Skip to main content

The Square er seinasti filmur í ár


Nú er bara ein filmur eftir á ársskránni hjá Filmsfelagnum. Tað er svenski filmurin ”The Square”, sum Ruben Östlund (f. 1974) fekk gullvirðislønina fyri í Cannes í summar. Hetta er ein provokerandi filmur um list og hvør ger av, hvat er list. Filmurin, sum hevur elvt til nógv kjak, verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 29. november kl 20, tá Solveig Hanusardóttir Olsen fer at innleiða sýningina. Solveig er savnsumsjónarfólk á Listasavninum.


Satira um Stalin í nýggja árinum

Í nýggja árinum bjóðar Filmsfelagið til feska satiru longu 3. januar. Tað er bretski filmurin ”The Death of Stalin”, sum skotski leikstjórin Armando Iannucci hevur gjørt við kendum leikarum sum Steve Buscemi og Michael Palin frá Monty Python. Iannucci, sum er føddur í Glasgow í 1963, hevur fyrr gjørt Oscartilnevnda filmin "In the Loop" (2010).


Besti filmur úr Russlandi

17. januar í 2018 fer Filmsfelagið at vísa nýggjasti filmin hjá kendasta russiska leikstjóranum beint nú, Andrey Zvyagintsev (f. 1964). Enska heitið er ”Loveless”, í Noregi er heitið ”Savnet” og russiska heitið er ”Нелюбовь” og ”Nelyubov”. Filmurin hevur vunnið fleiri týðandi virðislønir, m.a. dómsnevndarvirðislønina í Cannes í summar, og er kosin besti filmur á London Film Festival og á samsvarandi filmstevnuni í Munchen.

Filmsfelagið hevur fyrr sýnt Oscartilnevnda filmin ”Leviathan” (Zvyagintsev 2014), tá ljósið fór í biografinum og úti um alt landið. Kanska hin mest minnisverda sýning í søgu felagsins.


Feministiska Lady Macbeth

Longu innan januar er úti, hevur Filmsfelagið eftir ætlan sýnt tríggjar filmar. Triðji filmurin í januar er bretski ”Lady Macbeth”, sum William Oldroyd hevur leikstjórnað, uttan at lesa Shakespeare. Hon, Lady Macbeth, verður sýnd mikudagin 31. januar kl 20.

- Hugsa tær, at Alfred Hitchcock gjørdi film úr "Wuthering Heights".

Soleiðis skrivar og hugleiðir ummælarin hjá IndieWire, og sipar til henda nýggja filmin “Lady Macbeth”, sum byggir á bókina hjá russiska Nikolai Leskov (1831-1895), sum kom í 1865 og fekk enska heitið "Lady Macbeth of Mtsensk District".

Sýningar í Filmsfelagnum eru annan hvønn mikudag, eru almennar og krevja ikki limaskap.

Væl møtt!