Skip to main content

Posts

Norðurlendskur filmur í felag

Norðurlendskur filmur hevur títt og ofta staðið sterkur á altjóða pallinum. Heilt frá teim fyrstu døgum, tá filmar vórðu gjørdir í Týsklandi, og heimurin lærdi seg nøvn sum Die Asta , ið var danska Asta Nielsen (1881-1972), og tá svenski filmsleikstjórin Victor Sjöström (1879-1960) fór til Hollywood, og ikki minst tá landsmaðurin og starvsbróðurin Mauritz Stiller (1883-1928) uppdagaði Gretu Garbo (1905-1990) og førdi hana til amerikanska býin, sum enn er ímyndin av filmslist og filmsídnaði. Seinni fingu vit so nøvn sum Bergman, August og von Trier. Men Føroyar eru ikki órørdar sum filmsland. Longu í 1907 tók heimsins elsta filmsfelag, Nordisk Film, eina danska kongavitjan upp í Havn, og sama ár keypti Ólavur á Heygum (1866-1923) eitt filmsapparat úr Noregi, sum hann trý ár seinni seldi til Dia av Bø, tað er Andrias Niclasen, ið fór undir biograf í Havn. Síðani var biografur bæði í Sjónleikarhúsinum, sum upprunaliga varð bygt í 1926, og í Havnar Klubba, sum í 1962 bygdi einasta biogr

Ljós yvir Nólsoy og alla Havnina

Meðan SEV legði biografin og alt landið lamið í ein tíma í gjárkvøldið, eydnaðist ikki at taka lívið av  Livjatan , nýggja russiska stórfilminum um korrupta borgarstjóran við Barentshavið, ið fær alt illavorðið at eydnast, so leingi hann hevur etableraðu kirkjuna hjá sær og við sær. Men leggið til merkis, at óetableraða kirkjan var eisini har, hon sum keypti breyð á sama staði sum fólkið, men slapp ikki uppí partin hjá borgarstjóranum. Men henda lítilætna kirkja slapp at siga lyklasøguna um Livjatan og at geva fólkinum breyð. Men tá fór ljóð og kamera í svínastallin. Frá Job og Sálmunum fóru vit við russiska fátækraprestinum til Matteus 7,6. Sterkur filmur. Ole Wich tók ivasomu myrkursmyndina omanfyri, tá ein SEV maður, sum var millum áskoðararnar, fekk arbeiðsboð og kundi greiða fulla salinum frá skaðanum. Ein serstøk film noir løta og forsmakkur uppa sólarmyrkingina um tveir mánar, meðan Klubbin skonkti eina myrka. Men hósmorgunin varð bjartur eins og allir aðrir morgnar hesa myr

Kavamyndir

Í hesum døgum er lagamanni, ella gaman í, sum Sprotin skjýtur upp í opnu orðabókini, at taka kavamyndir, har grivið er. Í hvussu er, um tú ert í bili. Tað var eg i gjár. Í bili niðan eftir Oyggjarvegnum, steðgaði við rulluportrið at taka myndina omanfyri, framvið Kleynsvarða og vendi við vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga. Tá sæst, hvussu lítil menniskjan er. Hon sæst niðast til høgru í myndini niðanfyri. Og í tí fjara síggjast hægstu støðina í Neshaga, sum setandi sólin rakar. Fjaldur undir eini kavafonn, stendur ein gráur Honda við vegjaðaran longur niðri. Eins og aðrir bilar, ið treiskaðust ímóti veðrinum og øllum ávaringum, kom hann ikki longur. Ein stoiskur skulpturur í kavalandslagnum. Skotabrúgv sæst oman móti Havnardali og í tí fjara sæst Fjallið omanfyri Fossdalsá. Við jaðaran verða vit mint á ross og reiðmenn, sum krossa vegin við Kleynsvarða, ella ríða framvið eftir gøtunum úr Havnardali, har mongu fjósini eru, føroysk og íslendsk. Sum alla aðras

I can’t stand fences

Ann Telnaes (2006): Drawing a Line Fyri 80 árum síðani gjørdu Cole Porter og Robert Fletcher sangin Don’t Fence Me In til sangleikin Adios Argentina, sum aldri bleiv til nakað. Men sangurin bleiv ein landaplága. Ikki bara í amerikanska upprunalandinum, men í øllum heimsins londum. Kom í tankar um henda sang, nú øll vilja strika av og byrgja inni tey, ið hava annarleiðis meiningar enn tey, sum halda seg sita omaná. Sangurin leiddi meg til enn eitt minni frá fyrst í 80’unum, tá eg sjálvurannar var í praktikk frá Læraraskúlanum. Halgadoy um vit ikki vóru sett at hava fimleik ein dupulttíma. Ikki akkurát mítt fak. Men vit løgdu væl rættis saman við stinnu fimleikalærarinnuni. Til henda fyrsta praktikktíman í fimleiki skjeyt hon upp, at vit skuldu enda við at spæla sjórænarar. Tað er tá øll sleppa at gera alt, sum til ber í eini fimleikahøll. ‘Kann mann tað?’, spurdu vit báðir praktikantar forskrektir og sóu beinbrot og blá eygu fyri okkum, tí flokkurin var eitt sindur balstýrin. &#

Heilsan til Tey av Kamarinum

Alt var betri fyrr! Fyrr í tíðini plagdi eg at hava útvarpssendingar, í fyrstuni við útlendskum tónleiki og seinni um mentanarlig viðurskifti her í landinum. Í fyrra førinum bara rútmiskan tónleik, ongantíð seriøsan tónleik. Soleiðis vóru heitini tá. Rútmiskur tónleikur mótvegis seriøsum tónleiki. Gittarsoloir hjá Hendrix og kantatur hjá Bach. Og tó. Í útvarpssendingum møtti man ongantíð einum tónleikara, ið forsakaði rútmu, og frívilliga gjørdist ó-rútmiskur. Kanska vildi tað verið ov langt frá fyrstu takt og til ta næstu, um tónleikarin valdi at blíva ó-rútmiskur. Heldur ongantíð møtti man einum tónleikara, sum segði seg vera ó-seriøsan í øllum tí, hann ella hon fekst við á tónleikaøkinum til gerandis og heilagt, bara tí hann varð koyrdur í rútmiska bólkin. Rútmiskur ella órútmiskur, seriøsur ella óseriøsur. Tað var gott latín fyrr. Tí fyrr vóru nokkso nógvar hugsanir av slíkum slagi. Kassahugsan og etikettir, ið høvdu lyndi til at seta seg á alt, so vit ikki vilt

Mentanarvirðislønir landsins

Í kvøld var veitslulag í Deplinum í Skálavík, har borgarstjórin tók ímóti mentamálaráðharranum og fylgi norðan úr Havn, virðislønarmóttakarum og hópin av vælhýrdum fólki úr øllum teim seks bygdunum í oynni. Páll Danielsen var vertur og intruduseraði eina hugtakandi Biritu Poulsen, sum máldi akustikkin í rúminum, plaseraði seg í passandi fjarstøðu frá mikrofonini, og sang Du bist die ruhe  sum Schubert skrivaði í 1823, meðan Mattias Kapnas, ið seinni fekk virðisløn sum ungt listafólk, spældi klaver. Fyrsta Mentanarvirðisløn Landsins varð latin í 1998, Heiðursgáva Landsins í 2001 og virðislønin til ungt listafólk í 2011. Í ár fekk koloristiski myndlistamaðurin Torbjørn Olsen høvuðsvirðislønina. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv, sum sagt verður. Við heiðrinum fylgja 150.000 krónur. Hansina Iversen bar fram ein nemandi kvøðu til Torbjørn, sum eg avmyndaði

Útferð til Barentshavið at berjast við drekar

Mikudagin 21. januar kl 19:30 sýnir Filmsfelagið russiska filmin Livjatan í Havnar Bio. Filmurin, sum er ein orrusta við korrupta borgarstjóran við Barentshavið, varð frumsýndir í Cannes, har hann vann virðisløn fyri besta handrit. Beint nú hevur hann vunnið virðislønina Golden Globe sum besti útlendski filmur yvirhøvur. Virðislønin varð latin russiska filminum í kapping við pólska Ida , sum var fyrsti filmur hjá Filmsfelagnum, og svenska Force Majeure , sum verður vístur 18. februar. So nú eru fleiri orsøkir at fara í biograf í Havn, har Havnar Bio bjóðar inn til ferð í Barentshavið at berjast við nútíðar drekar! Livjatan , sum í heitinum sipar til Gamla Testamenti, er gjørdur við Barentshavið í lítlu bygdini Teriberka í Murmansk oblast á Kolahálvoynni, 340 km frá Kirkenes í Noregi. Í Teriberka er beinagrindin, sum prýðir filmsplakatina ovast. Onnur brot í filminum eru tikin í Apatity, Kirovsk og sámiska býnum Montsjegorsk, har 45.000 fólk búgva, 120 km sunnanfyri Murmansk.

Flott illveður

Tað er av flottasta illveðri, í hvussu er í Havn, har tað ikki leikar so hart á, sum í øðrum pørtum av landinum. Við útsýni av krossinum Fútalág-Stoffalág kasta tendraðu lyktapelarnir eitt so sjáldsama avmarkað og tó heitt ljós upp móti gráu og blýtungu luftini, við kavaklæddu Nólsoynni og uppreitta fjørðinum í baksýni. Eitt sjáldsamt illlýsi, sum í klárum litum boðar frá heglingi og toruslátti.

Filmur í árinum 2014

Tekstur: Birgir Kruse Myndir:  úr “Podróżnik” (Franklin Henriksen 2014) Dimmalætting 2/2015 Frá ongari krónu til sjeyhundraðtúsund í almennum stuðli til føroyska filmsgerð, og frá einstreingjaðum ungdómsfilmum úr Hollywood til komplekst estetiserandi svart hvítan film úr Póllandi, og onnur evropeisk eksperiment fyri vaksin og kræsin. Heimliga støðan kann ikki sigast at verða annað enn góð, tá ræður um film í Føroyum. Ja, kanska hin besta nakrantíð, síðan filmur fyrstu ferð varð vístur á føroyskt lørift hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna í 1907, trý ár innan Dia á Bø lat havnarfólk sleppa at síggja film við sama apparati í mentunargøtuni í høvuðsstaðnum. Umframt dagsins eyðsýndu talent at gera stuttfilm úti í heimsins metropolum, eru heimligu filmsaktørarnir fyrst Norðurlandahúsið og nú Mentamálaráðið við stuðli til filmsgerð, og so Klippfisk og Havnar Bio. Men fleiri kundu verið við í filmisku føðiketuni. Millum annað Kringvarpið og almenningurin. Tí uttan publikum, eingin filmur.

Fullsett í Filmsfelagnum

Foto: Ingi Joensen Tað var fullsett í Havnar Bio til fyrstu sýning í Filmsfelagnum í kvøld. Ingi Joensen, fotografur, tók báðar myndirnar út yvir salin, fyri og meðan fólk nutu pólska filmin IDA (Pawel Pawlikowski 2013). Millum áskoðararnar vóru fleiri fólk, ið eisini vóru til staðar, tá ið Filmslistafelagið varð stovnað í somu hølum í 1962. Upprunaligu stovnararnir vóru Erling Simonsen, Eyðun Johannesen og Fraser Eysturoy, sum frammanundan høvdu sent eitt bræv til 100 borgarar í Havn. Jákup Eli Jacobsen, núverandi stjóri í Havnar Bio, fekk lógvabrestir frá áskoðarunum fyri at vísa listarliga áhugaverdan film á henda hátt annanhvønn mikudag, og møguleikin fyri einum filmfestivali í Havn í september varð nevndur. Næsta sýning í Filmsfelagnum er mikudagin 21. januar kl 19:30, tá russiski filmurin LEVJATAN (Andrej Zvjagintsev 2014) verður sýndur. Atgongumerki fáast í Havnar Bio ella á heimasíðini hjá biografinum. Sum sæst á fremstu røð er altíð ein stólur til tín í Filmsfelagnum!