Skip to main content

Posts

Mad Max komin inn í hitan

Franska filmstíðarritið, Cahiers du Cinéma , er altíð fyrst at seta saman ein lista yvir 10 teir bestu filmarnar í árinum, sum er farið at halla. Í ár er bretska filmstíðarritið Sight & Sound eins skjótt at kunngerða ein lista við 20 teim bestu filmunum í 2015. Og enn hava Star Wars og nýggi Tarrantino filmurin ikki verið frumsýndir, og nýggi Spielberg filmurin er ov nýggjur at koma á nakran lista longu nú. Men tað sum sjokkerar ein biografgangara er, at mest kritiska blað í verðini, franska  Cahiers du Cinéma , vísur á nýggja Mad Max filmin sum nummar fimm millum tíggju teir bestu í ár. Sama ger bretska Sight & Sound , sum gevur filminum  Mad Max: Fury Road eitt reint triðjapláss. Tað var Mel Gibson, sum í 1979 hevði høvuðsleiklutin í fyrsta dystopiska og postapokalyptiska Mad Max actionfilminum um at byggja eina oyðilagda verð upp aftur. Tríggir filmar komu við Gibson sum uppbyggiliga Max í einum heimi, har vatn og olja ganga undan, og nú er hin fjórði og nýggjasti k

Emil hundrað

Summi andlit eru serliga spennandi at avmynda. Ikki minst tá tey poséra, rulla eina sigarett, guva og bíða til lúkan fer niður og myndin er í kassanum, fest og tikin úr tíðini. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna, varð skipað fyri Steffan Danielsen framsýning á Látrinum í Nólsoy. Úrvalið var frá Emil Juul Thomsen , sum her sæst við einum sigarettstubba, sum hann sjálvur rullaði henda dag, 20. apríl í 2009, tá Kinna og eg vitjaðu hann. Emil lænti okkum seytjan málningar til framsýningina, samstundis sum bók um Nólsoyarmálaran kom út. Hetta árið vóru tilsamans 117 tiltøk í Tórshavnar kommunu at fagna fungerandi fólkaræði í hundrað ár. Í dag hevði Emil verið hundrað, um hann ikki andaðist 96 ára gamal hin 12. september í 2012.

Vit og umheimurin

Í dag er Thanksgiving Day í USA og í morgin er Black Friday. Vinmaðurin og fotografurin Bill Schwab úr Michigan hevur í dag tilboð um serligt Thanksgiving prent av einum bógvi á einum báti við Skáltrøð í Havn í september í 2012. Myndin er analog, framkallað og prentað á egnum verkstaði, Northern Light Press. Hyggja vit í orðabókina, so stendur soleiðis um Thanksgiving Day: takkargerð, takkarveitsla; Thanksgiving Day [almennur frídagur í USA og Kanada, sum er halgaður takkargerð til Guds; í USA síðsti hósdagur í november, í Kanada annar mánadagur í oktobur] Um Black Friday, sum er í morgin, stendur ikki so nógv í orðabókini - enn. Tí nú er nýggi handilsligi týdningurin, sum er knýttur at fríggjadegnum eftir Thanksgiving Day, eisini komin til Føroya úr enskttalandi heiminum. Fyrsta føroyska lýsing eg havi sæð um søguliga stóra útsøludagin, Black Friday, er á tveimum fullsíðulýsingum frá Elding beint nú. Tað havi eg ikki sæð fyrr. Her er Black Friday mynd úr John Lewis ha

Næsti høvuðsstaður

Edinburgh er størsti býur og næsti høvuðsstaður, bara 720 kilometrar og ein tíma og fimm minuttir burturi, tá ferðast verður við Atlantsflogi í dag. Gamaní skuldi kavin ruddast í Vágum eina góða løtu, innan vit sluppu avstað fríggjadagin, og mánadagin varð drúgvari enn eg nakrantíð havi upplivað at tjekka inn heimaftur. Flogfarið var fullsett báðar vegir. Her vóru arbeiðsfelagar og binduklibbar, sum høvdu brúkt møguleikan at fara eina skjóta sjoppingferð, síggja jólatrøðini verða tendrað í einum stórbýi, og fáa altjóða mentanarligar upplivingar afturvið. Alt samalt lagt til rættis av ferðaskrivstovuni 62Norður. Hoyrdi fyrrverandi landstýrismannin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund, siga í Útvarpinum, at tað, sum hann var mest harmur um úr politiska lívinum, var at leggja Skotlandssiglingina niður. Tað avgerðina angraði hann mest. Persónliga hevur tað stóran týdning, at ganga umborð á eitt føroyskt flogfar í Føroyum, og so fara úr aftur flogfarinum har, tú ætlaði á sjál

Bókasavnið best

Flestu munnu dáma best at fyrireika seg til ferðamálið, tá ein ferð stendur fyri durum. Flestu upplýsingar, ikki minst um teinar at ganga í býnum, eru á netinum. Altíð við hondina, bæði á teldu og fartelefon, har sum wi-fi samband er, so tú ikki fert um koll av dýrum roaming takstum. Men einki er sum bókin. Har byrjar taktila ferðin. Í hondini. Men í heimligu bókahandlunum kundi tey ikki útvega mær eina ferðahandbók um Edinburgh. Ikki nær námindi. Men tað kundi Býarbókasavnið. Hópin av bókum um Edinburgh, Skotland og aðrar býir í Skotlandi. Onkur bók nakað gomul, men hesin býur tolur sum eingin annar tíðarinnar tonn, so næstnýggjasta útgáva kann saktans brúkast at fáa eitt skipað yvirlit, tá tú skalt vitja okkara næsta mentabý og metropol, Edinburgh. UG til bókasavnið, krevur bata til bókahandlarnar.

Í sporvogni til Sherlock

Sporvognurin, The Tram , steðgar á York Place, sum eftir 37 minuttum og 10 pundum er endastøðin, beint við hotellið, ið er á Picardy Place. Guli kassin í gráa býnum er endin á breytini. Útsýnið av hotelltrappuni omanfyri er til stóra sjónleikarhúsið The Playhouse , sum einaferð var biografur, men nú hevur sangleikir á skránni. Við fleiri enn 3000 sessum er hetta størsta bretska høll at hýsa fólki, sum fara til sangleikir, heldur enn konsertir og fótbólt. Eins og føroyingar ganga skotar høgt uppi tøl, ið benda á alt, sum er fremst og størst. Við síðuna av The Playhouse er savningarstaðurin Theatre Royal Bar, har fólk møtast til ein bita innan sýningarnar, og kanska eitt eftirmetandi glas eisini. Sum kirkjurnar í USA, tykjast barrirnar í Skotlandi og Ongland at vera fremsta samfelagsliga bindlið millum fólk í stórbýunum. Næsti bygningur er eitt nútímans hotell, sum í glasi er bygt yvir ein gamlan slott-líknandi bygning, og tí hevur fingið navnið The Glasshouse, ið er b

Skriva í fremsta bókabýi

Skriva eitur skeiðið í skotska filmshusinum The Filmhouse . Einki er at ivast í, at Edinburgh er ídnasti bókabýur, tá vit meta eftir sølutølum hjá høvundum, sum liva og skriva í einum og sama býi. Vit hava júst havt Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og tá var nýteknaða Harry Potter bókin løgd framm. Um allan heim hevur høvundurin J.K. Rowling, sum býr í Edinburgh, selt ikki færri enn 400 mió bøkur. Umfram J.K. Rowling, kunnu vit nevna tilsamans fimm høvundar, sum liva og skriva í Edinburgh í dag, og selja eina rúgvu av bókum kring allan heim. Við sølutølum eru teir Ian Rankin (30 mió), Alexander McCall Smith (20 mió), Val McDermid (10 mió), Irvine Welsh (2 mió) og Christopher Brookmyre (2 mió). Sigst, at Rowling skrivaði fyrstu Harry Potter søgurnar á kaféini The Elephant House , sum við kinesiskum skeltum dregur ferðafólk til sín úr øllum heimi. Eisini Ian Rankin er sæddur í hesum slitnu hølum við George IV Bridge, har ein óprangandi biti fæst til dagin og vegin.

Frá Gjógv til Royal Mile

Á High Street er handilin Royal Mile Whiskies. Her hitti eg Betty Nichols, sum í summar var við Gjógv. Har fekk hon pannukøkur og kaffi, og aldri fer hon at gloyma unga ferðaleiðaran, sum læsa jura í Danmark, og so fyrimyndarliga greiddi frá um Føroyar og bygdina, tá hon var her við ferðamannaskipinum Marco Polo. Betty arbeiðir fyri Inver House í Airdrie við Glasgow og Benriach norðuri við Elgin, og er tí javnan inni á gólvinum í hesi søguríku sølubúð. Hon greiðir mær frá, at besta tilboð í dag er 40 ára gamalt Three Cask Blended Malt Whisky . - A blend of three sherry cask single malts, Glenrothes, Macallan and Tamdhu, bottled at natural strength and colour without filtration. An exceptional malt of depth and complexity, sigur Betty og nevnir metingar, sum byggja á nose , palate og overall . - Bara 337 fløskur eru til av hesum slag, og tær eru allar inni her, og fáast fyri 199,95 pund stykkið, sigur Betty og vísur mær í gluggan. Royal Mile er heitið, ið skotar hava sett á tær

Í nógvum hæddum

Edinburgh er ein høvuðsstaður í nógvum hæddum. Tað sæst ikki bara í flúgvandi sirkusinum, sum snarar í øllum vinklum upp móti Walter Scott minnismerkinum við Princes Street, men eisini í gøtunum í gamla býnum, har tú av eini brúgv kanst síggja niður í ein urtagarð, sum í veruleikanum er ein tekja. Her er alt í fleiri hæddum. Yvir gomlu húsunum á Grassmarket, sum flestu eru vertshús og matstovur, sæst slottið á heygnum. Til allar síður og í øllum kameravinklum eru søgur, ið minna okkum á aldurin á hesum samansetta býi, sum er í so nógvum hæddum og lagdum, Edinburgh. Eitt privat parkeringspláss sum hetta til Fordbilin hevði eg ikki havt petti ímóti. Úr sama øki er her aftur ein mynd, ið sýnir samanrenningina millum gamla søgu nýggjan funtionalitet mitt í gamla býnum. Í smølu brekkuni Candlemaker Row er Joyce Forsyth, sum er sniðgevi og tóvlistafólk. Hon bjóðar inn í handilin. Millum maskinur og tóvirki, nálir og stokkar, poserar hon í egnum verkum í eina horninum.

Banki verður til matstovu

Bank of Scotland helt til í hesum stásiligu hølum við George Street, sum er ein miðdepil í nýggja býnum Edinburgh. Men í 1997, tá bankin gavst her, kom ognarfyritøkan J D Wetherspoon, sum eigur útvið túsund bretskar barrir, inn í myndina. Ognarfelagið inrættaði bankahúsini til The Standing Order, sum er eitt ódýrt eldorado fyri svangar og tystar fótbóltsáskoðarar í skotska høvuðsstaðnum. Her skalt tú vera heppin at fáa pláss. Men gamla bankaskápið hjá Bank of Scotland, sum vigar 30 tons, orkaðu tey ikki at flyta. Kanska er The Standing Order ein fyrimynd og eitt hugskot at fáa lív í gamla bankabygningin í Steinatúni í Havn. Livst so spyrst. Her eru bakdyrnar.

Eina hvalastingaravísu fyri føroyingum

Tá sangarinnan Cathryn Hannaford legði til merkis, at føroyingar vóru millum áhoyrararnar á The Captains Bar í College Street í Edinburgh, bjóðaði hon út á trappuna. Her vildi hon syngja tvær longsilsfyltar hvalastingaravísurnar All the week a' the sea og My Donal '. The Captains Bar er eitt av fleiri góðum spælistøðum í Edinburgh. Tað er skiftandi, hvat er á skránni, men hetta vikuskiftið upplýsti The Gig Guide, at eisini Royal Mile Tavern og The Jazz Bar høvdu góðan livandi tónleik. Í The Captains Bar spældu fólk eftir klokkuni, sum sæst á myndunum niðanfyri. Fyrst duettin Ciarán McGhee og Rachel Walker, sum so víðkaðist til ferðandi fólk, sum høvdu verið á fólkatónleikarastevnu í grannalagnum. Niðast sæst fantastiska sangarinnan Cathryn Hannaford aftur. So vóru stundir til eina gylta Schiehallion, sum er navnið á skotska fjallatindinum og stóra oljuboriøkinum í gullhorninum beint sunnan fyri okkum. Í túninum er ein Fólkavognur við allari retroútgerð. K