Skip to main content

Posts

9 stuttfilmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina

Í tíðindaskrivi frá Norðurlandahúsinum verður í dag upplýst, at 9 føroyskir stuttfilmar eru í uppskoti at fáa Geytavirðislønina, sum BankNordik letur, og Áskoðaravirðislønina, sum Tórshavnar kommuna letur. Geytatiltakið verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 24. februar. Tá verða nýggjastu føroysku stuttfilmarnir sýndir, og Geytavirðislønin, sum er 30 000 kr., og Áskoðaravirðislønin, sum er 25 000 kr., verða handaðar. Hetta er sætta ferðin at Geytin og Áskoðaravirðislønin verða lætnar. Helst er Geytatiltakið best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd. Í tíðindaskrivinum frá Norðurlandahúsinum verður sagt, at á Geytakvøldinmum fara vit at møta hesum: Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumanninum Balduri og moralska nihilistinum Teiti, eini kvinnu og einum manni, sum verða rivin við í stemningi

Frálíkt fyrsta lystakast

So var fyrsti partur av lyst sendur í sjónvarpinum. Ein mentanarsending hvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku, har Finnur Koba er vertur og klippari, Hallur Thomsen filmar og Petra E. Mikkelsen ger grafikkin. Trý fólk, sum lystiliga dekka listina í eitt korter ella so, í kvøld sekstan minuttir. Fantastiskt. Men fyrsta, ið slær meg, er hvussu nógvir blankir deyðir flatar eru í øllum skrivstovum í allari verðini. Tað er mín ræðsla, tá eg skal taka eina mynd á eini skrivstovu, skúlastovu ella bókasavni. Øll rúm eru frá skaparans, tað er arkitektsins, hond so kalliga fløt, at eg sjálvur fari beinanvegin at leita eftir urtapottum og øðrum kitsj at fjala stranga arkitekturin, ið eisini gongur undir navnini Scandinavian design. Men tá Hallur zoomar inn á Koba, og vit bara síggja vinnulívið í Norðragøtu aftanfyri, tá síggi eg tað, sum er uppaftur ljótari. Tað er sum at sigla inn á Klaksvík og Tvøroyri. Tað ber ikki til at siga, at bygningarnir venda reyv, tí tað er ein organiskur likam

Fimtan perlur úr Norðurlondum

Bretski netmiðilin Screen Daily skrivar í dag um fimtan norðurlendskar filmar, ið eiga at freista allar festivalstjórar í 2018: 15 Nordic films to tempt festival directors in 2018 Leiðandi myndin í dagsins grein er av Matt Dillon, ið hevur høvusðleiklutin sum Jack í horrorfilminum hjá Lars von Trier The House that Jack built. Zentropa, har Peter Aalbæk Jensen er komin aftur til arbeiðis, upplýsir, at í filminum eru vit í USA í 1970'unum. Í tólv ár fylgja vit hópdrápsmanninum Jack, sum stig fyri stig skapar eitt listarverk fyri og annað eftir, í hvussu er eftir hansara egnu morbidu hugsan og sjónarmiði: "We experience the story from Jack's point of view, while he postulates each murder is an artwork in itself. As the inevitable police intervention is drawing nearer, he is taking greater and greater risks in his attempt to create the ultimate artwork. Along the way we experience Jack's descriptions of his personal condition, problems and thoughts through

Trier er fjórði filmsleikstjóri at fáa Sonningvirðislønina

Danski Lars von Trier (f.1956) er fjórði filmsleikstjóri at fáa Sonningvirðislønina. Hon er ein millión danskar krónur og verður latin fyri týðandi mentanaravrik í Evropa. Hinir tríggir evropeisku filmsleikstjórarnir eru eysturríkski Michael Haneke (f.1942), sum fekk virðislønina í 2014, pólski Krzysztof Kieślowski (1941-1996), sum var 53 ára gamal, tá hann fekk hana í 1994, og svenski Ingmar Bergman (1918-2007), ið fekk Sonningvirðislønina í 1989. Hetta eru alt aldrandi menn og í ár eru hundrað ár liðin, síðan Bergman varð borin í heim. Tí fer onkur av hansara klassisku filmum at verða vístir í biografinum í ár. Føroyski rithøvundurin William Henesen (1900-1991) fekk Sonningvirðislønina í 1985. Forkvinnan í Akademiráðnum, Milena Bonifacini, sigur um Lars von Trier, at "som filmskaber har han formået at give forskellige genrer sin helt egen fortolkning. I den forstand er han en grænsesøgende og grænseoverskridende kunstner, der placerer sig selvsikkert og selvbevidst et

Dreymar við havið til Göteborg

Eftir Tromsø í Noregi, sum eftir atgongumerkjasølu er hin størsta filmstevnan har í landinum, fer Sakaris Stórá við filminum Dreymar við havið á hina allarstørstu norðurlendsku filmsstevnuna. Tað er Göteborg Film Festival, har føroyski filmurin er við í skránni Nordic Lights. Svenska filmsstevnan byrjaði varisliga í 1979. Í dag verða umleið 450 filmar úr 80 ymisum londum sýndir í 10 dagar um mánaðarskiftið januar-februar. Hvørt ár vitja fleiri enn 160.000 filmshugaði fólk á stevnuni, sum tí er av týdningarmestu filmssølumarknaðum á okkara leiðum, siga framleiðararnir. Høvuðsvinningurin, sum er ein millión svenskar krónur, er harumfrmat størsta filmsvirðisløn í heiminum. Dreymar við havið var á trimum filmsstevnum í 2017, eftir at hava gingið fyri fullum húsum í Havnar Bio, har Filmsfelagi skipaði fyri frumsýning 6. september. Framleiðararnir fegnast um góðu móttøkuna, filmurin hevur fingið bæði í Føroyum og uttanlands, og tey gleða seg til enn fleiri sýningar í 2018.

Frá ellisheimi til spælipláss

Í gjár varð ein filmur úr Føroyum lagdur á YouTube við heitinum Dreamwalkers . Upphavsmaður er hin 28 ára gamli Chris Eyre-Walker, sum er úr Belgia, men býr í Avstralia. Saman við fýra niðurlendingum var hann í Føroyum í fjør, at ganga á línu, highlining . Tey tosa um the hostel , tá tey í kavanum leggja á oynna í bili. Sum frálíður svinnur kavin, og tey ferðast ymsa staðni í landinum og møta onkrum fólki eisini. Chris, sigur, at hetta er fyrsti  adventure filmur hann hevur gjørt. Í oktober vísti hann filmin í Banff í Kanada, har ein fjallafilmsfestivalur er hvørt ár ta ársins tíð. Júst hetta sermerkta uppáfinnsemið, so sum ein fjallafilmsfestivalur í Banff, er gull vert fyri einar framtíðar Føroyar. Men ávegis til einar betri fungerandi Ferðavinnuføroyar kunnu vit eisini verða nøgd við ein fjallafilm sum Dreamwalkers,  ið varar knappan hálvan tíma og liggur opin at síggja á netinum. Lætta atkomuligheitin ber eisini boð um ein kommersiellan heim, har alt er til sølu, bara

Fake News er ársins orð

Millum fajitas og fakement finni eg fake news í nýggjastu útgávuni av stóru ensku orðabókini hjá Collins, Collins English Dictionary . Tað er ársins orð, siga tey, og greiða soleiðis frá nýggja navnorðinum: Grundgevið verður soleiðis fyri, hví hetta er ársins orð í enska heiminum í undanfarna ári: It has been derided by the leader of the free world and accused of influencing elections, but ‘fake news’ is today legitimate news as it is named Collins’ Word of the Year 2017. The word saw an unprecedented usage increase 365% since 2016. As defined by Collins, ‘fake news’ means “false, often sensational, information disseminated under the guise of news reporting”...The associate of ‘fake’ with ‘news’ started out in the field of comedy, as exemplified by shows such as Jon Stewart’s The Daily Show and Chris Morris’s The Day Today, but around 2005 the term began to be applied to false news stories that were circulated with malicious intent rather than as satire. During the 2016 US

Vinnur Loveless?

Um Filmsfelagið var ein veddingarfyritøka, so hevði felagið satsa allar pengar uppá russiska filmin Loveless hjá fremsta leikstjóranum har í landinum, Andrey Zvyagintsev. Russisku heitini eru Нелюбовь og Nelyubov. Í øðrum lagi hevði Filmsfelagið satsað uppá svenska filmin The Square og í triða lagið uppá suðurafrikanska filmin The Wound . Tá Oscarhandanin verður seint sunnukvøldið 4. mars í ár, hava allir tríggir filmarnir verið vístir her heima. The Wound á Faroe Islands Minority Film Festival í Perluni í Havn í september í fjør, The Square í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 29. november í fjør og Loveless á sama stað hin 17. januar í ár. Omanfyri og niðanfyri eru fimm plakatir fyri sama film, Loveless úr Russlandi. Filmurin er í uppskoti at vinna Golden Globe Award sunnudagin 7. januar og er enn millum teir níggju, sum eru í uppskoti at verða besti útlendski filmur á 90. Oscar-hátíðarhaldinum, ið verður sunnukvøldið 4. mars, ein hálvan tíma fyrr enn í fjør. Týs

Gott nýggjár!

Gott nýggjár! Í Tórsbyrgi hevur øll árini, síðan fólk fluttu inn her í 1976, verið vanligt at hava nýggjárshald. Í dag varð byrjað við barnatiltaki klokkan fimm í brekkuni frá hitamiðstøðini í elsta eigarafelagnum niðan móti Lágargarði, sum lat upp í 1987. Klikk á myndina omanfyri og hon verður eitt krubbuspæl. Við trygdarútgerð fokusera børnini í Tórsbyrgi saman við mammum og pápum á, hvussu alt skjótbært fæst at bresta best hetta gamlaárskvøld í Tórsbyrgi. Og omanfyri øllum er bálmeistarn, Jón, sum í hesi løtu hevur set seg inn í gomlu smáttuna í brekkuni beint undir Lágargarði. Fyrr um dagin er gjørt klárt til kyndlagonguna hjá teim vaksnu, sum byrjar klokkan ellivu um kvøldið. Her sæst, at millum jólahurðanna standa kyndlar. Kanska forða teir fyri at nýggjar dyr verða opnaðar. Hvør veit. So byrjar kyndlagongan hjá teim vaksnu, nú klokkan er farin av midnáttarellivu. Nú er at ansa eftir leidningum og takskeggi, so kyndlarnir ikki festa í. Eyðdis un

Kjøt úr Oynnabóli er best

Fyrra fríggjadag millum jólanna, 29. desember, vóru vit í Nólsoy, har Ivan og Guðrun savnaðu familjuna og borðreiddu við føroyskum mati. Besti bitin, ið saktans kundi staðið ovastur á sjarkuttarí-listanum hjá The Tarv, var klárur at taka upp í lógvan á køksborðinum í Nýggjagørðum. Í dry aged smakki ikki ólíkt búnaðum galisiskum kjøti. Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið. - Eingin hevur nakrantíð átt Oynnaból, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður