Teldutala Eftir triðju sendingina hjá Suna Merkistein um Móðurmálið eri eg so ovurhonds fegin um tað - móðurmálið - og mani fram allar tær minnismyndir uttan úr heimi, tá fólk hava spurt, hvat tað er fyri mál, vit tosa okkara millum á bensinstøðini ella matstovuni í tí fremmanda. “Gee, it’s the perfect spy language” og “Fantastic, you have to read the story of the Code Talkers”, siga tey. Í báðum førum fór eg at fregnast og síðan at fegnast um spy language og Code Talkers, og at vit yvirhøvur hava eitt mál, sum er okkara egna. Hinvegin, at verið málleysur føroyingur er so óhugsandi, at eg fati ikki tankan um tankan. Men í Hetlandi kenna tey hann. Og onkur hava verið har og hugt niður í avgrundina, har einki føroyskt mál var at finna, eisini í okkara tíð. Fyrst og fremst studentaskúlanæmingarnir Elin Henriksen og Hermann Oskarsson, sum í 70’unum ikki sluppu at tosa føroyskt í Lærdómshoydølum. Demonstrativt setti tilkallaði danski próvdómarin seg at blaða í Berlingaranum, s