So er tað sagt. Føroyar hava hongt seg upp á arktiska verðinskrossin. Tey, sum hava ivast í danskt-føroyska knýtinum, kunnu, umframt at fylgja við í ríkispolitiska kjakinum, lesa og lurta í miðlunum. Meðan almannamiðlin hvønn morgun finnur dagsins danskara, so vita privatu miðlarnir at siga, at kikhosti er ringur í Danmark, og at Mopper er farin í ævigu kanalina. Fyri tænastuna skulu teir hava føroyskan stráfóðurs-, hoyberar- og útberðarstuðul. Ja, hann hevur rætt, sambandsformaðurin. Vit hava hongt okkum uppá danska verdenskorset og skulu hava stuðul at endursenda allar søgur úr krossins skugga, verdenskorset, ret som beset.