Skip to main content

Posts

L’Unica hjá Elisabeth úr Tjørnuvík

Elisabeth Herlufsdóttir hevur handilin L’Unica við Artellerivej á Islands Brygge í Keypmannahavn. Dygst við býr hon í eini spildurnýggjari íbúð við Poggepohlkøki, terrassu og øllum hentleikum. Fyrr hevur Elisabeth búð í einum stórum húsum úti á Amager, men flutti, at búgva tættari við handilin. - Á Islands Brygge er ein praktfull javnvág millum stilla fjørðin, kanalina, og hektiska kafélívið, sigur Elisabeth, sum er útbúgvin advokatskrivari. Síðan í oktober í 2013 hevur hon selt klædnapløgg til modernaðu kvinnuna og spennandi innbúgv til rúmliga modernaða heimið í handlinum L’Unica . - L’Unica er ein dreymur, sum eg havi havt í fleiri ár. Eftir at dreingirnir Casper, 21, og Andreas, 18, eru blivnir vaksnir, havi eg givið dreyminum pláss, siger Elisabeth í handlinum, sum er í tveimum hæddum, dygst við bústaðin. - Í dag er handilin mítt hjartabarn. Handilin er eitt boð uppá, hvussu eg hugsi mær, at fólk eiga at búgva í einum heimi, sum tú leggur merki til, tí tú vilt geva

Tá William festi í

Her á aðru hædd í 300 ára gomlu Bartskerstovu er kendasti havnarmaður føddur. Tað er rithøvundurin William Heinesen (1900-1991). - Kvisturin og øll húsini verða sett í upprunaligan stand, sigur Tummas Justinussen, sum nú eigur gomlu húsini, og fer at innrætta tey til tapas matstovu og eksotiska vínstovu við upprunaligum innbúgvi, handilsdiskum, hillum, trappum og viði á veggi og gólvi. Plastikvindeygu verða skift til vindeygu, ið líkjast teim upprunaligu, og allastaðni taka vit tapetið burtur, so vit koma inn á upprunaligu brettini. Í so máta eru hesi kanska tey mest áhugaverdu, sigur Tummas, og peikar á svørtu brettini á bróstinum. Fýra ára gamal spældi William við eld á loftinum, og tað fest í og gjørdi stóran skaða. Loftið varð umvælt í 1904, og tey bretti, sum kundu brúkast, vórðu brúkt aftur, sigur Tummas, og peikar á eitt av brettunum, sum sjónliga eru merkt av brandinum. Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og endaliga hjá Katrinu Christiansen er

Póllandi er ikki longur eitt frítt land

Meðan Frakland í tali er fremsta evropeiska filmsland og Russland næstfremsta, er Póllandi millum tey mest áhugaverdu filmslondini í Evropa. Í fjør byrjaði endurvakta Filmsfelagið í Havn við lítla svart-hvíta pólska filminum Ida . Filmurin vann Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki var gjørdur í USA, og eina langa røð av virðislønum, millum annað allar tær fremstu evropeisku filmsvirðislønirnar. Ida er um eina unga gentu, sum vil verða nunna í einu pólskum kleystri í 1962. Afturvið stilla svart-hvíta filminum eru vit á jazzkafé og møta eini lættlivandi tilkomnari kvinnu, sum er einasta familiéra samband hjá Idu uttanfyri kleysturmúrarnar, ikki minst aftureftir til upphav hennara. Seinastu árini eru leiðandi fyrisitingarlig størv í Póland broytt, so fremstu stjórar í landinum nú eru politiskt settir. Hetta er eisini galdandi fyri almenna pólska kringvarpið, TVP, sum eins og katólska kirkjan hevur fastatøkur á fólkinum. Danska sending Dagen á DR2 sigur í samrøðu við ein pólska

Spotlight í Boston og kannandi journalistikkur í Føroyum

Filmurin Spotlight , sum júst hevur vunnið Oscarvirðislønina sum besti filmur, varð sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið. Innan sýningina segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hesi orð: "Tað er gleðiligt at síggja, at so mong eru komin her í kvøld at hyggja eftir hesum filminum, sum júst hevur vunnið Oscar heiðurslønina fyri besta film. Filmurin snýr seg í stuttum um arbeiðið hjá einari redaktión á Boston Globe, sum í 2002 kundi avdúka umfatandi kynsligan ágang innan katólsku kirkjuna. Eg fegnist um, at ein filmur, sum í høvuðsheitum snýr seg um kannandi journalistikk vinnur høvuðsheiðurslønina til Oscarútdeilingina, tí tað setur fokus á týdningin av kannandi, ella gravandi, journalistikki. At tit eru so mong sum hava valt at koma í biograf í kvøld, sigur mær, at áhugin fyri journalistikkinum eisini er til staðar í Føroyum. Tað er gleðiligt! Tí journalistikkur hevur týdning. Gravandi journalistikkur er alneyðugur fyri at avdúka ivasom viðurskifti í samfelagnum

Ravnur verpur í gø

Umframt at vera eitt læknaligt orð, tað at fáa gø, so eru gø ella gøsól mánaður í gamla mánakalendaranum. Sagt verður, at ravnur verpur í gø, sum er millum torra og einmána. Tað sigur kalendarakalkulerandi orðabókin. Tað er í torra at ravnaegg verða troðin. Ravnur troðast í torra . Torri er frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Torri er eisini tíðin, tá fiskur kemur inn á grunnarnar at gýta. Einmáni er í móðurmálsorðabókini lýstur sum triði mánaður í gamla álmanakkanum, sum var frá umleið 25. mars til umleið 25. apríl. Lagt verður afturat, at ravnur klekir í einmána . Í hesum døgum sæst nógvur ravnur. Fólk, ið koyra til Havnar til arbeiðis siga, at í Hvalvík var sjáldsama nógvur ravnur at síggja í morgun. Sjálvur havi eg fyri fyrstu ferð sæð ein ravn á veg til arbeiðis. Tað var í morgun á vegamótinum Fútalág-Hoyvíksvegur, har ein ivaleyst troðin ravnur sat á lyktapelanum við Superdekk Service. Helst leitar hann eftir einum staði at klekja fyri páskir og innan lombini

Vita skalt tú: Samskifti er ikki ein nevndarførleiki

Eins og tøgn ikki kemur á ting, so er greitt, at samskifti kemur hvørki í nevnd ella ráð. Í almenna rúminum hevur ein polariserandi tørvur tikið seg upp til ikki at samskifta. Tørvurin kann best verða lýstur við at siga, at flestu bara vilja skilja og sálda rætt frá rongum. Vit og tit, havnarfólk og bygdafolk, mannafólk og konufólk, trúgvandi og vantrúgvandi. Í so máta er eingin, ið er so rættur sum klokkan. Serliga tá ið hon hevur sligið, og allarserligast tá ið hon hevur sligið fyri seinastu ferð. Tá kann verða staðfest, hvussu skarst. Kanska eru tað bara andlát, ið eru meiri staðfestandi enn løgreglutíðindi í almenna rúminum. Eftir eina hending í Mykinesi, varð sjefpolitiinspektørurin endurgivin á In.fo í gjár. Greitt er, at øvrigheitin heldur, at tað er umráðandi at siga okkum, hvat klokkan er: ”Fráboðanin úr Mykinesi kom klokkan 12.44 og klokkan 13.21 varð avgerð tikin um at boðsenda serdeildini. Klokkan 14.32 var serdeildin klár at fara av Boðanesi og klokkan 14.47 len

Javnrættindi í skúlanum

Nám hevur gjørt eina temasíðu um javnrættindi á undirvísingarpotalinum Snar. Temasíðan vendir sær til hádeild, og endamálið er at viðgera ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, í undirvísingini. "Javnstøða er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt," verður sagt í innganginum til temasíðuna. "28. apríl í 1916 fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Við hesum tiltakinum vóna vit, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni, enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti," sigur Marna Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia. "Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp til kommunustýrini. Vónin er, at tað skal vera líka natúrligt at velja

Steðgipláss

Teldutala Steðgistað, steðgipláss ella støðgingarpláss. Eins og í bókunum er rúm fyri øllum úti á berajólum. Bara ikki seyði, sum annars fer um vegir og strætir úti um alt landi. Her er portur sett á bussbúrið undir ljósinum frammi í Kollfjarðardali. Alt er sum tað skal vera. Bussurin kemur eftir klokkuni. Eingin fer úr, eingin fer í. Her er búrið við bussi. Vit hava tvey av øllum. Vælskipaða kollektiva ferðslu á sjógvi og landi, og eina blómandi privatbilismu. Í Havn koyra bussarnir ókeypis, men eingin sigur at kollektiva ókeypisman kostar tjúgu milliónir. Í Kunoy hava tey kollektiva bláa rutu, men eisini eina reyða privatrutu. Tvey av øllum. Og sigur nakar nakað, so eru tað tey í Havn. Høvuðsstaðarpressan ella The Besserwizzers. Tey, móti okkum. Tí er neyðugt at skeinkja eina Okkara, innan vit koma til tykkara. Oyggjarvegurin er eitt gott alternativ ein tílíkan dag. Luftin er blá og ókeypis, eins og ruddaði koyrivegurin í hæddini. Einki kann metast við útsýnið hiða

Kúganarvald

Teldutala Var í biograf í kvøld og sá nýggjasta filmin eftir krimisøgu hjá danska Jussi Adler-Olsen. Religión á fátækrabygd er karmur um alla gongdina í nútíðar krimisøguni, ið er eitt neyðarróp frá einum barni í eini samkomu. Neyðarrópið er ein fløskupostur. Hyggja vit um okkum, er greitt, hvussu stórt rúm religión ruddar fyri sær í persónliga frælsinum á øllum økjum. Í dag, fýra dagar undan altjóða kvinnudegnum, ger Sosialurin greitt, at vit hava eitt vald í Føroyum, sum eg má í orðabókina, at seta orð á. Kúganarvald. Ikki gudstrúgv, men fyriskipað og útint religión, sum er so ítøkilig, at hon kann merkjast í einum handartaki í eini lítlari ríkmannabygd. Tað er sjón fyri søgn og orð fyri pressu í grein í Vikuskiftissosialinum í kvøld, har tosað verður við tvey skilafólk úr Gøtu, Honnu Jensen, løgtingslim, og Zacharias Zachariasen, elstaráðslim í Filadelfia. Hanna, sum er forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd, skilir ikki, hví ein lítil løgfrøðilig broyting í hjúnabandslógin,

Niðurfarin til heljar

Teldutala Ein kamarleikur av klaustrofobiska slagnum gekk í Filmsfelagnum í kvøld, bleiktrandi við órógvandi ljóði í avmáldum academy formati. Fyriskipað av nazistiskum arbeiðssemi eru vit í helviti á jørð. Tað er kamarleikurin um Saul Útlending , sum undir krígnum er komin í týningarleguna Auschwitz, og kosin at arbeiða í Sonderkommando. Hann er okkara eygnavitni úr menniskjaskapta og heilt ítøkiliga helheimi, har avgreiddir kroppar verða nevndir stykki , ið verða roknað saman, so stykkið kann ganga upp. Menniskjað sum gud og djevul í einum, men fyrst og fremst sum stokksettur roknimeistari við dagslok. Meðan ein heil røð av miðnámsnæmingum sita framman fyri meg og lesa í teirra bleiktrandi fartelefonum, kemur tann tanki til mín, at hetta er hæddin av okkara mentan, samfelagsskipan, skúlaskapi og almennum dannilsi. Hæddin, sum vit eftir kanti nú fáa aftur í høvdið bæði av formidlandi søgulørifti og av staðbundnu stólrekkjunum mitt í Havn. Sonur Saul er heitið á filminum

Alt af Naade

Teldutala Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade . Eins og abbi var hon fødd í 1894. Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu. Har komu tey bæði, Benadikta og Marius. Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøtu. Helst hevur skriftstaðið verið goymt burtur eftir henda átrúnarliga skilnað, shunning, tey rópa á enskum. Men tá missiónshúsið varð tikið niður í apríl í 2013, kom broderaða skriftstaðið hjá ommu fyri dagin við Gøtuvík, dygst við grannahúsini, sum nú vóru Filadelfia. Minnist allar teir gomlu, sum plagdu at koma í salin við Sildamjølsfabrikkina. Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning , at s

Og so grína vit býtt eina løtu...

Teldutala Í føroysku miðlunum eru vit hvønn dag vælsignað við donskum politiskum frásøgnum. Ein starvsfelagi plagar hvønn morgun at spyrja: "Hoyrdi tú dagsins danskara í Útvarpinum?" Ikki kann eg siga annað, enn at nakað er um tað. Føroyar eru á øllum økjum, frá morgni til myrkurs, frá føðing til deyða, bundnar at Danmark, sum er hundrað ferðir størri og tí, halda summi, nógv meira vitborin enn vit. Eisini við krígsførslu í londum, sum infisera okkara miðlar og nú eisini mentapallar. Uttan filtur, sum vóru vit har. Fyrst var tað Trap Danmark , har vit blivu eitt flott eykabind, so kom  Readers Digest  til okkara sum Det Bedste , og so bókaklubbarnir ,  ið lótu upp heimin og góvu okkum heimsins bókmentir og Lademans Leksikon . So kom danska mannfólkablaðið Rapport , ið traðkaði onkran yvir tærnar, so tað bleiv bannað at selja í Føroyum. Avloysarin bleiv En Skør Skør Verden , sum var lógligt at selja, til tað hvarv eins og smáhandlarnir kring landið. Sum sæst á myndini om

Klipp í februar

Í dag, næstseinasta dag í februar, sóust tjøldur í stórum tali á Ytru Fløtum í Norðradali. Ein góð upptakt til Oscar Night við kola og pitsa. Omanfyri er klipp úr plakat hjá Filmsfelagnum, sum Ole Wich gjørdi í 1987, tá norðurlendskir filmsdagar vóru í Norðurlandahúsinum. Tjóðfuglurin liggur tungur á viðbreknu føroysku filmseggunum, sum eru úr celluloid . Undir er svarta hellan, sum skuldi prentast fleiri ferðir at fáa rætta djúpa blásvarta litin. Plakatin, ið var long sum eitt filmsklipp, varð prentað hjá Einars Prent. Niðanfyri er klipp úr veddingarseðilinum um Oscarvinnarar í ár. Av 22 fekk eg bara 6 røtt.

Ræst og sjerri hjá Janusi

Teldutala Hjalmar, Jógvan og John bjóða okkum til borðs við livandi ljósi í Áarstovu. Í dag eru 135 ár liðin síðan Janus Djurhuus varð føddur og vaks upp á hesum leiðum, í Áarstovu heima í Havn, har matstovuvinnan blómar sum onga aðrastaðni í landinum. Umframt tær báðar matstovurnar Áarstovu og Barbara Fish House, verður Fútastova, har vit fyrstu ferð fingu føroyska pitsu, nýggj matstova. Umframt niðurlendsku kaklarnar um kaminuna, verða borðini í Fútastovu gjørd úr mastrini á Westward Ho. Til dagin hevur Landsbókasavnið avmyndað hondskrivaða tekstin hjá Janusi Djurhuus til kendasta føroyska blues-sangin Situr tú seggur í oyðini høll, einastur eftir av mongum . Sangurin, sum flestu útlendingar best leggja til merkis, tá tey vitja her. Hann lata vit standa eina løtu úr eini fulsettari Áarstovu: Undir heitinum Ræst og sjerri er Áarstova farin undir annað av sjey gastronomiskum tiltøkum í ár. Fyrsta var harukvøldið fyri einum mánað síðan og næsta tiltakið í Áarstovu er eitt lam