Skip to main content

Hygg, hvussu væl vit duga


- So væl duga vit, at gera animatiónsfilm, sigi eg við Árna Øregaard, sum er margmiðlasmiðjur í Námi. Føroyskt allan vegin ígjøgnum!

Árni hevur havt ábyrgdina av at savna - og í onkrum føri at gera - allar teir sangir, sum eru í Barnasangbók Føroyaso teir kunnu síggjast á YouTube við teksti og øllum.

Árni hevur fingið teknaran, Allan Korsager Davidsen, at gera henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilmin til sangin Fimm smáar apur, sum er hin nýggjasti á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya.

- Serliga nógvar sýningar hava verið eftir at hesin nýggi filmur varð lagdur út, sigur Árni.

Animatiónsfilmurin tekur støði í eini tekning hjá Allan, sum hann gjørdi til Barnasangbók Føroya, ið Rigmor Dam, landstýriskvinna, tók stig til. Eydna Skaale ritstjórnaði, Bókadeild Føroya Lærafelags gjørdi alt klárt og Mentamálaráðið gav bókina út í november í fjør, tá Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum.

Allan eigur fleiri tekningar í barnasangbókini. Hann greiðir frá, at nýggi animatiónsfilmurin byggir á eina av tekningunum, at alt er gjørt í Photoshop, og síðani lagað til og sett saman við Adobe After Effects og Premiere Pro.

Guðrun Sólja Jacobsen syngur Fimm smáar apur, upptøkan er gjørd í hølunum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72, og fylgispælið hava Rúni Eysturlíð, sum spælir el-gittar, og Árni Øregaard, ið spælir klaver og kontrabass, og hevur fyriskipað filmsgerðina og allan spælilistan á YouTube.

- Savnið í Kringvarpinum hevur verið týdningarmikið, tá sangirnir skuldu savnast, sigur Árni. - Onnur, sum hava havt stóran týdning eru Jensina Olsen, Bubu, Tatanka, Trølla Pætur, Rufus, bara fyri at nevna nøkur, sigur Árni um sangúrvalið, sum eisini eru fingið frá dagstovnum.

Umframt at savna, hevur Árni filmað, spælt og sungið fleiri sangir við stuttligum klippiteknikki. Teirra millum eru Lítli mín, hví grætur tú og Ein stutt ein long.

325 haldarar eru, og útvið 250.000 hava sæð føroysku barnasangirnar.