Skip to main content

Kundin hevur altíð rætt


Í spildurnýggju útgávuni Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini.


Hetta var óvæntað og ikki minni sjáldsamt. Sum skilst, hevur siðvenja verið í ordragevandi ensku skúlunum kring Persaflógvan, at strika Ísrael við penni í hvørjari skúlabók. - At taka Ísrael við í hesi útgávu, hevði verið 'unacceptable to its customers in the Gulf and that the amendment incorporated local preferences.' Tað sigur Collins Bartholomew við altjóða katólska vikubaðið The Tablet gamlaárskvøld.


Í kolofonini í Middle East Atlas sigur forlagið, at 'The representation of certain boundaries and place names in this atlas may depart from standard Collins Bartholomew policy in order to incorporate local preferences.' Hetta merkir, at hesi atlas, sum eru fleiri í tali, hava verið gjørd til eina skúlaskipan, ið ikki viðurkennur Ísrael. Við hesum fyrivarni í kolofonini hevur útgevarin gingið staðbundnu ynskjunum á møti og frásigur sær samstundis alla ábyrgd.

Sama dag sum The Tablet ber tíðindini um strikaða Ísrael, biður forlagið um umbering og boðar frá, at allar miðeysturbøkur, har Ísrael manglar, eru beindar burtur og tiknar av sølulistanum: 'HarperCollins regrets the omission of the name Israel from their Collins Middle East Atlas. This product has now been removed from sale in all territories and all remaining stock will be pulped. HarperCollins sincerely apologises for this omission and for any offence caused.'

Bretski katólski biskopurin, Declan Lang, sigur við The Tablet, at útgávan styrkir trúnna á, at í arabiska heiminum er fíggindaskapur móti Ísrael. - Hetta fer ikki at stuðla upp undir ein felags anda og vilja at liva saman í sátt og semju, sigur hann.

Jane Clements, ið stovnaði The Council of Christians and Jews, sigur við sama tíðarrit, at landakort, sum útihýsa Ísrael, eru ørkymlandi vápn at brúka í undirvísingini. - Maps that excluded Israel risked causing confusion and de-legitimising the nation in the eyes of the students who used the atlases. Maps can be a very powerful tool in terms of de-legitimising ‘the other’ and can lead to confusion rather than clarity. We would be keen to see relevant bodies ensure that all atlases anywhere reflect the official UN position on nations, boundaries and all political features, sigur hon.

Í nýggja føroyska heimsatlasinum, sum sama forlag hevur teknað, er nógv gjørt burturúr Ísrael. Rupert Murdoch, ið eigur News Corp, sum aftur eigur HarperCollins, ið aftur eigur Collins Bartholomew, sum gjørdi Middle East Atlas, er tiltikin ísraelsvinur.

Henda søga gevur okkum eina enn meiri fjøltáttaða mynd av, hvat kann búgva í hugtakinum atlas og at gera landakort til ein úrvaldan marknað og tær skúlaskipanir, sum har eru.

Umframt heimligt málstríð, kann atlas eisini verða eitt amboð at skapa heimsmyndir, ið tvíhalda um søguligar sannføringar av politiskum ella átrúnaðarligum slag.

Hetta miðeysturatlas var av sonnum ein lærupengi fyri allar partar. Vónandi eisini fyri ordragevandi kundan.

- Gott nýggjár í allari verðini, as we know it!