Skip to main content

Posts

Tá indignasjónin manglar og eingin politikari hevur áhuga

Tvey heimleys húski, ella í minsta lagi partstíðarheimleys, okkara millum beint nú. Tað var uppleggið, byrjanin og karmurin um Kringvarpssendingina Hóskandi heim søkist í fjøruti minuttir í sjónvarpinum í kvøld. Takkað verið Kringvarpinum er tað ein sannroynd, at Filmsføroyar standa sterkar at filma sosiala rangsíðu akkurát so, sum hon er, rangsíðan. Sterkasta drívmegi í tílíkum heimildum, sum vit til dømis hava sæð í spælifilmi hjá Sakaris Stórá, er sosiala indignasjónin, sum bæði kann draga á tað karga og á tað poetiska. Sosiala indignasjónin er ein drívmegi, sum vil broyting, og tí áhaldandi gongur á politisku skipanina. Ein fongur fyri heimildarfilm. Men her var hvørki drívmegi ella hoyrilig politisk skipan. Vit byrja í fullum dagsljósi millum raðhús við likkum í bakljóði. So hoyra vit upp í saman um ein komandi 1. desember, tá eina húskið skal út. At so langt er fráliðið, órógvar meg. Eg vil hava styttri framleiðslutíð, ella at órógvandi tíðarfaktorar verða kliptir úr sø

Skal eg hava sleggju við, næstu ferð eg vitji eina katólska kirkju?

Í kjalarvørrinum av tveimum drúgvum heimildarfilmum um eina industriella poppstjørnu, sum almannarásirnar DR og NRK hava víst púra ókeypis inn í hvørja føroyska stovu, og í norska førinum við einum reklamuskilti í endanum fyri einum hjálparfelagsskapi, eru krøvini til miðlabrúkaran vorðin so hvøss, at nú má visuelli førleikin flyta inn í skúlarnar ájavnt við gamla maktbókstavin. Bókstavamentanin er um at hokna undir visualiseringum, sum í mínum eygum - og oyrum - eru kortsluttandi egosentriskar. Sosialu miðlarnir blíva so ágangandi, og mentanarliga frísetingin hjá týska Thomas Ziehe, sum vit, ið eru eldri, nógv eldri, vuksu upp við, er blivin eitt haft um beinini, tí øll fríseting er flutt inn á sosialu miðlarnar, sum umframt at vera ein miðsavnað pengamaskina, ið mergsýgur alt lokalt, er eitt bergljóð, eitt afturljóð, eitt ekkókamar, har vit bara hoyra og kunngera egnar meiningar, ja og so partvís meiningarnar hjá viðhaldsfólkum, treytað av at vit kenna tær frammanundan, meiningarn

Hygg, hvussu væl vit duga

- So væl duga vit, at gera animatiónsfilm, sigi eg við Árna Øregaard, sum er margmiðlasmiðjur í Námi. Føroyskt allan vegin ígjøgnum! Árni hevur havt ábyrgdina av at savna - og í onkrum føri at gera - allar teir sangir, sum eru í  Barnasangbók Føroya ,  so teir kunnu síggjast á YouTube við teksti og øllum. Árni hevur fingið teknaran, Allan Korsager Davidsen, at gera henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilmin til sangin Fimm smáar apur , sum er hin nýggjasti á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya. - Serliga nógvar sýningar hava verið eftir at hesin nýggi filmur varð lagdur út, sigur Árni. Animatiónsfilmurin tekur støði í eini tekning hjá Allan, sum hann gjørdi til Barnasangbók Føroya , ið Rigmor Dam, landstýriskvinna, tók stig til. Eydna Skaale ritstjórnaði, Bókadeild Føroya Lærafelags gjørdi alt klárt og Mentamálaráðið gav bókina út í november í fjør, tá Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum. Allan eigur fleiri tekningar í barnasangbókini. Hann gr

Botnur ella fjørður

Fólkaræði byrjar heima, fer út í túnið, bygdina, samfelagið - og kanska inn á ting. Fyri at halda skil á, hava vit onkuntíð hildið at umboðandi fólkaræði, representativt demokrati , er loysnin, tí øll hava ikki stundir og førleikar til alt alla tíðina. At vit í hesum ljósi hava valt fólk á ting, sum enn ikki hava tikið stig til at fáa Føroyakortið heim, er spell, men vit hava fakfólk til uppgávuna. Teirra millum telist Eivind Weyhe. Hann sigur m.a. soleiðis í nýggjastu Dimmu: "J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt “Kongshavn eller Skaalefjord”, sigur hann at “Det inderste af Samme kaldes Skaalabotnur.” Í 1853 skrivar Hammershaimb staðarnøvn upp í Eysturoynni, og hann nevnir bygdina “í Skálabotni”. Hetta er tí tað grundarlag sum geodetarnir hava havt at byggja á tá ið teir gera tey fyrstu máliborðsbløðini uml. 1900, og tí hevur bygdin verið nevnd Skálabotnur á máliborðsbløðunum líka síðan...S

Heimsmálini á filmi

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST. Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST. Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir. Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini. Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin. Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í seinasta lagi 11. november, og í viku 48 finnur ein dómsnevnd vinnaran. Umframt at verða sýndur á stórskíggja í Námi og á undirvísingarportalinum Snar, verður vinnandi filmurin eisini sýndur í Kringvarpinum.

Grindadráp doesn't fit this picture

Soleiðis havi eg aldri sæð grindadráp avmyndað fyrr. Hugtakandi dronumyndina úr Syðrugøtu eigur pólski ferðamaðurin Jakub Witek. Eftir at hava súkklað runt Ísland og fyri fyrst ferð í lívinum gjørt ein film um pólendingar har, hevur Witek vitjað fýra ferðir í Føroyum og roynt seg við heimildarfilminum  Faroe Way The Art of Survival in the Faroe Islands . Vakrar myndir við góðum frásøgufólkum og heilt nógvum práti. Serliga takksamur er Witek fyri at hitta pólsku kvinnurnar Ewelina Joensen og Kinga Eysturland í Klaksvík og Klaudia Borowiec í Syðrugøtu gjøgnum Facebookbólkin Polonia Farerska .  Men tað varð grindadrápið, ið gjørdist sambindingarliðurin okkara millum, tí grannin, Hans Jákup Hermansen, hevði hitt pólska ferðamannin, og varð sloppin at siga frá um grind og grindadráp, søguliga og í dagsins samfelag. Júst hetta evnið goymir Witek til síðst í heimildarfilminum, og sigur beint fram: "You're a very smart and advanced country and grindadrap doesn't fit this pictur

8 milliónir til film um ríkisfelagsskapin

Ulla Hæstrup, ið sum barn búði í Suðuroy, har hon eisini gekk í skúla, fer nú at hava skeið um heimildarfilm í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Síðan ársbyrjan í 2015 hevur hon verið filmsráðgevi í Danska Filmstovninum. - Filmshúsið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á heimildarfilm í 2019. Tað gera vit við eini røð av skeiðum og verkstovum um hugskotsmenning og arbeiði frá hugskoti fram móti lidnum filmi, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, í tíðindaskrivi í dag. Pláss er fyri 12 luttakarum á fyrsta skeiðnum, sum verur 30. og 31. mars í Filmshúsinum. Ikki minni áhugavert fyri føroyska filmsumhvørvið er hetta ískoytið í tíðindaskrivinum: "samstundis við, at vit halda hetta skeiðið, er stuðulsvegleiðing ávegis, har DFI (Det Danske Filminstitut) kann lata menningar- og framleiðslustuðul til films- og sjónvarpsframleiðslur við temanum ”ríkisfelagsskapurin”. 8 milliónir krónur eru í puljuni, sum umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja u

Fleiri og fleiri ganga í biograf

Fleiri og fleiri fólk ganga í biograf. Tað er sjón - ella tal - fyri søgn. Tá Filmsfelagið byrjaði nýggja samstarvið við Havnar Bio var ársmiðaltalið fyri hvørja sýning 98,1 seld atgongumerki. Síðan hava miðaltølini fyri árið í Filmsfelagnum svinga millum 77 og 98 seld atgongumerki fyri hvørja sýning. Filmarnir hava verið millum 28 og 32 ymiskir hvørt árið í Havnar Bio. Men í ár ber av. Higartil hevur miðaltalið fyri hvørja sýning í Filmsfelagnum verið heilt uppi á 147,2. Vit fegnast. Kom í biograf og síggj film í felag. Tað er tað, sum Filmsfelagið stendur fyri. Filmar í felag. Og so kanst tú møta fólkum sum hesum fryntliga manni, sum sæst omanfyri, eitt heilt vanligt mikukvøld mitt í Havn