Skip to main content

9 stuttfilmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina


Í tíðindaskrivi frá Norðurlandahúsinum verður í dag upplýst, at 9 føroyskir stuttfilmar eru í uppskoti at fáa Geytavirðislønina, sum BankNordik letur, og Áskoðaravirðislønina, sum Tórshavnar kommuna letur.

Geytatiltakið verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 24. februar. Tá verða nýggjastu føroysku stuttfilmarnir sýndir, og Geytavirðislønin, sum er 30 000 kr., og Áskoðaravirðislønin, sum er 25 000 kr., verða handaðar.

Hetta er sætta ferðin at Geytin og Áskoðaravirðislønin verða lætnar. Helst er Geytatiltakið best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Í tíðindaskrivinum frá Norðurlandahúsinum verður sagt, at á Geytakvøldinmum fara vit at møta hesum:

Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumanninum Balduri og moralska nihilistinum Teiti, eini kvinnu og einum manni, sum verða rivin við í stemninginum, tá kvinnan roynir nýggjar skógvar, Poul Kristiani Henriksen á einum útróðrartúri, Hamferð, Haraldi og Fríðu, Manninum við blæuni, einum hobbyastronomi, svørtum hundum og ein ein trøllvaksnum manni, ið býr heima hjá mammuni.

Geytakvøldið eru hesir 9 filmar við í kappingini:

Myndamálarin. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal.
111 góðir dagar. Leikstjóri: Trygvi Danielsen.
Skóhorn(y). Leikstjóri: Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal.
Fisherman. Leikstjóri: Franklin Henriksen
Frosthvarv. Leikstjóri: Franklin Henriksen
Maðurin við Blæuni. Leikstjóri: Maria Tórgarð
Collision Course. Leikstjóri: Rói Davidsen
Sorte Hunde. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
Wünder Pitsa. Leikstjóri: Hanus Johannessen

Í Geytadómsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í  Grótinum, Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin, sum í ár er Hlynur Pálmason, leikstjóri, ið hevur gjørt filmin Vinter brødre.


Eftir Geytatiltakið við føroyskum stuttfilmum, skipar Norðurlandahúsið fyri filmfestivalinum TÓFF í døgunum 25. februar til 3. mars. Tá verða norðurlendskir og japanskir filmar sýndir.

Geytavirðislønin er við loyvi frá familjuni nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985. Geytin, sum hann varð nevndur, ferðaðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var. Ditlev Jensen, fotografur í Odense, hevur tikið myndina av honum, sum sæst niðanfyri. Sonurin Bjørki eigur myndina. Kona hansara, Astrid, hevur sniðgivið standmyndina, og sonur teirra, David, hevur gjørt standmyndina av abbanum lidna.