Teldutala
Eftir triðju sendingina hjá Suna Merkistein um Móðurmálið eri eg so ovurhonds fegin um tað - móðurmálið - og mani fram allar tær minnismyndir uttan úr heimi, tá fólk hava spurt, hvat tað er fyri mál, vit tosa okkara millum á bensinstøðini ella matstovuni í tí fremmanda.
“Gee, it’s the perfect spy language” og “Fantastic, you have to read the story of the Code Talkers”, siga tey.
Í báðum førum fór eg at fregnast og síðan at fegnast um spy language og Code Talkers, og at vit yvirhøvur hava eitt mál, sum er okkara egna. Hinvegin, at verið málleysur føroyingur er so óhugsandi, at eg fati ikki tankan um tankan. Men í Hetlandi kenna tey hann.
Og onkur hava verið har og hugt niður í avgrundina, har einki føroyskt mál var at finna, eisini í okkara tíð. Fyrst og fremst studentaskúlanæmingarnir Elin Henriksen og Hermann Oskarsson, sum í 70’unum ikki sluppu at tosa føroyskt í Lærdómshoydølum.
Demonstrativt setti tilkallaði danski próvdómarin seg at blaða í Berlingaranum, sum rakk út um alt borðið, meðan minnimenti kolinibúgvin talaði fyri seg - á føroyskum.
Síggi fyri mær, hvussu tilkallaði kolonialisturin hevur havt White Man’s Burden hjá Kipling undir eygnalokunum, meðan ferðauppgerðin kitlaði í lummanum.
Síggi eisini fyri mær senuna í grønlendska filminum Lysets Hjerte, har danski kongurin í 1948 heiðrar veiðimannin, sum er í samráðingarnevndini um hjálandið Grønland, við eini vakrari veiðibyrsu at heingja á veggin. Men byrsan verður seinni brúkt til alt annað enn tjóðarbygging.
Hóast vit aldri hava verið so sperd av yvirharradømi, sum grønlendingar, mátti eg smírast, tá umboðið fyri Málfelagið í sendingini hjá Suna í gjárkvøldið vildi vera við, at heimasmíðaða orðið telda var tað mest klikkaða og eitt eyðkenni fyri málfasismu av onkrum slag. Helst úr Havn.
Stuttligast var umboðið fyri Málfelagið, tá eitt heilt nýtt samansvørjingarástøði, konspiratiónsteori, varð lagt fram. Uppáhaldið hjá móðurleysa Málfelagnum var, at í Havn, og har um leiðir, brúka tey móðurmálið sum ein potensforleingjara at dyrka indavl við. Eg mátti spola aftur á setningin. Móðurmálið er vorðið ein potensforleingjari at dyrka indavl við.
Av onkrari óskiljandi orsøk er hetta privata áhugafelag, sum hvørki hevur adressu ella limalista, umboðað í almenna Málráðnum.
Ikki so sjáldan haldi eg, at okkara land er yvirumboðað av kverulantum og fornreliktum, tí vit mest av øllum vilja fagna tí fólkaræðisliga, nakað sum Galebevægelsen í danska Móðurlandinum fyrr í tíðini.
Tað er í sjálvum sær ein ediliga góður tanki, men tað førir við sær, at tú óneyðuga ofta mást stinga fingrarnar í oyruni og sanna, at tilætlað idioti er ein menniskjansligur veruleiki, sum tá ið samanum kemur hevur sama tilverurætt sum allir aðrir tjóðarbyggjandi eginleikar. Tað mugu vit smyrja okkum við. At øll ikki er samd við okkara egnu fatan av okkara alra móðurmáli, hvussu vit brúka tað til gerandis og heilagt, og hvussu vit tola, at onnur handfara hetta ediliga amboð, sum ein spaki at flyta jørðina við, sum Ole Wich so meistarliga peikaði á í yrkingasavninum Ophav.
Suni eigur at fáa Móðurmálsvirðislønina. Ikki bara fyri avrikið at gera hesar tríggjar sendingarnar, men fyri at skapa eina semju í huganum á hyggjaranum. Nærri kjarnanum í public service koma vit neyvan.