Skip to main content

Frá Gjógv til Royal Mile


Á High Street er handilin Royal Mile Whiskies. Her hitti eg Betty Nichols, sum í summar var við Gjógv. Har fekk hon pannukøkur og kaffi, og aldri fer hon at gloyma unga ferðaleiðaran, sum læsa jura í Danmark, og so fyrimyndarliga greiddi frá um Føroyar og bygdina, tá hon var her við ferðamannaskipinum Marco Polo. Betty arbeiðir fyri Inver House í Airdrie við Glasgow og Benriach norðuri við Elgin, og er tí javnan inni á gólvinum í hesi søguríku sølubúð. Hon greiðir mær frá, at besta tilboð í dag er 40 ára gamalt Three Cask Blended Malt Whisky. - A blend of three sherry cask single malts, Glenrothes, Macallan and Tamdhu, bottled at natural strength and colour without filtration. An exceptional malt of depth and complexity, sigur Betty og nevnir metingar, sum byggja á nose, palate og overall. - Bara 337 fløskur eru til av hesum slag, og tær eru allar inni her, og fáast fyri 199,95 pund stykkið, sigur Betty og vísur mær í gluggan.


Royal Mile er heitið, ið skotar hava sett á tær steinsettu gøturnar í hesum parti av søguliga Edinburgh, sum føra niðan á slottið, Edinburgh Castle. Mált frá slottinum og oman til Holyrood Castle er teinurin um eina skotska míl, tí heitið. Frá slottinum og oman eru gøturnar Castlehill, the Lawnmarket, the High Street, the Canongate og Abbey Strand. Í øllum býnum er tað bara handilsgøtan Princes Street, ið dregur fleiri ferðafólk til sín enn hesin søguligi teinurin, The Royal Mile, har tú meir enn so hoyrir vendingin tún, at fara um túnið og hinumegin túnið, sum tosaðu tey innføddu føroyskt. Longur niðri er ein altjóða blaðbúð, sum enn selur avísir og bløð úr pappíri.


Dansk-svenska sjónvarpsrøðin Brúgvin er eisini forsíðustoff í bretsku bløðunum. Her sæst 43 ára gamla Sofia Helin, sum er høvuðsleikarin, Saga Norén í røðini, sum á hesum leiðin fær frámerkið Scandi drama.


Eins vælsignað og at halda pappírsavísir, sum eru skrivaðar og umbrotnar við yrkislærdum nærlægni, millum fingrarnar á Royal Mile, er tað ikki minni vælsignilsi at síggja eldhugaðar blaðmenn gera eina viðmerking til støðuna úti í heimi - fyrst á prenti og so beint fram verbalt fyri almanna oyrum úti á gøtuni!



'When your are left, you are right' segði gamla lesibókin Come Along í enskum á Oyrarbakka. Men eftir eitt snar til høgru eri eg inni í Warhammer handlinum á Royal Mile. Her spæla teir enn við tíðarleysar krígsmenn.


Við jólabýnum á Princess Street fremst fyri, hómast endaleys gluggatjøld á heygnum í baksýni, gluggatjøld til tíðarleysar søgur frá Wallace til Macbeth, sum lúra undir hvørjum steini.