Fríggjadagin møttust vit gomlu floksfelagar í miðbýnum. Myndina omanfyri tók Maud Olsen í Perluni, eftir at hon hevði boðið okkum blóðpylsu av Trøllanesi, har hon býr.
Undir yvirskriftini Economusée Føroyar - føroyskt handverk og list vísti Maud, sum er slektað av Eiði, okkum eisini, hvussu hon klipti eina vomb.
Spennandi tiltakið við føroyskum handverki og list av útoyggj í Miðbýarperluni í Havn heldur fram sunnudagin. Tað er sum at koma í annan heim og tað mitt í býnum, har alt er á gosi, tí tað er Black Friday, stóra brúkarafestin ein mánað fyri jólaaftan. Men bókadagar eru eisini og eg havi lovað mær sjálvum on this buy nothing day ikki at keypa nakað annað enn, ja, kvalitetsbjór, craftbeer.
Vit eru í Mikkeller í gomlu Dandastovu heima í Havn, har Gullhornið og Gongin vóru fyrr. Jóanes Nielsen hevur lagt botnin henda svarta handilsfríggjadag við yrkingini Tosa ikki um sálina á blaðsíðu 42. Vit gera eftir áheitanini í yrkingini og skriva á baksíðuna á ølkvittanini. Í Bjórkovanum í Sirkus halda vit fram og lesa Illlittir morgnar á blaðsíðu 67.
So ganga vit niðan Tróndargøtu, har Hans sigur frá um býarplanlegging í eini tíð, tá hetta sama mótaorð býarplanlegging og býarrúm ikki vóru til, tí alt tænti sínum sjálvsagda og staðsetta endamáli. Vit ganga inn í kommunuskúlagarðin, sum nú er lagdur opin undir navninum Finsen, og ganga út í samnevndu gøtuna, har hol er sett á gamla skúlamúrin.
Fyrilesturin hjá Hans um býarrúm í nýggju Havnini gerst nú so ítøkiligur, at vit mugu venda aftur til framhaldssøguna í fimta flokki um Chingachgook, Uncas og skallaveiðumenn á amerisku heiðini.
Tí er tað, at skallaveiðumenn úr fyrndini hava lært havnarmenn í nútíðini at seta blómukassar á gonguteigar.
Hinumegin er søguligi brunnur Mimirs. Onkur okkara hevur ikki verið inni her fyrr. Kveiktir av óframkomuligu amerisku heiðini hjá Uncas og teimum, lata vit Borghild skeinkja okkum upp í nevið av Southern Comfort, meðan ræsta kjøtið snurrar í heita ovninum uppi hjá Jógvani.
So hava vit bart okkum niðan á Dalavegin og sita heitir og fjálgir inni hjá Jógvani og Onnu Mariu við klassiskum Restorff málningum á vegginum. Men klassiskt kemur eisini úr kjallaraklaverinum hjá dóttrini, Sofíu Jakubinu. Fantastiskt spæl.
So hevur Jógvan, ið er frágerða kokkur, borðreitt við røstum kjøti úr Gásadali og sjáldsama vælsmakkandi reyðrótum afturvið. Kaliforniska zinfandel vínið úr California er keypt eftir ráðum frá teimum í Rúsuni. Tað er hugfarsligt, sum føroyska tænastuvinnan hevur tikið seg fram á øllum økjum.
So er spurnarkapping, har mandulgávan er nýkomna yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen Gudahøvd. Hans vinnur við fleiri bátslongdum. Hann hevur ættfedrar í Skopun og velur tí at lesa Innast inni standa vit altíð á eini lending og bíða. Niðri í býnum bíða intensu 200 og síðan harmoniski Ronnie. Tað er gott at hava enn meir av tí góða í heintu eitt fríggjakvøld við vinum mitt í Havn. Alt av náði. Og eg takki