Foto: Ingi Joensen
Tað var fullsett í Havnar Bio til fyrstu sýning í Filmsfelagnum í kvøld. Ingi Joensen, fotografur, tók báðar myndirnar út yvir salin, fyri og meðan fólk nutu pólska filmin IDA (Pawel Pawlikowski 2013). Millum áskoðararnar vóru fleiri fólk, ið eisini vóru til staðar, tá ið Filmslistafelagið varð stovnað í somu hølum í 1962. Upprunaligu stovnararnir vóru Erling Simonsen, Eyðun Johannesen og Fraser Eysturoy, sum frammanundan høvdu sent eitt bræv til 100 borgarar í Havn. Jákup Eli Jacobsen, núverandi stjóri í Havnar Bio, fekk lógvabrestir frá áskoðarunum fyri at vísa listarliga áhugaverdan film á henda hátt annanhvønn mikudag, og møguleikin fyri einum filmfestivali í Havn í september varð nevndur. Næsta sýning í Filmsfelagnum er mikudagin 21. januar kl 19:30, tá russiski filmurin LEVJATAN (Andrej Zvjagintsev 2014) verður sýndur. Atgongumerki fáast í Havnar Bio ella á heimasíðini hjá biografinum. Sum sæst á fremstu røð er altíð ein stólur til tín í Filmsfelagnum!