Tekstur: Birgir Kruse
Myndir: úr “Podróżnik” (Franklin Henriksen 2014)
Dimmalætting 2/2015
Frá ongari krónu til sjeyhundraðtúsund í almennum stuðli til føroyska filmsgerð, og frá einstreingjaðum ungdómsfilmum úr Hollywood til komplekst estetiserandi svart hvítan film úr Póllandi, og onnur evropeisk eksperiment fyri vaksin og kræsin. Heimliga støðan kann ikki sigast at verða annað enn góð, tá ræður um film í Føroyum. Ja, kanska hin besta nakrantíð, síðan filmur fyrstu ferð varð vístur á føroyskt lørift hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna í 1907, trý ár innan Dia á Bø lat havnarfólk sleppa at síggja film við sama apparati í mentunargøtuni í høvuðsstaðnum. Umframt dagsins eyðsýndu talent at gera stuttfilm úti í heimsins metropolum, eru heimligu filmsaktørarnir fyrst Norðurlandahúsið og nú Mentamálaráðið við stuðli til filmsgerð, og so Klippfisk og Havnar Bio. Men fleiri kundu verið við í filmisku føðiketuni. Millum annað Kringvarpið og almenningurin. Tí uttan publikum, eingin filmur.
Føroyska filmsárið byrjaði við at størsti matvøruhandilin, Miklagarður, gjørdi enn ein film at lýsa handilin og tær vørur, sum har fáast til keyps, hesa ferð “Golden cut”, um neytakjøt beint frá bóndanum á Nýsælandi og til kundan í Havn.
Bara tað, at ein handil velur filmsmiðilin til hetta endamál er spennandi. At onkur so ilskast um, at føroysk filmslistafólk vilja befatta seg við mammon og handilsligar vørur, ger bara støðuna enn meiri spennandi. Tí av øllum listagreinum er filmur hon, sum í fyrsta lagi er mest bundin at einum vinnuligum undirlendi, og í øðrum lagi av einum náðileysum marknaði, sum ikki vil loysa billett til hvat sum helst.
Sum listagrein er filmur hin fremsta at verða kalla ein vøra. Her er ikki at verða smásárur, men at viðurkenna listarliga bundinskapin til marknaðin.
Longu í ársins fyrsta filmsmánað fekk eg tann naiva tanka, at nú man onkur av Føroya fremstu fyritøkum fara at seta eina árliga upphædd av til film. Ja, hugsa tær? Skal ikki nevna nøvn, men ein listarlig afturbering fyri fólksins ogn, kundi gjørt stóran mun í definitiónini av nýspírandi filmslist í Føroyum, sum Katrin Ottarsdóttir gróðursetti longu mitt í áttatiárunum.
Umframt nýggju filmsjáttanina hjá Mentamálaráðið tørvar okkum privatar stuðlar og íleggjarar. Og hví ikki kirkjuna eisini? Í øllum stórum filmslondum, luthersk-evangelskum eins og katólskum, eru søguríkar og sjónligar virðislønir, ið verða lætnar filmum, ið viðgera mál og viðurskifti, sum kirkjan vil seta á skrá í modernaða samfelagnum. Livst, so spyrst.
Í januar var hin fyrri av tveimum íslendskum filmum, “Málmhøvd” (Bragason 2013), vístur í Klipp-røðini í Norðurlandahúsinum. Ein sterk, nemandi og viðkomandi søga um tungmálmsrokk í huganum hjá truplum ungdómum á bygd, har júst kirkjan fær ein týðandi leiklut. Seinni íslendski filmurin, “Hross í oss” (Erlingsson 2013), varð sýndur í september, og stutt eftir varð hann kosin besti norðurlendski filmur í 2014. Leikstjórin, Benedikt Erligsson, greiddi vælupplgadur frá um filmin og íslendska filmsgerð yvirhøvur. - Tað var ikki fyrr enn vit góvust at filma illustrativ landsløg, og sleptu tankanum um at filmur er einmansavrik, at vit veruliga eydnaðust at skapa eina filmsvinnu í Íslandi, segði hann í Norðurlandahúsinum.
Í februar fekk “Vetrarmorgun” (Sakaris Stórá 2013) fyrstu virðisløn, Grand Prix, sum besti stuttfilmur í 14plus bólkinum í Berlin. Fyri fyrst ferð er eydnast ein føroyskum filmi at fáa fótin innum altjóða tjaldið og reiðiliga tað. - He shall please keep us posted about his future work, sigur Wieland Speck, sum er ein av programmleiðarunum á altjóða filmstevnuni der Berlinale, sum í ár hevur 65 ár á baki. Harafturat er stevnan ein av teim fyrstu í árinum, har væl liggur fyri at skapa nýggju nøvn, rák og virði í allari filmsverðini. Wieland Speck er hann, ið bar vampýrsøguna um “Manor” til Føroya í áttatiárunum, tí hann ætlaði at gera svart-hvítan film úr søguni. Enn hevur hann ikki slept ætlanini.
Í mars er heimildarfilmurin um garnaskipið “Anitu” í Sjónvarpinum. Við meistarligari fotografering verður søgan søgd við frásøgusnildum, sum enn einaferð staðfesta filmiska førleikan hjá manningini í Kringvarpinum. Nú er stundin komin til at Kringvarpið fer eitt stig longur, og setur fiktión á skránna. Stutta ella langa, ella hví ikki eina samtíðarrøð, sum á public service støði vendir sær til alla tjóðina, og byggir á nútíðar søgubitar frá virknum høvundum, ið verða lagdir undir kønar leikstjórar?
Í mars verður ein norðurlendskur filmur av serliga eksemplariskum slagi vístur í Havnar Bio. Tað er “Monica Z”, har danski Per Fly lýsir svensku Monicu Zetterlund, sum íslendska Edda Karin Hjartardóttir Magnason bæði spælir og syngur, sum var tað legendariska jazzsangarinnan sjálv, ið varð grivin upp og sett á heimliga biografløriftið. Framúr. Eg ynski mær eina swingandi jazzkonsert við Eddu!
Í apríl sýnir Havnar Bio bíbilska stórfilmin hjá Darren Aronovsky um “Nóa”. Hóast stórur og larmandi, hevur filmurin lítið uppá seg, var tað ikki, at fleiri uttandurasenur eru tiknar í Íslandi. Júst hesin partur, ið eisini sást aftur í “Interstellar” (Nolan 2014) í november, eigur at verða áhugaverdur fyri okkum, sum búgva í næsta grannalandi. Vit eiga avgjørt at liggja framvið at fáa altjóða filmslið higar at gera dramatiskt trøllsligar uttanduraupptøkur. Men innan vit koma so langt, eiga vit at fáa føtur undir egið filmsborð í egnum filmshúsið.
Í apríl vísur Norðurlandahúsið meistarliga norska filmin “I am Yours”, har Iram Haq lýsir søguna hjá eini einligari ungari mammu av fremmandum uppruna í norðurlendska stórbýrasamfelagnum beint nú.
Klipp-røðin heldur fram í mai, tá Norðurlandahúsið sýnir “Pionér”, ið lýsir hendingaríku norsku oljusøguna, sum byrjar við kavarum í einum trýsttanga. Tað margháttliga er, at júst undan sýningini hevði Landsjúkrahúsið onga játtan til henda fundamentala part í fyrigyklaða oljuídnaðinum beint her hjá okkum. Hóast oljuævintýrið aldri kom til okkara, var filmurin ein áminning til heimliga hugsjónarloysið tá um oljuvinnu ræður.
Í juni vísir Havnar Bio danska kovboyfilmin “The Salvation” hjá dogmabróðrinum Kristian Levring. Hóast spildurnýggjur, er hann klassiskur western í John Ford stíli, bara við norðurlendskum niðursetufólkum á amerikansku heiðini.
Í summarhitanum í juli prógvar Havnar Bio at eitt heilt serstakt biografsegment er í Føroyum. Tað er sólarklárt, tá biografurin sum hin einasti í Norðurlondum og uttan undirtekst, vísir amerikanska filmin “Heaven is for Real” (Wallace 2014), ið savnar fleiri áskoðarar enn til nakra James Bond sýning. Filmurin byggir á bók, har ein prædikumaður sigur frá um lítla sonin, sum doyði, fór til himmals og kom aftur til jarðar og kundi siga frá øllum, honum var fyri. Henda film vild nógv fólk síggja, hóast tey aldri ganga í biograf. Sýningin eydnaðist so væl, at eitt nýtt og higartil ókent segment er staðfest í Føroyum.
Í september frumsýnir Katrin Ottarsdóttir filmin “Ludo” í Norðurlandahúsinum, og síðani í Havnar Bio. Hetta er triði biograffilmurin hjá Katrini og hann tekur støði í virðislønta yrkingasavninum “Eru koparrør í himmiríki?”
Sjálv hevur Katrin sagt í samrøðu við Sosialinum, at tilfarið er tikið úr egnum lívi, og nú er eingin eftir at halda søguni aftur. Hetta persóliga upplegg sást longu í “Bye Bye Blue Bird” (1999), og serliga var serliga sjónligt í teim fimm samansettu svart-hvítu stuttfilmunum saman við dóttrini Hildigunn í “Lejlighedsminder” (2011), har omman varð lýst sum illi andin í húsinum, ikki minst tá knetti skuldu kókast og skerast. Í “Ludo” er unga Hildigunn sama omma/mamma og høvuðspersónur í nýggju symbolløddu nøtrisøguni. Heilt frá fyrsta krunki í túninum er tónin lagdur. Vit eru í birdland, niðurbundin av konvensjónum hjá Hitchcock og Bergman, og so florerandi litspælinum hjá Edward Fuglø, sum var tað ein hemningsleysur Almodóvar. Veingjaskotni pápin er fuglamaðurin burturav, ein góðlyntur fríluftsskóti og Sølvpil-lesari, og einastu bjørtu løtuna familjuterapeutur í køkinum. Dótturin er innilæsti ungin, sum ikki hevur biðið um at koma í hesa verð, og í hvussu er ikki til hesa familju. Hon er í gulum jakka, sum í “Ordinary People” (Redford 1980). Devulsetta mamman stýrir ikki bara fysiska lívinum, men eisini blinkandi dukkum og blóðigum knívum, sum var tað “Baby Doll” hjá Jon Bang Carlsen (1988) og allari ófrættarøðini hjá Stephen King, har mekaniskir lutir fáa náttarlív og blóðigan anda, bara viljin er nóg illur. Og tað er mamman - ein illur vilji, ið sveimar yvir vøtnunum, eisini bjørtu Jesusmyndini hjá Thorvaldsen. Sentralu senuna haldi eg vera gomlu mammumyndina á bróstinum, har barnið ikki líkist tí barni, sum er í húsinum. Kanska er barnið á myndini tað, sum mamman einaferð ynskti og enn droymir um, hóast tað aldri bleiv, ella nú er mist. Tó at tað í rørslu, tóna og lýsi sýnist sum í dreymi, ger barnið at enda uppreistur og kemur einsamalt og blóðdálkað út í náttartúnið, sum vóru vit í eini framhalssenu úr “Psycho” (Hitchcock 1960), og gongur móti kirkjubakkanum, meðan ófrættakendi tónleikurin darrar í luftini. Barnsins einasti uggi er eins og í byrjanini barnaríman hjá Hans Andriasi Djurhuus. Filmurin er komin at enda. Ein sterk søga, sum í fyrsta umfari hevur talandi gildið sum ein lýsing av uppvakstrarkorum hjá børnum, har ótamd sinnissjúka, kanska føðitunglyndi, sleppur at seta skránna. Síðani ein sterk, og eftir hvat skilst úr áðurnevndu blaðsamrøðu, úr egnum royndum upplivað og væl grundgivin, ákæra mótvegis eini nyttuleysari kommunulæknaskipan og eini sjúkrasystir, sum bara gongur við slaturi, og í heila taki einum fráverandi psykiatriskum tilboði, sum ikki røkkur inn í fuglabúrið, har mamman elur upp einkarungan undir veingjabreiði sinnisjúkunnar, uttan at duga at elska, sum hon sjálv sigur. Hon er ódugnalig í lívsins yrki, men hevur alla maktina, hóast dótturin einaferð sleppur at siga “eg eri ikki idiot”. Samhugin er allan vegin við barninum. Ein spennandi lýsing, sum hevur beinleiðis adressu til føroyskar skúlastovur. Eg gleði meg at sleppa at hoyra føroysklærarar undirvísa í og við hesum filmi. Tað er rárur fuglur, føroyskur filmur.
Í oktober verður ársins besti heimildarfilmur í røðini DOXBIO sýndur í Havnar Bio. Áskoðaratalið er akkurát tveysiffrað, ið hevur keypt atgongumerki til “Ekstra Bladet: Uden for citat”. Ein livandi gravsteinur yvir doyggjandi pressuna, so sum vit higartil hava kent hana í pappíri at blaða í. Hóast biografurin hevur lagt seg eftir at vísa allar teir nýggju heimildarfilmarnar í DOXBIO røðini, noyðist hann at gevast, tí so fá møta. Eitt er at filmur skal síggjast í biografinum, men tá eingi møta ber ikki til at leiga og vísa film, hita høli og set fólk til arbeiðis. Tað hongur bara ikki saman. Spell, at Havnin er ov lítil til nýskapandi heimildarfilm í spælifilmslongd á stórum lørifti. Ómetaligt spell.
Í desember er Geytin uppá spæl í Norðúrlandahusinum, har Heiðrikkur á Heygum við ræðufilminum “Skuld” vinnur alt, eisini Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs. Filmurin, sum er í fleiri løgum, miðsavnar seg um ræðsluna fyri at doyggja í einsemi, uttan at megna at føra ættina víðari. Dómsnevndin segði m.a. at “hugsanin hjá mammuni um barnið er miðdepilin í hesi klassisku og tó nýskapandi føroysku ræðusøgu. Við øllum hevdvunnum frásøgusnildum úr hesi filmsgrein lýsir filmurin barnið, sum eina stund untist mammuni at bera undir belti, seta í verðina og tveita út í tað dulda, meðan nýfangaðu kombikkini sprakla á svørtu helluni. Við higartil ósæddari styrki og symbolum, millum annað eini brennandi altartalvu, otar filmurin seg miskunnarleyst inn í brotsverkið, sum er bygdarfólkinum dult. “Hvat hevur tú gjørt?” spyr doyggjandi kvinnan, ið aldri átti eitt barn, ungu kvinnuna, ið hevur høvuðsleiklutin sum heimasjúkrasystir. Forteljandi meginásurin er aldur og ungdómur, lívssøra kvinnan, ið verður hildin upp móti burðarføru kvinnuni, og hvussu søga og børn teirra skulu liva víðari, ella bara doyggja. Við filminum “Skuld” leitar Heiðrikur á Heygum í kendum ræðufilmsgoymslum úr allari verðini, men er tó so djarvur, at hann endurnýggjar sjangruna á føroyskum. Filmurin er eitt heilrunnið listaverk í visuellari styrki, leikstjórn, suspense, pallseting, ljóði og náttúru.”
Millum aðrar spennandi filmar í Geytakappingini eru “Podróżnik” hjá Franklin Henriksen, sum í svørt hvítum myndprýðir hesa grein, og hin einfalda men effektiva søgan hjá Andrias Høgenni “Kom og dansa”.
Norðurlandahúsið hevur við hepnari hond eydnast at fáa útlendskar dómarar við í Geytadómsnevndina, so fremmand eygu kunnu meta um føroysku filmsavrikini, og skapa filmssambond út í heim.
At Mentamálaráðið við árslok boðar frá, at nú fáast sjeyhundraðtúsund krónur til føroyska filmsgerð, og at Havnar Bio velur at vísa filmslist annanhvønn mikudag í eitt hálvt ár við frámerkinum “Filmsfelagið”, ger árið 2014 til eitt tað mest væleydnaða filmsárið í Føroya søgu. Í hvussu er, higani eg siti. Sum Rick sigur í endanum á “Casablanca” (Curtiz 1942): - Louis, I think this is the beginning of a beautiful friendship!
Gott nýtt filmsár - og minst til, at filmur sæst best í biografinum!