Tá sangarinnan Cathryn Hannaford legði til merkis, at føroyingar vóru millum áhoyrararnar á The Captains Bar í College Street í Edinburgh, bjóðaði hon út á trappuna. Her vildi hon syngja tvær longsilsfyltar hvalastingaravísurnar All the week a' the sea og My Donal'.
The Captains Bar er eitt av fleiri góðum spælistøðum í Edinburgh. Tað er skiftandi, hvat er á skránni, men hetta vikuskiftið upplýsti The Gig Guide, at eisini Royal Mile Tavern og The Jazz Bar høvdu góðan livandi tónleik. Í The Captains Bar spældu fólk eftir klokkuni, sum sæst á myndunum niðanfyri. Fyrst duettin Ciarán McGhee og Rachel Walker, sum so víðkaðist til ferðandi fólk, sum høvdu verið á fólkatónleikarastevnu í grannalagnum. Niðast sæst fantastiska sangarinnan Cathryn Hannaford aftur.
So vóru stundir til eina gylta Schiehallion, sum er navnið á skotska fjallatindinum og stóra oljuboriøkinum í gullhorninum beint sunnan fyri okkum.
Í túninum er ein Fólkavognur við allari retroútgerð. Kanska er hann bara reklama at fáa fólk at støkka innum.
Nú eru stundir at ganga heim í steinsetta túninum í Edinburgh, meðan mánin lýsir yvir The Scotsman á brúnni, og jólatrøðini í John Lewis handilsmiðstøðini glampa gjøgnum vindeyguni á The Newsroom.