Skip to main content

Útferð til Barentshavið at berjast við drekar


Mikudagin 21. januar kl 19:30 sýnir Filmsfelagið russiska filmin Livjatan í Havnar Bio. Filmurin, sum er ein orrusta við korrupta borgarstjóran við Barentshavið, varð frumsýndir í Cannes, har hann vann virðisløn fyri besta handrit. Beint nú hevur hann vunnið virðislønina Golden Globe sum besti útlendski filmur yvirhøvur. Virðislønin varð latin russiska filminum í kapping við pólska Ida, sum var fyrsti filmur hjá Filmsfelagnum, og svenska Force Majeure, sum verður vístur 18. februar. So nú eru fleiri orsøkir at fara í biograf í Havn, har Havnar Bio bjóðar inn til ferð í Barentshavið at berjast við nútíðar drekar!



Livjatan, sum í heitinum sipar til Gamla Testamenti, er gjørdur við Barentshavið í lítlu bygdini Teriberka í Murmansk oblast á Kolahálvoynni, 340 km frá Kirkenes í Noregi. Í Teriberka er beinagrindin, sum prýðir filmsplakatina ovast. Onnur brot í filminum eru tikin í Apatity, Kirovsk og sámiska býnum Montsjegorsk, har 45.000 fólk búgva, 120 km sunnanfyri Murmansk.


Í Gamla Testamenti verður Livjatan nevndur sum forniski drekin, ið Gud vann á í upphavi, tá alt bleiv til. Í Sálmi 74 kunnu vit lesa:

Hvussu leingi, Guð, skal fíggindin háða, øvundarmaðurin spotta títt navn allar ævir? Hví dregur tú hond tína til tín, krógvar tína høgru hond undir kappafaldi tínum? Og Guð er tó drottin mín úr forðum, hann ið frelsuverk útinnir á jørð. Tað var tú, ið kleyv havið við veldi, ið breyt høvur á drekunum á sjónum! Tað var tú, ið sló sundur Livjatans høvur og gav tey til føði fyri djór í oyðimørk! Tað vart tú, ið renna læt keldur og áir, ið turkaði upp teir avgomlu streymar! Tín er dagurin, og tín er náttin, tað vart tú, ið gjørdi til ljós og sól!


Livjatan er fjórði spælifilmur hjá Andrej Zvjagintsev (f.1964). Hann er russiskur leikstjóri, sum ofta verður skýrdur hin nýggi Andrej Tarkovskíj (1932-1986), sum gjørdi sjey filmar í fullari longd. Tarkovskíj segði javnan, at heldur enn veruleikan, vildi hann sýna dreymar, hugsanir og endurminningar. Rennandi vatn og eldur sóust ofta. Í seinasta filminum Offret, sum varð gjørdur á Gotlandi, spældu norðurlendskir leikarar.



Andrej Zvjagintsev  hevur higartil gjørt tríggjar filmar, sum eg havi sæð undir hesum ensku nøvnum: The Return (2003), har tveir dreingir fara útferð við pápanum, sum teir bara kenna frá einu gamlari mynd, The Banishment (2007) um eitt húski, ið er flutt á bygd, og Elena (2011) um húsmóðurina, sum verður einkja og fær møguleikan at tiltuska sær ein stóran arv at hjálpa ommusoninum, so hann kann fáa eina útbúgving. Livjatan (2014) er fjórði biograffilmur hjá Andrej Zvjagintsev.

Hóast eg haldi lítið skil vera í at samanbera Zvjagintsev við Tarkovskíj, er púra greitt, at størsti filmsleikstjóri úr Russlandi beint nú er eingin annar enn Andrej Zvjagintsev.

Væl møtt!