Teldutala
Um vikuskiftið hevur allur heimurin fingið at vita um skattasnýt hjá politikarum og ríkfólki úr øllum heiminum, eisini av okkara leiðum.
Boðini um skattasnýtið, har m.a. størsti norðurlendski bankin, Nordea, hevur ráðgivið, er størsti leki í søguni.
Lekin, sum fyllir 2,6 terabit, er 1500 ferðir størri enn WikiLeak í 2010. Á 25 málum hava útvið 400 journalistar úr 80 londum arbeitt við skjølunum. Leiðslan í íslendska ríkisútvarpinum visti einki um innhaldið áðrenn sendingin fór í luftina í gjár.
Tað var ein trúverdug kelda, ið setti seg í samband við týsku avísina Süddeutsche Zeitung, og gav atgongd til skjølini. Lekin stavar frá advokatfelagnum Mossack Fonseca í Panamá, sum hevur 35 deildir úti í heimi. Fremsta uppgávan hjá felagnum er at gera skuffufeløg, so sleppast kann undan skatti. Savnaðu skjølini avdúka 214.000 feløg, ið eru knýtt at politikarum og vinnulívsfólki í fleiri enn 200 londum.
Møguleikin, at yvirgangsfelagsskapir hava vunnið sær fígging á henda hátt, hevur hingið uppi við kanningararbeiðnum.
Journalistiski felagsskapurin International Consortium of Investigative Journalists fekk atgongd til skjølini og hevur í eitt ár granskað tey saman við fleiri enn 100 miðlafyritøkum, ið ikki á nakran hátt hava goldið fyri tilfarið.
Undir heitinum Panama Papers eru 11,5 mió loynilig skjøl, ið fevna um eitt nærum 40 ára skeið, savnað. Skjølini eru ikki almannakunngjørd enn, men umframt Nordea, hava íslendsk nøvn verið nevnd. Tí kann hugsast, at føroysk ríkfólk, ið hava havt samband við Ísland og Nordea, eru at finna í milliónatals skjølunum.
Á blaðsíðu 31 í skúlabókini Fjølmiðlar (Nám 2008) verður sagt soleiðis um fjórðu samfelagsmaktina:
”Fjølmiðlarnir hava vald, og sagt verður, at teir eru fjórða samfelagsmaktin. Hetta merkir, at fjølmiðlarnir ofta eru við til at gera av, hvat verður havt á munni manna millum. Eisini er tað so, at politikarar og onnur, ið skulu taka avgerðir, verða noydd at taka mál og evni upp og gera okkurt við tey, júst tí at tey hava verið frammi í fjølmiðlunum.”
Jógvan Hugo Gardar hevur í nógv ár umboðað journalistar í altjóða samstarvi. Við Birkblog sigur Jógvan Hugo í morgun:
- The Panama Papers er enn eitt prógv um, at fjórða samfelagsmaktin hevur eina berandi uppgávu í samfelagnum. Tað, sum er komið undan kavi síðan í gjár, er bara toppurin av ísfjallinum í hesum málinum. Talan er bara um eitt felag, av fleiri, sum bjóða heimsins ríkfólkum møguleikar at krógva sínar pengar, so sleppast kann undan at gjalda skatt.
- Hóast miðlaverðin er í stórum broytingum, og talið á journalistum minkar, so vísa The Panama Papers, at tað finst ein hópur av fólki, sum vil brúka sína orku at grava í slíkum málum. Og hesir journalistarnir eru í øllum londum, og í dag samstarva journalistar betri enn nakrantíð tvørtur um landamørk. Tað ger, at vit í komandi tíðum fara at fáa fleiri stórar avdúkingar. Og tað er neyvan tað land í heiminum, sum ikki fer at uppliva, at millum teirra borgarar eru fólk, sum tamba lógir og reglur fyri at tryggja sær sjálvum fyrimunir, sigur Jógvan Hugo Gardar.
Myndina niðanfyri av Jógvani Hugo tók sonurin Jóni Harald.