Nám hevur gjørt eina temasíðu um javnrættindi á undirvísingarpotalinum Snar. Temasíðan vendir sær til hádeild, og endamálið er at viðgera ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, í undirvísingini.
"Javnstøða er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt," verður sagt í innganginum til temasíðuna.
"28. apríl í 1916 fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Við hesum tiltakinum vóna vit, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni, enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti," sigur Marna Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia.
"Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp til kommunustýrini. Vónin er, at tað skal vera líka natúrligt at velja kvinnu sum mann í kommunustýrini í landinum," sigur Marna við undirvísingarligu temasíðuna um javnrættindi.
"Sæð við javnstøðubrillum var bý- og bygdaráðsvalið í 2012 ein sorgarleikur," sigur Ólavur Ellefsen, sum er nývaldur formaður í Javnstøðunevndini.
"Kvinnur vóru valdar í 28% av teimum 203 sessunum kring landið, og hetta var ein afturgongd samanborið við 2008, tá talið var 30%. Málið er, at tað skulu vera 50% av hvørjum kyni í bý- og bygdaráðum, eins og í løgtingi og landsstýri. Í ár eru 108 ár síðani, at kvinnur á fyrsta sinni kundu velja og høvdu rætt at blíva valdar á kommunuvali, men framvegis er langt eftir á mál. Lítla kvinnuumboðanin kostar okkum nógv. Umframt at vera órættvíst, rinda vit dýrt við vantandi fjølbroytni, óbrúktum talenti, og einum samfelag, sum tilvitað ella ótilvitað styggir kvinnur burtur, sigur Ólavur. Hetta má bøtast um, ongantíð ov skjótt," sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.
Góðan 8. mars í øllum skúlum kring landið!