Heiðursgáva landsins, 75.000 krónur, varð latin til tónleikabólkin Tey av kamarinum, sum hevur verið virkin í 60 ár, og eiga sangir, sum eru blivnir almenn ogn. Mær leingist varð sungin sum felagsangur og Nicolina sang ein nýggjan heimlandssang, ið varð umsettur úr enskum, meðan Eyðbjørn spældi undir. Tey síggjast niðanfyri saman við Áslakki.
Virðislønina til ungt listafólk 2014 og 50.000 krónur fekk Mattias Kapnas, ið við hugtakandi fynd spældi Appassionata, sum Beethoven skrivaði í 1804-06. Lærarin Jóannes Andreasen bar honum eina góða heilsan.
Tvær listakvinnur fingu lívslanga sømdargávu, sum er 20.000 krónur um árið. Tær eru Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, og Oddvør Johansen, rithøvundur. Katrin var til staðar og fortaldi eina stuttliga søgu, tá hon sum smágenta fór við bussi til Dals og varð stórliga skuffa, tí hon hevði bara Daells Varehus katalogið í høvdinum. Katrin takkaði eisini manninum, Hugin Eide, fyri stuðul og stabila inntøku.
Í hugnaligu matstovuni borðreiddi Leif Sørensen við leskiligum sjálvtøkuborði við smábitum av landi og sjógvi. Málningarnar eigur Randarsól Kristiansdóttir úr Skopun. Tað hevur nógv at siga, at deplar sum hesin eru opnir og virknir, til dømis við staðbundnum tiltøkum, ið lokka avbygdafólk til, so abstrakta hugtakið bygdamenning verður ítøkiligt og fær eitt mennandi virði.
Poul Jákup Thomsen, havnamaður av Skarvanesi, og Jóannes Johannesen úr Dali spældu á fiól og harmoniku so felagssangurin gekk so lystiliga, eisini tá vit sungu heilt lokalar sangir, sum gingu til lagið Fjallarósan.
Í gongini varð høvið at hitta lokalar politikkarar, eitt nú Páll á Reynatúgvu, sum bjóðaði heim til ein góðan bita. Hetta var dagur í viku.
Úr Deplinum varð sent um Útvarpið til alt landið, eins og stroymað varð við myndum, um enn eitt sindur seinkað. Men vónandi fingu øll alt við innan tíðindini komu klokkan seks. Mentamálaráðharrin kundi upplýsa lurtarar um, at sonevnda listaboykottið, sum varð lýst fyri tveimum árum síðani, nú var av.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavik, takkaði fyri og minti á menatanarliga íkastið úr hesum avmarkaða øki. Jú, hann hevði sanniliga orsøk til at vera vælnøgdur við tiltakið, hóast veðrið ikki varð til vildar og spældi øllum eitt puss dagin fyri.
Í bussinum fortaldi Finnleif Fagradal nógvar góðar søgur úr oynni. Ein frálík útferð til eitt frálíkt tiltak varð komin at enda.