Skip to main content

Posts

Ute Wieland vitjar Føroyar

- Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grøna grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein bergtikin Ute Wieland og nevnir bleyta ljósið og skýggini undir bláa himmalinum. - Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verði við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her. Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framleiðsluleiðari, tá hon ger film, koyrt við bili í oyggjunum. - Fyrst í Tjørnuvík, har vit hittu spennandi fólk, sum høvdu opnað eina kafé við góðari fiskasúpan, og í dag vóru vit í Klaksvík og á Viðareiði. Vit eru bæði hugtikin av arkitekturinum og landslagnum, sum fella so væl saman, serliga tey svørtu húsini upp móti øllum litunum á hinum húsunum. - Hiðani er míni foreldur, sigur Ut

At gista umborð á Havborg

Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað. Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni. Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fyri mansins binding til havið og ta úrtøku, sum ein heil bygd hevur fingið og enn roynir at knógvast við. Alt tað, sum er úr havinum og knýtt er at tí. Havinum. Bleiv so mikið forvitin um hesi bæði stýrihúsini, at eg fór at spyrja meg fyri, hvat hetta var. Møtti Katrin Margretu Næs, sum er úr Havn, og manninum, Palla Simonsen, sum er higani úr Hvannasundi, har tey búgv

Stigabilur fyri vindeygað

Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi. Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann ger

"Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur

Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir , sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so. Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fy

Summarið komið

Hóast grátt og sjey stig í luftini, er summarið komið. Ýtið er hvørt ár Norrøna, sum er komin til Havnar við somikið av húsvognum ávegis til Íslands, at nú er fyrstu ferð fult á kampingplássinum yviri við Strond. Tá er summarið byrjað. Við í mátinum er eisini at summarferiulistar eru komnir upp at hanga á arbeiðsplássum, og fóbóltsdystir móti Spania og Noregi gera tað neyðugt at seta skelti upp úti á Reyni í Havn, har tað síðani Katrin Ottarsdóttir gjørdi filmin Atlantic Rhapsody í 1989 hevur verið ein trupulleiki, at forvitin ferðafólk gløa inn í søguligu sprossavindeyguni, sum var tað eitt frílandsmuseum við statistum innanfyri. Nú krevja tey, sum til dagligt búgva úti á Reyni, respekt. Tekin um at summarið er byrjað er afturvendandi Mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni. Skráin er blivin so stór og fjøltáttað, at ikki er hugsingur um at fáa alt við. Tí hugdi eg í drúgvu skránna at finn eitt tiltak á eini adressu, sum eg ikki havi sæð áður. Tiltakið fann eg út

Síðsta skot í Havnartunlinum

Samstundis sum Bárður Jákupsson, listamaður, setur mentanarnáttina í Havn, fer Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, at lata síðsta skot av í Havnartunlinum, sum er teknaður á Føroyakortið omanfyri. Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja. Skotið verður latið av kl átjan 5.274 metrar inn í tunlinum, Hvítanesmegin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, siga borifólkini. - Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, verður sagt á heimasíðuni hjá Samferðsluráðnum, nú ein nýggj sambinding er gjørd til Havnar, og hin næsta er fyri hondum. Skráin fyri hátíðarhaldið, nú sprongt verður ígjøgnum til Havnar í dag, er henda: Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin. Heðin Mortensen, samferðslumálará

Einkisverdar stuldursmyndir

Tað er nú óluksáligt, at myndir ikki verða virðismettar av nøkrum miðili í landinum. Í dag hevur Mentanargrunnur Landsins kunngjørt, at trý listafólk fáa løn - listafólkaløn - í trý ár. Tað skal verða teimum serstakliga væl unt, Carl Jóhan, Ragnhild og Jens. Fínasta slag. Men tað løgna er, at í kjalarvørrinum á tíðindaskrivinum frá Grunninum, sum í hesum føri hámetur myndlist, bókmentir og tónleik, brúkar Portalurin myndina omanfyri og eina afturat, sum báðar eru stolnar av mín bloggi, og in.fo hevur stolið myndina niðanfyri, sum eisini er av mínum bloggi. Tað er ógvuliga javnan, at miðlarnir stjala myndir á henda hátt. Einaferð svaraði blaðstjórin á Dimmu aftur, at vóru ikki størri trupuleikar at brokka seg um, enn at upplýsa hvør átti eina hissini mynd, so var heilt væl statt á blaðnum. Eg meini tað. Samstundis siga somu miðlar fotografar úr starvi, tí øll onnur kunnu taka eina mynd, til dømis við eini flatari fartelefon, sum er so lítið verd, at tú setur teg á hana, tí hon er í r