"The Square" er gullvinnarin í Cannes í ár og seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól. Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu, og savnsumsjónarfólk á Listasavninum, fer at innleiða sýningina við "The Square" í Filmsfelagnum mikukvøldið 29. november kl 20.
Leikstjóri er svenski Ruben Östlund (f.1974), ið gjørdi "Force Majeure" (2014), sum Filmsfelagið eisini vísti við góðari undirtøku í Havnar Bio. Í báðum førum hevur Katja Adomeit verið medvirkandi framleiðari. Hon hevur sama leiklut í filmunum "Dreymar við havið" (2017) hjá Sakaris Stórá og "Team Hurricane" (2017) hjá Anniku Berg, sum er ættað av Tvøroyri. Katja sæst longst til vinstru á myndini niðanfyri saman við Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu og Jón Hammer.
Atgognumerkjasølan til "The Square" er byrjað á netinum og við skivuna í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýnir nýggjan listaliga áhugaverdan film annan hvønn mikudag. Væl møtt til seinastu sýning í Filmsfelagnum fyri jól!