Tað er nú óluksáligt, at myndir ikki verða virðismettar av nøkrum miðili í landinum. Í dag hevur Mentanargrunnur Landsins kunngjørt, at trý listafólk fáa løn - listafólkaløn - í trý ár. Tað skal verða teimum serstakliga væl unt, Carl Jóhan, Ragnhild og Jens. Fínasta slag. Men tað løgna er, at í kjalarvørrinum á tíðindaskrivinum frá Grunninum, sum í hesum føri hámetur myndlist, bókmentir og tónleik, brúkar Portalurin myndina omanfyri og eina afturat, sum báðar eru stolnar av mín bloggi, og in.fo hevur stolið myndina niðanfyri, sum eisini er av mínum bloggi. Tað er ógvuliga javnan, at miðlarnir stjala myndir á henda hátt. Einaferð svaraði blaðstjórin á Dimmu aftur, at vóru ikki størri trupuleikar at brokka seg um, enn at upplýsa hvør átti eina hissini mynd, so var heilt væl statt á blaðnum. Eg meini tað. Samstundis siga somu miðlar fotografar úr starvi, tí øll onnur kunnu taka eina mynd, til dømis við eini flatari fartelefon, sum er so lítið verd, at tú setur teg á hana, tí hon er í reyvalummanum. Hetta taki eg mær forbannað nær. Tí skal eg verða medvirkandi orsøk til at fakfotografar verða sagdir úr starvi, tí øll onnur taka myndir fyri einki - millum annað eg sjálvur - so er einki annað at gera, enn at fara í myndaverkfall. Í stundini. So kann teksturin standa, tjae um ikki einsamallur, so í hvusu er uttan ta mynd, sum eg tók fyri meg sjálvan og aldri havi latið øðrum, tí eg selji ikki myndir. Tað gera onnur. Millum annað pressufotografar, sum eru útbúnir til endamálið og royna at liva av tí. Brúkið teir. Ikki stjala amatørmyndir, sum eg og onnur taka av egnum áhuga, kjeru miðlar. Vit taka ikki amatørmyndir fyri at spara tykkum fyri samsýningar og lønarútreiðslur til yrkisfotografar. Annars til lukku við listafólkaløn í trý ár - Carl Jóhan, Ragnhild og Jens!