Skip to main content

Posts

Fríggjadagsvinir

Fríggjadagin møttust vit gomlu floksfelagar í miðbýnum. Myndina omanfyri tók Maud Olsen í Perluni, eftir at hon hevði boðið okkum blóðpylsu av Trøllanesi, har hon býr. Undir yvirskriftini Economusée Føroyar - føroyskt handverk og list vísti Maud, sum er slektað av Eiði, okkum eisini, hvussu hon klipti eina vomb. Spennandi tiltakið við føroyskum handverki og list av útoyggj í Miðbýarperluni í Havn heldur fram sunnudagin. Tað er sum at koma í annan heim og tað mitt í býnum, har alt er á gosi, tí tað er Black Friday, stóra brúkarafestin ein mánað fyri jólaaftan. Men bókadagar eru eisini og eg havi lovað mær sjálvum on this buy nothing day ikki at keypa nakað annað enn, ja, kvalitetsbjór, craftbeer . Vit eru í Mikkeller í gomlu Dandastovu heima í Havn, har Gullhornið og Gongin vóru fyrr. Jóanes Nielsen hevur lagt botnin henda svarta handilsfríggjadag við yrkingini Tosa ikki um sálina á blaðsíðu 42. Vit gera eftir áheitanini í yrkingini og skriva á baksíðuna á

Vencil 18. er komin

Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur í handlarnar. Hetta er ellivta árið, ið Vencil verður givin út, og í ár kemur tann 18. Vencilin í røðini. 18. Vencilin er líkur teimum undanfarnu. Hann er fyltur út til breddarnar við góðum skaldskapi á føroyskum. Hesin Vencilin hevur tvey tekstasløg: yrkingar og stuttsøgur. Yrkingarnar eru týddar úr ymiskum málum, og fleiri upprunaføroyskar eru eisini. Alexandur Kristiansen, Agnar Jógvansson, Beinir Bergsson, Heðin M. Klein, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Martin Næs og Rakel Helmsdal hava skrivað yrkingarnar á upprunaføroyskum, og tær týddu yrkingarnar eru eftir Steinn Steinarr, Ron Padgett, Anne Haines og Lope de Vega. Vagnur Streymoy, Anna

Ársins tilboð: Spar alt, keyp einki!

Í dag er fyrsti kavadagur, fyrsti vetrardagur, dagin fyri ársins svartastu brúkarafest, black friday . Men fólk, ið ikki eru so materialistisk, og heldur savna sær immateriell virði hinumegin, hava funnið uppá at spara so mikið, at tey luttaka í einum heilt øðrum tiltaki við ikki at luttaka. "Participate by not participating". Tað er í tiltakinum Buy Nothing Day , sum er allan dagin í morgin fríggjadagin 24. november. Ella sum jólamaðurin sigur, helst við orðum Robert Frosts í huga: Buy Nothing X-Mas - A Path Less Traveled. Gleðilig-keyp-einki-jól. Hvør blakar fyrsta kavablakið?

Solveig innleiðir sýningina við The Square

"The Square" er gullvinnarin í Cannes í ár og seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól. Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu, og savnsumsjónarfólk á Listasavninum, fer at innleiða sýningina við "The Square" í Filmsfelagnum mikukvøldið 29. november kl 20. Leikstjóri er svenski Ruben Östlund (f.1974), ið gjørdi "Force Majeure" (2014), sum Filmsfelagið eisini vísti við góðari undirtøku í Havnar Bio. Í báðum førum hevur Katja Adomeit verið medvirkandi framleiðari. Hon hevur sama leiklut í filmunum "Dreymar við havið" (2017) hjá Sakaris Stórá og "Team Hurricane" (2017) hjá Anniku Berg, sum er ættað av Tvøroyri. Katja sæst longst til vinstru á myndini niðanfyri saman við Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu og Jón Hammer. Atgognumerkjasølan til "The Square" er byrjað á netinum og við skivuna í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýnir nýggjan listaliga áhugaverdan film annan hvønn mikudag. V

Sangur um Ova á bestu fløguni

Undir árliga jólaborðahaldinum hjá countryklubbanum Sp/f Kúfóður er fastur táttur at Petur Rouch velur fimm tær bestu tónleikaútgávurnar í ár. Besta av teim fimm í ár er Folk Hotel hjá ferðandi amerikanska sang- og søguskrivaranum Tom Russell. Petur gavst í summar við vælumtóktu røðini Rót og Rútma, men áhugin at lurta eftir tónleiki er ikki burtur. Á fløguni Folk Hotel yrkir og syngur Tom Russell um Hank Williams, Dylan Thomas og støð sum El Paso og Belfast. Men mest sermerkti sangur á okkara leiðum er skering tólv. Yrkjarin er á fimm stjórnaðum hotelli í Keypmannahavn, tá hann varnast ein at síggja til heimleysan, sum bíleggur tríggjar magnum fløskur av sjampanju og eitt kartong av sigarettum. Meðan yrkjaraegið bíðar eftir leigubilinum, spyr hann reseptionistin, hvør hin heimleysi var. Jú, hatta var Ove Joensen, sum hevur róð úr Føroyum til Keypmannahavnar, og nú skal ballast fyri milliónina, ið hann vann. Í heimbýnum tjúgu ár seinni møtir Tom Russell eini sangarinnu ú

Nýggjur Varði komin út

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Tað er Dorit Hansen, ið er ritstjóri. Saman við Føroyaprenti hevur hon lyft 96 ára gamla mentanarritið fram í nútíðina, fyrst og fremst í uppseting og útsjónd. Síðan Brá og Bragi hildu uppat, eru Varðin, og síðan 2006 eisini Vencil , einastu bókmentanarligu tíðarrit á føroyskum. Gamla Varðan sigur týska Wikipedia soleiðis um: "die älteste und wichtigste Literatur- und Kulturzeitschrift der Färöer." Millum greinarnar í nýggja Varðanum eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen við sjáldsama góðum myndum, sum Benjamin Rasmussen tók, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir Hanus Kamban. Tvær heiðursgreinar um skrivandi menn úr Havn eru eisini við. Tær eru um Tórodd Poulsen, sum 15. oktober fylti 60, og um Carl Jóhan Jensen, sum 2. desember eisini fer at fylla 60 ár. “Framtíðin er kvennkyn” er heitið

The Square er seinasti filmur í ár

Nú er bara ein filmur eftir á ársskránni hjá Filmsfelagnum. Tað er svenski filmurin ”The Square”, sum Ruben Östlund (f. 1974) fekk gullvirðislønina fyri í Cannes í summar. Hetta er ein provokerandi filmur um list og hvør ger av, hvat er list. Filmurin, sum hevur elvt til nógv kjak, verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 29. november kl 20, tá Solveig Hanusardóttir Olsen fer at innleiða sýningina. Solveig er savnsumsjónarfólk á Listasavninum. Satira um Stalin í nýggja árinum Í nýggja árinum bjóðar Filmsfelagið til feska satiru longu 3. januar. Tað er bretski filmurin ”The Death of Stalin”, sum skotski leikstjórin Armando Iannucci hevur gjørt við kendum leikarum sum Steve Buscemi og Michael Palin frá Monty Python. Iannucci, sum er føddur í Glasgow í 1963, hevur fyrr gjørt Oscartilnevnda filmin "In the Loop" (2010). Besti filmur úr Russlandi 17. januar í 2018 fer Filmsfelagið at vísa nýggjasti filmin hjá kendasta russiska leikstjóranum beint nú, Andrey Zvy

The Master of Discomfort

Her er ein perma á blaðnum hjá svenska filmstovninum, Swedish Film, sum javnan kemur út og sigur frá um nýggjan svenskan film. Júst henda perma fær meg at nikka, tá eg lesi undirheitið á greinini um leikstjóran Ruben Östlund (f. 1974) the master of discomfort . Östlund vann fyrstu virðisløn í Cannes í ár, Palme d'Or, fyri The Square , sum er ein provokerandi og ágangandi uppliving av, hvat list er og kanska ikki er. Summir ummælarar vilja vera við, at hetta er mest kjakskapandi filmur í ár. Høvið verður eisini at fylgja við í kjakinum, tí júst The Square er seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri jól. Hann verður vístur í Havnar Bio mikudagin 29. november kl 20. Sama ágangandi discomfort stíl brúkti Ruben Östlund í filminum Force Majeur (2014), sum Filmsfelagið eisini vísti tá hann var nýggjur. Tann filmurin var um eina svenska familju, sum fór í Alpurnar at standa á skí. Tá eitt skalvalop tykist gera enda á teimum uppi á háfjallshotellinum, rýmur maðurin og letur øll v

Kom til Bethlehem í kvøld

Í kvøld verður seinasti av teim trimum ísraelsku filmunum sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio, har Ísraelskir Filmsdagar eru á fyrsta sinni. Filmurin er hin kontroversielli Bethlehem , um samnevnda staðin á Vestara Áarbakka í Palestina, har søgan sigur, at Jesus varð føddur. Filmurin er ein nútíðarsøga um njósnaravirksemi og spentu viðurskiftini millum Ísrael og Palestina. Fyrsti ísraelski filmur var A Quiet Heart,  har Vinafelagið Føroyar-Ísrael var vertur, og í gjárkvøldið var The Cakemaker sýndur. Hetta er fyrsti biograffilmur, sum ísraelski leikstjórin Ofir Raul Graizer gjørdi eftir bara trettan døgum. Eitt stillført meistaraverk um kærleika, sum eisini rúmar samkyndleika. Men í kvøld verða vit førd til Bethlehem . Virkandi ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Eyal Lampert, hevur longu gjørt av, at tiltakið við nýggjum ísraelskum biograffilmum verður aftur í Havn næsta ár. Eisini vil ísraelska sendistovan stuðla Filmsfelagnum at finna góðar filmar, sum lýsa skeið o

Ísraelskir filmsdagar settir

Ísraelsku filmsdagarnir í Føroyum byrjaðu í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá Annika Olsen, borgarstjóri, setti sýningarnar. Annika vísti á, hvussu vit vanliga hugsa um stórar bíbilskar filmar, tá Ísrael og filmar verða nevndir í sama viðfangi. Men hesir filmar eru gjørdir í Hollywood. Hinvegin vita tey fæstu, at Ísrael hevur fingið fleiri Oscar-nomineringar enn nakað annað land í Miðeystri. Hon vísti eisini á, hvussu nýggju filmarnir vuksu úr eini blandingsmentan og einum sera fjølbroyttum samfelag við nógvum stórum sum smáum tvídráttum. Annika nevndi eisini, at kristna uppalingin í Føroyum helst hevur ávirkað mong til eina jaliga fatan av landinum, men samstundis metti hon, at slíkar fatanir fullkomiliga hvurvu í myrkrinum í biografsalinum, tí hvør einasti filmur var eitt upplegg til nýtt kjak og nýggjar og fjølbroyttar fatanir. Ísraelskir filmar eru sera persónligir og lýsa allar partar av einum fløktum samfelag. Við tænastum sum t.d. Netflix kunnu mong nú síggja filmsrøðir sum

Hanus vann við Wunder-Pizza

19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini, sum Klippfisk skipaði fyri í 48 tímar um vikuskiftið. Dómsnevndin valdi filmin Wunder-Pizza , ið Hanus Johannessen leikstjórnaði, sum vinnara. Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, las grundgevingina hjá dómsnevndini upp í auluni í Kommunuskúlanum, sum nú ber heitið Finsen. Grundgevingin var soljóðandi: "Vit vórðu øll beinanvegein tikin við, tí høvuðsleikarin skapar eina bæði stuttliga og hugvekjandi identifikatión. Tað er sum at síggja ein heilan film, í einum stuttfilmi, sum er fólksligur og hongur saman, er heilskaptur, hevur stuttligar myndir, og stuttligar endurtøkur, sum viðtøkurnar siga fyri hesa sjangru. Vinnarasøgan er ein søga, sum er gjøgnumførd - bæði í frásøgu og við myndum, og lýkur sjálvandi treytirnar, uttan at tað gerst uppátikið. Framleiðsluliðið hevur gjørt sær stóran ómak at finna føroysk locations, sum eru sannførandi og stuðla væl upp undir skemtið, ið ber søguna fram. Vinnarafi