Skip to main content

100 teir bestu filmarnir sambært BBC


Ja, tað er sum á filmi, filmi hjá David Lynch. Í dag hevur BBC kunngjørt úrslitið av eini kanning, har 177 filmsummælarar úr øllum heimspørtum eru spurdir um besta film síðan túsundáraskiftið. Fremstur er David Lynch við filminum Mulholland Drive frá 2001. Ein av mínum yndisfilmum er nummar trý, There Will Be Blood hjá Paul Thomas Anderson frá 2007. Nýggjasti filmur, at liggja so ovarlaga, er Boyhood hjá Richard Linklater, sum Filmsfelagið vísti í fjør. Á einum nítjandi plássi er ein enn nýggjari filmur, Mad Max Fury Road hjá George Miller frá í fjør. Tá varð hann eisini vístur í Havnar Bio, sum er væl við tá umræður at vísa nýggjan film. Tveir norðurlendskir filmsleikstjórar eru á top hundrað listanum hjá teim 177 BBC ummælarunum. Danski Lars von Trier er tvær ferðirnar á listanum. Melancholia (2011) er á einum 43. plássi og Dogville (2003) er á einum 73. plássi. Á einum 94. plássi er svenski Tomas Alfredson við Låt den rätte komma in (2008). Nummar hundrað er allar nýggjasti filmur, sum er so nýggjur, at hann enn ikki hevur verið vístur herheima. Tað er Toni Erdmann (Maren Ade 2016), sum í dag hevur fingið altjóða FIPRESCI virðislønina sum besti filmur í ár. Filmsfelagið fer at vísa hann, helst fyri jól. Top hundrað listin hjá BBC við bestu filmum síðan aldarskiftið vísur, at filmsmiðilin er í støðugari menning kring allan heim. Eisini her heima hjá okkum, so leingi vit hava ein livandi biograf, ið hevur handilsligan hug og listaligt dirvi at vísa film, sum umboðar tey framleiðslurák, ið eru úti í heimi.