Tihpany Blot hevur gjørt ein franskan stuttfilm um Sea Shepherd í Føroyum í summar. Heimagjørdi karmurin um søguna er hin rætttrúgvandi trúboðarin, sum úr heimsins nalva, París, verður sendur til enda jarðarinnar at kristna mest heidnu mensku á jørðini, ómentaða føroyingin. Franska trúðarlyftið eydnast í støðum, men annars hendir mest sum einki. Filmurin varir í 12 minuttir og einasta av avgerðandi týdningi, point of no return, er, at umborð á einum av fremmandu smábátunum fæst ein av fronsku krossfararunum at siga, at í Føroyum er Sea Shepherd ímóti fjøruti túsund fólkum, sum samskifta teirra millum. “Hetta er sum Dávid móti Goliat” sigur kroysti viðhaldsmaðurin hjá Sea Shepherd. Og so síggja vit fullar og óðar føroyingar, sum verða kliptir inn og út úr søguni, sum eitt próvfast dømi um at her býr minni ment fólk, sum gamaní ikki vil taka við trúgv í fyrstu atløgu, men sum vissuliga hava tørv á umvending og tað skjótt. So missiónin er ikki heilt liðug. Einasti umvendi føroyingur er Ingi, sum tosar við Pamelu, ið er blivin dekan og snjøll á gamalsaldrinum. Haldi, at franska stuttfilmspropagandaðin gevur Føroyum eitt stig og fransum einki. Tey siga jú sjálvi, at vit eru Goliat og enntá duga at samskifta okkara millum. Tað hevði fransurin ikki væntað. Eitt-null til okkum.