við einum jólaeingili, sum Guðrun gjørdi úr ull og vomb av seyði á Borðuni. Gleðilig jól!

Jól á Reinsarínum

Kvøldið fyri stytsta dag, leygarkvøldið 20. desember, savnaðist ein rúgva av fólki til konsert við Bjøllubandanum, sum vit kenna við bossanovataktum frá Gekkakvøldum í sjónvarpinum, og ikki minst solistum í Reinsarínum niðast í Tórsgøtu. Aftaná var konsert við Gretu Svabo Bech, Teiti og strúkarum uttandura og ókeypis í einum tjaldi í túninum yvir ímóti Perluni. Bjøllubandin, sum er húsorkestur á trimum jólakonsertum í Reinsarínum, eru Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Højgaard Petersen og Mikael Blak. Eftir ein lívligan og stuttligan jólainngang, kom fyrsti solistur á pallin, helvtin av AVE, Petur Pólson. Tað góða við konsertunum í Reinsarínum er, at tær eru so stuttar. Langar konsertir hava altíð eitt deytt punkt og gerast tí lættliga møðsamar. Soleiðis er ikki í Reinsarínum. Tað er stutt og greitt, og matsjar væl til berliga hølið. Petur sang tríggjar væl valdar sangir til høvið og hevði sum altíð nøkur fyndarorða at siga millum sangirnar. So kom

FedEx um Føroyar: I’m horrified

FedEx er heimsins størsta og skjótasta flutningsfelag. Men ikki øll lond eru til reiðar at taka ímóti so vælsmurdum flutningi. Eitt nú slow landið Føroyar. Útvið fýra ár havi eg fingið pakkar frá einum altjóða bókaforlagi, HarperCollins, sum helst eisini er heimsins størsta. Tí brúka tey altíð ein professionellan speditør, FedEx ella líknandi, og rinda í dýrum dómum, so alt kemur fram í røttu tíð til rættan móttakara, sum í hesum føri situr í Føroyum og skal góðkenna tilfar úr Glasgow, innan tað verður prentað í Hongkong. Í hesi fýra ár hevur nevnda forlag sent pakkar, til dømis eitt proof print pappírsrull at góðkenna, innan ein ávísan klokkutíma ein ávísan arbeiðsdag. Men í øllum hesum førum, og tað hundrað prosent, ja 100%, er eingin av pakkunum komin á mítt borð uttan fjant, fjas og roks. Ikki ein einasti ein. Tá tosað verður um altjóðagerð, enntá við øllum heiminum sum arbeiðsevni, er tað eitt sindur snópisligt at vera føroyingur. Havi hug at senda Ben Arabo í Sjá

Eitt-null til okkum

Tihpany Blot hevur gjørt ein franskan stuttfilm um Sea Shepherd í Føroyum í summar. Heimagjørdi karmurin um søguna er hin rætttrúgvandi trúboðarin, sum úr heimsins nalva, París, verður sendur til enda jarðarinnar at kristna mest heidnu mensku á jørðini, ómentaða føroyingin. Franska trúðarlyftið eydnast í støðum, men annars hendir mest sum einki. Filmurin varir í 12 minuttir og einasta av avgerðandi týdningi, point of no return, er, at umborð á einum av fremmandu smábátunum fæst ein av fronsku krossfararunum at siga, at í Føroyum er Sea Shepherd ímóti fjøruti túsund fólkum, sum samskifta teirra millum. “Hetta er sum Dávid móti Goliat” sigur kroysti viðhaldsmaðurin hjá Sea Shepherd. Og so síggja vit fullar og óðar føroyingar, sum verða kliptir inn og út úr søguni, sum eitt próvfast dømi um at her býr minni ment fólk, sum gamaní ikki vil taka við trúgv í fyrstu atløgu, men sum vissuliga hava tørv á umvending og tað skjótt. So missiónin er ikki heilt liðug. Einasti umvendi føroyingur e