Umframt at vera eitt læknaligt orð, tað at fáa gø, so eru gø ella gøsól mánaður í gamla mánakalendaranum. Sagt verður, at ravnur verpur í gø, sum er millum torra og einmána. Tað sigur kalendarakalkulerandi orðabókin. Tað er í torra at ravnaegg verða troðin. Ravnur troðast í torra. Torri er frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Torri er eisini tíðin, tá fiskur kemur inn á grunnarnar at gýta. Einmáni er í móðurmálsorðabókini lýstur sum triði mánaður í gamla álmanakkanum, sum var frá umleið 25. mars til umleið 25. apríl. Lagt verður afturat, at ravnur klekir í einmána.
Í hesum døgum sæst nógvur ravnur. Fólk, ið koyra til Havnar til arbeiðis siga, at í Hvalvík var sjáldsama nógvur ravnur at síggja í morgun. Sjálvur havi eg fyri fyrstu ferð sæð ein ravn á veg til arbeiðis. Tað var í morgun á vegamótinum Fútalág-Hoyvíksvegur, har ein ivaleyst troðin ravnur sat á lyktapelanum við Superdekk Service. Helst leitar hann eftir einum staði at klekja fyri páskir og innan lombini koma, her í Havn, sum tey siga í Útvarpinum. Her í Havn, har ravnar eisini eru farnir at verpa, troðast og klekja. Tað er bygdamenning millum traðarmenn. Og innan fyri dyrnar síggi eg, at Anna Kathrina Højgaard ger klárt til fotoframsýning, sum letur upp í dag klokkan 15.
Her eru meistarligar myndir úr Havn og Lofoten, har ikki bara ljósið er viðleikari, men eisini ravnurin omanfyri. Og her niðanfyri fangaði eg Onnu Kathrinu sjálva við klaverið í Mentanargongini eftir at Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, hevði latið fotoframsýningina, sum ber heitið Úr øllum ættum koma myndir, upp. Í hondini hevur Anna Kathrina eitt Mamiya/Sekor myndatól, sum eg keypti hjá Bambus, har hon lærdi, í 1973. Anna Kathrina varð liðug við meistaralæruna sum fotografur í Danmark í 1975. Framsýningin er opin til 1. juli. Takk fyri myndina!