Grein í Atlantic Review 1/2015
Áhugin fyri tí djúpa og gátuføra George Harrison úr The Beatles leiddi Stanley Samuelsen til skaldsligar meistarar í Føroyum, sum hann hevur sett løg til og sungið í 30 ár, fremst av øllum Janus Djurhuus. Fingraspælið er einastandandi, og hóast Stanley við síni sorgblíðu rødd hevur sungið "Tá eg verði gamal" í fleiri ár, er hann framvegis orkumikil og miðvísur sum ein unglingi.
- Tað er eingin loyna, at eg havi veri ein stórur beatlesfjeppari, síðan eg fyrstu ferð hoyrdi teir í 1964, sigur 63 ára gamli Stanley Samuelsen, ið var sologittaristur í Silly Boys í Fuglafirði frá 1964 til 1970. Hann sæst longst til høgru niðanfyri.
- Eg minnist eitt kvøld í augustmánað í 1968, at ein vinur kom framvið í sínum nýggja Taunus 12M og rullaði rútin niður og úr bilinum streymaði beatleslagið “Hey Jude”, sum tá varð spælt á fyrsta sinni í Radio Luxembourg, sum vit øll lurtaðu eftir. Tað var nakað heilt serligt við hesum einfalda sangi, ikki minst tí at hann vardi meir enn sjey minuttir, sigur Stanley og finnur eina gamla LP plátu við Graham Nash fram.
Einfeldin í orðum
- Mínar royndir við tónleiki í eina hálva øld eru, at tað einfalda í einum sangi er tað, sum stingur djúpast. Tá orð og lag ganga upp í eina hægri eind, og fer inn og rørir hjartastreingir, og gevur eina kenslu tú ikki gloymir. Eitt gott dømi er “Sleep Song” á hesi plátuni, Songs for Beginners, sum Graham Nash gav út í 1971. Men í fyrstuni, meðan eg spældi sologittar í Silly Boys, vóru tað bara The Beatles.
- Júst tí varð George Harrison (1943-2001) mín greiða fyrimynd. Eftir at The Beatles góvust at spæla saman og fóru hvør sína leið við nýggjum tónleiki, varð Harrison framhaldandi tann, ið hugtók meg mest, sigur Stanley, sum er sjálvlærdur tónleikari.
- Hansara tekstir høvdu oftast eina djúpari meining, og vøkru løgini ávirkaðu meg meira enn nakað annað, eg tá hoyrdi úr øllum poppheiminum. Tað hevur í veruleikanum elvt til, at eg í mínum egnu verkum valdi at seta løg til yrkingar, ið fara djúpari, sigur Stanley, og fer í bókhillina eftir bókini ”J.H.O. Djurhuus, YRKINGAR 1898 – 1948”, sum Christian Matras savnaði og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út tá Chr. Matras andaðist í 1988.
Við Føroya Fólks í Danmark
Eftir hendingaríku tíðina sum føroysk poppstjørna í Silly Boys í sekstiárunum, flutti Stanley í 1970 til Danmarkar, har hann síðani hevur arbeitt burturav við rútmiskum tónleiki.
- Um kvøldarnar í Danmark setti eg meg ofta við gittaranum og spældi teir sangir, eg kendi úr Songbók Føroya Fólks, sum eg hevði við mær, tá eg flutti. Tað vóru sangir sum ”Vár við lýggjum vindi” og ”Um millum gyltar borgir”. Fleiri sangir kendi eg ikki løgini til, og tí byrjaði eg at gera løg sjálvur.
Í 1985 fór Stanley eitt stig longur og setti løg til yrkingar hjá kendum føroyskum skøldum, fyrst og fremst Janusi Djurhuus (1881-1948). Fyrsta fløgan, ”Um eg kundi kvøðið”, kom út í 1999 og síðani komu ”Sól og regn” (2005), ”Tíðin rennur ”(2008), ”Alle hjertets sange” (2011) og ”Stanley live” (2011). Á fløguni “Oktobir” (2013) arbeiðir Stanley burturav við Janusi Djurhuus og hevur til hetta høvi gjørt tónleik til tólv av hansara klassisku yrkingum.
Gevur lýrikarum lív
Suni Merkistein, sum fyri Kringvarpið hevur gjørt drúgvastu sjónvarpsrøðina, “Minnist tú enn”, sum í trettan pørtum lýsir rútmisku tónleikasøguna í Føroyum, sigur, at klassiskur føroyskur skaldskapur og nýggj tónlist ganga upp í eina hægri eind í fløgunum hjá Stanley. - Við heitu og inniligu røddini og tí livandi og hugtakandi gittarfylgispælinum hevur hann givið tekstum hjá okkara mætastu lýrikarum nýtt lív.
Umframt fleiri demoupptøkur, hevur Stanley higartil smíðað ikki færri enn 58 løg til sangir, sum eru givnir út á fløgu. Farna heyst gav forlagið Nora út sangbók við løgunum hjá Stanley, tekstum, nótum og besifringum.
- Tá eg á fyrsta sinni hoyrdi Stanley spæla live, var fyrsti tankin: Hasin maðurin spælir sum ein dreymur, sigur Niclas Johannesen, tónleikari, komponistur og framleiðari í sambandi við bókaútgávuna. - Tað, ið eyðkennir henda úrmælingin er, hvussu búgvin hann er í spæli og síni tilgongd til egnu tónlist. Skjótt varnast tú, hvussu hansara frálíki teknikkur ikki er eitt mál í sær sjálvum, men verður nýttur sum amboð at tæna tónleikinum. Stanley smæðist ikki við at spæla tað einfalda og halda seg til tað, um tørvur er á tí, sum til dømis í rørandi lagnum “Tá eg verði gamal”, og hann himprast heldur ikki við at fara á flog við fimum fingraspæli í einum lagi sum eitt nú “Regn”, ið ljóðar so sjálvsagda lætt, inntil tú sjálvur roynir at spæla tað, segði Niclas tá sangbókin hjá Stanley varð løgd fram í heyst og legði afturat, at megnar tú, tá dagur aftnar, at spæla allar sangirnar í hesi bókini, ja so kanst tú av røttum siga, at dagurin og Stanley góvu tær nógv!
Í 1996 var konsert í Norðurlandahúsinum fyri fyrstu ferð við egnum sangum hjá Stanley. Útvarpið tók upp og í 2011 komu sangirnir út á fløgu. Tá vóru 12 ár liðin síðani søguliga fløgan “Um eg kundi kvøðið” (1999) kom út og hoyrdist víða hvar.
Ferðandi fingraspæl
Í 2009 fór Stanley at spæla saman við kenda danska kontrabassleikaranum Jens Jefsen. - Stanley hevur ein klang og eina kenslu í sínum sangi, sum ger at eg lurti. Tað er bæði kenslusamt og vakurt, so eg vil hoyra meir, samstundis sum eg verið sannførdur um, at skaldskapur og vakrar kenslur eru í føroyska málinum, sigur tónleikrin Jens Jefsen, sum eisini er tónaskald og framleiðari.
Síðani 1990 hevur Stanley ferðast nógv sum tónleikari í Norðurlondum, Evropa og Amerika og hevur skapt nýggj sambond og dyrkað nýggjan tónleik, altíð við støði í gamla lærdóminum í Fuglafirði.
- Eg kann draga eina beina línu frá teimum fimm-seks árunum, tá eg spældi til dans við Silly Boys í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, til mítt núverandi arbeiði sum tónleikari í egnum navni. At spæla og syngja so nógv, ofta hvørt leygarkvøld og sunnukvøld, gav góða persónliga venjing og almennan kunnleika, sum eg síðani havi bygt uppá. Eg eri ongantíð givin at syngja og spæla, tvørturímóti havi eg, sum árini hava gingið, brúkt meira og meira tíð uppá tónleikin og at fordjúpa meg í honum, sigur Stanley í stovuni í Birkerød, har hann býr.
Sekstiárini eru støðið
- Grundarlagið undir mínum virki sum tónleikari varð lagt longu í sekstiárunum. Úr tí, sum hevur hugtikið meg gjøgnum øll hesi árini, havi eg eftir besta førimuni tikið so nógv til mín, sum gjørligt. Har eru nøvn sum Moody Blues, Crosby Stills & Nash, Neil Young, Eagles, Bob Dylan og eisini Hank Williams, Johnny Cash og bluegrasstónleikur frá Bill Munroe og uppeftir. Listin er langur, forvissar Stanley meg um og slær eina klingandi akkord á gittarin.
Tónleikurin skapar sambond
Stanley hevur ferðast víða við egnum tónleiki og hevur eisini lagt seg eftir at taka nýggjan tónleik til sín. - Á mínum ferðum havi eg møtt og spælt saman við mongum tónleikarum, bæði í studio og sum limur í komandi og farandi bólkum meðan eg havi búð í Danmark. Og fleiri teirra hava verið við mær í Føroyum og framført, eisini amerikanski Dickie Lee Erwin, sum eg møtti á eini ferð í Texas í 2010. Tvær ferðir hevur hann verið við mær í Føroyum og vit høvdu fleiri konsertir, eisini í Danmark. Saman við honum fekk eg fyrstu ferð útlivað mín alsk til góðan amerikanskan country- og fólkatónleik, sigur Stanley og blaðar upp í kortinum yvir spælistøð í Texas í USA.
Í 2010 fekk Stanley høvi at búgva í The House of Songs í tónleikabýnum Austin í Texas. Síðani fór hann á konsertferð við Dickie Lee Erwin til Føroyar og Danmarkar sama ár og árið eftir. Í Føroyum hevði Stanley skeið í at skriva sangir og at tjúna akustiska gittaran.
- Eg havi upplivað at fingið nógvar góðar vinir og kenningar ígjøgnum tónleikin, sum onkursvegna ger tað lættari at at knýta sambond við fólk, tá ein hevur tónleikin til felags. Eg meini góðar og tættar vinir, tónleikur er veruliga ein sterk kraft, sigur ein sannførdur Stanley.
Umframt Dickie Lee Erwin hevur Stanley seinastu árini arbeitt saman við tónleikarum sum Gert Smedegaard, Jens Jefsen, Bjørn Afzelius, Stig Kreutzfeldt, Anders Roland, Stig Møller, Tamra Rosanes, Stuart Goodstein, Jørgen Kaufmann, bretsku gittarfyrimyndini John Renbourn og italska fiólleikaranum Marco Santini.
Saman við Santini, jazzgittaristinum Franco Cerri, klaver- og harmonikuleikaranum Paolo Principi og Mannheimer Ensamble sang og spældi Stanley føroyskar sangir í Italia í august í 2014. Fleiri enn 3000 ovurfegnir áhoyrar møttu til konsertirnar og teir keyptu allar fløgurnar, ið vóru við á ferðini. Miðlarnir góvu føroysku røddini bestu ummæli.
Stanley’sa gittarklangur
- Stanley stemmar ljóðførið á ymsan hátt, og flytir seg tískil frítt í einum sjáldsamum og seregnum umhvørvi, ið burturav er hansara egna. Tá eg arbeiði við Stanley, hendir altíð okkurt óvæntað og annarleiðis, og tað er eina stór gáva at hava sum tónleikari, sigur Stig Kreutzfeldt, ið er danskur tónleikari og framleiðari.
Konan er promotari
Tað er ikki lætt at vera yrkistónleikari í dag, sigur Stanley hugsunarsamur. - Tað krevst nógv meiri tíð til at reklamera og gera vart við at ein finnist, enn sjálvt tað at framføra á palli. Tað er ein stór kapping yvirhøvur at fáa spælingar og konsertir, og nógv eru um boðið, og sjálvur veitst tú oftast lítið um, hvat liggur fyri framman. Men tá tað er sagt, so eri eg sera fegin um at hava fingið fleiri og fleiri uppgávur tey síðstu árini. Og til henda part av arbeiðinum eri eg so sera heppin og fegin um, at kona mín, Merete Messman, hevur lagt eitt so stórt arbeiði í uppgávuna sum promotari og managari, ið er beinleiðis orsøkin til tað sjónligheit, sum eg havi á tónleikapallinum í dag, nú eg havi spælt í øllum Norðurlondum, baltisku londunum, Póllandi, Týsklandi, Italia, Spania, Skotlandi og í USA.
Mín Fuglafjørður
Kringvarpið hevur lýst fimti ára skeiðið hjá Stanley Samuelsen í upptøkum, sum undanfarna ár vórðu sendar tríggjar ferðir í bestu senditíð. Nú fyrsta sangbókin er fingin frá hondini, er Stanley farin undir næstu bókina og fløgu við, sum hevur arbeiðsheitið “Mín Fuglafjørður”. Henda útgávan verður um lívið sum ungur tónleikari í sekstiárunum í Fuglafirði, um tað, sum hendi og um tað sum kveikti.
Fyribils gongur væl, bæði við teksti og tónleiki, og útgávan væntast at verða liðug í ár, siga tey bæði, Stanley og Merete úr virkna verkstaðnum hjá blíða fuglfirðinginum, ið helst er hin einasti føroyingur, ið spældi beat, popp og rock’n’roll í 1964, hevur megnað at drigið Beatles og heimligan skaldskap inn í føroyska tónleikasøgu, og framhaldandi er virkin og opin fyri nýggjum klangum og orðum. Hóast hann í mong ár hevur sungið “Tá eg verði gamal”, so sæst ikki aldur á honum, ferðandi fuglfirðinginum úr Birkerød.