Mánadagin 6. februar í 2017 verður Útvarpið trýss ár. Sum sæst á myndini omanfyri, verður undir spyrjandi yvirskriftini Á føroyskum ella donskum í skúlabókini Fjølmiðlar tikið úr skránni henda dag í 1957. Seinni kom Sjónvarpið til, og uppaftur seinni vóru báðir almannamiðlarnir lagdir saman í Kringvarp Føroya. Eingin loyna skal vera, at mær dámar best javngamla varpið, sum tíanverri er drenað av dansktfødda sjónvarpsmiðilinum, so hann, útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya, hevur ilt við at fóta sær og skapa eitt lív í dagsins umbroytiliga samfelag. Tí er tað kærkomið, at Rigmor Dam, sum umsitur Kringvarpið, er farin at gera ein nýggjan public service sáttmála , sum skal galda frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020. Fyrsti sáttmáli av tílíkum slag kom fram í 2010. Sjálvfylgiligheitirnar Í tílíkum sáttmálum standa sjálvfylgiligheitir, so sum at Kringvarpið skal í størstan mun tryggja, at sendingar og tilfar er óheft av seráhugamálum, er fjølbroytt og margfalt, er viðk