Teldutala
Ein kamarleikur av klaustrofobiska slagnum gekk í Filmsfelagnum í kvøld, bleiktrandi við órógvandi ljóði í avmáldum academy formati.
Fyriskipað av nazistiskum arbeiðssemi eru vit í helviti á jørð. Tað er kamarleikurin um Saul Útlending, sum undir krígnum er komin í týningarleguna Auschwitz, og kosin at arbeiða í Sonderkommando.
Hann er okkara eygnavitni úr menniskjaskapta og heilt ítøkiliga helheimi, har avgreiddir kroppar verða nevndir stykki, ið verða roknað saman, so stykkið kann ganga upp. Menniskjað sum gud og djevul í einum, men fyrst og fremst sum stokksettur roknimeistari við dagslok.
Meðan ein heil røð av miðnámsnæmingum sita framman fyri meg og lesa í teirra bleiktrandi fartelefonum, kemur tann tanki til mín, at hetta er hæddin av okkara mentan, samfelagsskipan, skúlaskapi og almennum dannilsi. Hæddin, sum vit eftir kanti nú fáa aftur í høvdið bæði av formidlandi søgulørifti og av staðbundnu stólrekkjunum mitt í Havn.
Sonur Saul er heitið á filminum, ið júst hevur vunnið Oscarvirðisløn sum hin besti útlendski, Saul Ausländer. Vit hava bíbilska Saul á nethinnuni, og so Dávid-sonin, sum er til í Bíbliuni, men ikki í hesi søgu, og tó, hann sær hann, sonin, sum eingin veit av, at hann eigur í hesum helviti við eini aðrari konu. Sonur Saul. Er hann, ella er hann ikki?
Hetta er ein sterkur filmur, ið krevur nógv av áskoðaranum. Og kanska kann søgan flytast úr avmarkað Holocaust-tankanum og yvir á onnur viðurskifti, og blíva ein almenn kamarsøga um fyriskipaðan óndskap, ella bara at blíva trælur av eini skipin, har ein tyranniskur roknimeistari stendur fyri okkum tá dagur aftnar.
Filmurin varð vístur fyri fullum sali og verður vístur seks ferðir afturat í Havnar Bio.
Filmsfelagið hevur tað fyri, at biðja ein vælvaldan persón siga nøkur innleiðandi orð undan sýningini. Í kvøld var tað starvsfelagin Sólvá Jónsdóttir, sum er serkøn í Holocaust, ið varð boðin at siga innleiðandi orðini, sum eru endurgivin niðanfyri:
"Ein Holocaust filmur afturat...Um vit ætla at fortelja eina søgu um óndskap og rasismu, noyðast vit virkuliga at fara 70 ár aftur í tíðina eftir inspiratión? Søgan um Holocaust er fortald óteljandi ferðir, er nakað eftir at fortelja?
Tey, sum hava sæð ungarska filmin, Sonur Saul, eru øll samd. Tað er eitt rungandi JA!!
Eg sá eina samrøðu við leikstjóran, László Nemes, og høvuðsleikaran, Géza Röhrig, sum forrestin báðir tveir eru jødar sjálvir.
László Nemes sigur, at hann setti sær fyri at gera ein øðrvísi og betri Holocaust film, og Géza Röhrig sigur, at hann fekk handritið at lesa og hugsaði beinanvegin – been there, done that – aftur hetta melodramatiska, órealistiska... Men hann las fimm síður í handritinum, og so var hann longu sannførdur! Hetta var nakað annað – faithful to history, onki melodrama, ongin følsk vón – veruleikin!
Ummælarar eru samdir. Hesin filmurin er øðrvísi og betri enn aðrir Holocaust filmar. Ummælini eru framúr góð. Og tey allarflestu geva filminum toppkarakter. Orð sum “Meistaraverk”, “Ekstraordinært” ganga aftur, men filmurin verður eisini lýstur sum ein ræðufilmur av teimum heilt ræðuligu, og eitt annað sterkt orð, sum gongur aftur í ummælunum, er “helviti”. So eg vænti, at vit fara at fáa eina sermerkta uppliving í kvøld. Vit fara at síggja ein film, sum ljóðar at vera ein av teimum heilt góðu. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir. Hann fekk ein Oscar mánamorgunin, og hann fekk eisini Golden Globe Award í januar.
Eitt, sum er serligt við hesum filminum, er, at hann so at siga bara hevur nærmyndir, nærmyndir av høvuðspersóninum Saul. Nærmyndir hava lyndi til at fara beint í kenslurnar, tí vit síggja so lítið og ímyndað okkum so nógv. So kensluraðið hjá okkum verður uttan iva væl og virðiliga nortið í kvøld.
Vit eru í týningarleguni Auschwitz Í Póllandi fyri góðum 70 árum síðan í 1944. Auschwitz var ein av týdningarmestu brikkunum hjá nasistunum viðvíkjandi die Endlösung der Judenfrage. Ætlanini, at týna allar jødar. Av teimum uml. 6 mió. jødunum, sum vórðu dripin undir seinna heimsbardaga, vórðu umleið 1,5 mió. dripin í Auschwitz.
Høvuðspersónurin Saul Ausländer er so heppin – ella kanska óheppin – at hann ikki bleiv gassaður beinanvegin. Hann er sloppin at arbeiða í Sonderkommando. Sonderkommando vórðu jødiskir menn, sum vórðu útvaldir og tvungnir at gera tað skitnasta arbeiðið. Taka klæðini og brillur o.a. frá ofrunum, klippa hárið av teimum, taka líkini úr aftur gasskømrunum, trekkja møguligar gullltenn úr líkunum og koyra tey í krematoriuovnarnar.
Tað kom jú meira enn so fyri, at teir kendu líkini aftur, og í hesum filminum heldur Saul seg síggja sonin millum líkini…. og fer at stríðast fyri at geva honum eina virðiliga jarðarferð.
Eg las eina bók herfyri, sum ein av teimum heilt, heilt fáu, sum yvirlivdi eftir at hava arbeitt í Sonderkommando, hevur skrivað.
Hann eitur Chil Rajchman og arbeiddi í Sonderkommando í týningarleguni Treblinka í Póllandi í 10 mánaðir. Tað eydnaðist honum at flýggja og yvirliva í 1943, og handritið til bókina er skrivað í ‘44-‘45, men tað kom ikki fram, fyrr enn hann var deyður 60 ár seinni. Bókin eitur á donskum Jeg er den sidste jøde og er ein sannur gysari at lesa.
Týningarlegurnar vóru ikki bara effektivar dreparalegur, men tær vóru eisini eitt stað, har SS-fólk á ein sjúkligan hátt eyðmýktu og stuttleikaðu sær í neyðini hjá øðrum.
Hann fortelur um, hvussu teir í Sonderkommando vórðu eyðmýktir og noyddir at syngja og dansa fyri SS-monnunum, hvørja ferð ein lítil steðgur var í ræðuliga arbeiðinum. Hann fortelur eisini um ungar gentur, sum vórðu noyddar at standa naknar úti í 20 kuldastigum í fleiri tímar, so at SS-menninir kundu standa og hyggja at og hugna sær og drekka konjakk.
Tað er best at sleppa í gasskømrini sum skjótast, so er tíðin í helviti stytst!
Við hesum filminum verða vit leidd inn í ein veruleika, sum er eyðkendur av óskiljandi óndskapi og ræðuleikum. Í einum samfelag, sum ikki er so øgiliga nógv øðrvísi enn okkara, og við fólkum, sum ikki er so nógv øðrvísi enn eg og tit.
Tað er ræðandi!
27. januar 1945 leyslat sovjetski herurin fangarnar í Auschwitz. Hesin dagurin, 27. januar, hevur síðan 2005 verið altjóða dagur, tá vit minnast Holocaust. Minnast Holocaust fyri at verja okkum ímóti, at hetta nakrantíð kann henda aftur.
Men í samrøðuni við László Nemes og Géza Röhrig, sum eg nevndi í áðni, sigur Géza Röhrig, meðan hann sipar til dagsins Evropa, at vit ikki hava lært so nógv av Holocaust.
“It seems like, it’s here to stay” sigur hann. Eg hopi ikki, at hann hevur rætt!
Gerið so væl! Sterk orð um ein sterkan film: “1 tími og 47 min. í helviti!”
Sólvá Jónsdóttir