Skip to main content

Í sporvogni til Sherlock


Sporvognurin, The Tram, steðgar á York Place, sum eftir 37 minuttum og 10 pundum er endastøðin, beint við hotellið, ið er á Picardy Place. Guli kassin í gráa býnum er endin á breytini.


Útsýnið av hotelltrappuni omanfyri er til stóra sjónleikarhúsið The Playhouse, sum einaferð var biografur, men nú hevur sangleikir á skránni. Við fleiri enn 3000 sessum er hetta størsta bretska høll at hýsa fólki, sum fara til sangleikir, heldur enn konsertir og fótbólt. Eins og føroyingar ganga skotar høgt uppi tøl, ið benda á alt, sum er fremst og størst.


Við síðuna av The Playhouse er savningarstaðurin Theatre Royal Bar, har fólk møtast til ein bita innan sýningarnar, og kanska eitt eftirmetandi glas eisini. Sum kirkjurnar í USA, tykjast barrirnar í Skotlandi og Ongland at vera fremsta samfelagsliga bindlið millum fólk í stórbýunum.


Næsti bygningur er eitt nútímans hotell, sum í glasi er bygt yvir ein gamlan slott-líknandi bygning, og tí hevur fingið navnið The Glasshouse, ið er bygt saman við eina nýggja handilsmiðstøð til høgru.


Og seinasta útsýnið av hotelltrappuni er yvir á ein standmynd av pípuroyjkandi Sherlock Holmes uppfunnaranum í hálandskappa, Arthur Conan Doyle (1859-1930). Hann var føddur á hesum stað, og tí sæst navn hansara eisini á eini barr við Picardy plássið.