Nei, tað er ikki plakatin til nýggja filmin, Mig og Min Lillebror , tað eru Kris og eg, sum Evi Tausen sá okkum aftanfyri í Norðurlandahúsinum í kvøld. Trý konsertkvøld við inngangi til Kris Kristofferson eru komin at enda. Tað hevur verið hendingaríkt og stuttligt, og ikki sørt av einum heiðuri at sleppa at uppliva, takk Tummas. Best dámdi mær For the Good Times á Reinsarínum mikukvøldið. Intensari verður tann sangurin ikki. Vit møttust sunnudagin í Kirkjubø og í kvøld vildi hann síggja myndirnar, eg tók í gomlu bóndastovuni, sum hann segði. Ikki var stutttíðarminnið kargari enn so. Wauw, eri hetta eg á tínum máli í tínum bloggi, spyr hann, og heldur at hann sær út at verða gamal. Alt ov gamal, heldur hann. Hatta er ein gamal maður, sigur hann við eini innbygdari fjarstøðu í røddini, sum fær meg at ivast um hann argar meg. Oddbjørn, Hallur, Noel og teir úr Klaksvík heilsa uppá, og dótturin, Kelly, sjeikurin, Andrew, spyrja um Shakespeare, og um ein pallur er til tei