Skip to main content

At gista umborð á Havborg


Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað.


Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni.


Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fyri mansins binding til havið og ta úrtøku, sum ein heil bygd hevur fingið og enn roynir at knógvast við. Alt tað, sum er úr havinum og knýtt er at tí. Havinum.


Bleiv so mikið forvitin um hesi bæði stýrihúsini, at eg fór at spyrja meg fyri, hvat hetta var.

Møtti Katrin Margretu Næs, sum er úr Havn, og manninum, Palla Simonsen, sum er higani úr Hvannasundi, har tey búgva beint omanfyri gomlu atløgubryggjuna.

Jú, tað er dótturin, Hallgerð Akurstein, sum hevur funnið uppá, sigur pápin, og leggur afturat, at hon eisini útinnir tað, sum hon setir sær fyri.

Eg spyrji hana, um hon sjálv hevur funnið uppá hetta við at gista í einum stýrihúsi millum hav og land?

Ja, hugskotið er mítt egna, sigur Hallgerð. Tað er gamalt, men nýliga setti eg í meg, at nú skuldi tað vera, áðrenn onkur annar fór við hugskotinum. So vit fóru at hyggja at stýrihúsum. Tá ið tað so bar til at fáa stýrihúsið á Sundenni, sum jú er bygdur av ungum monnum í bygdini í 1972, haldi teir kontraktaðu hann í 1969, so fekk eg blóð upp á tonna. Tí søgan um Sundenni er jú søgan um ungar íverksetar, sum valdu at byggja ein stóran útróðrarbát í Føroyum. Babba var 22 ár og hinir vóru yngri, sigur Hallgerð.


- Vit fingu so eisini Havborg, sum nógvir menn í bygdini hava trolað á landleiðini við, so fóru vit í gongd við tað fyrst. Vit hava skrætt alt innan úr stýrihúsunum og bjálvað og plátað og málað, og síðan innrættað tað í maritimum stíli. Og í dag stendur tað liðugt. Stýrihúsið á Havborg.

Eg síggi at ein sera vælnøgdur gestur úr Baton Rouge í Louisiana hevur gist her. Lovorðini troyta ikki.


Hugskotið er, at talan er um eitt sterstakt soviupplivilsi, sigur Hallgerð.

Tú kennir kanska til tree houses. Altso stýrhúsið hevur bara eitt kamar, so har er ikki nógv pláss, og man skal ganga tjúgu metrar niðan til eitt vesi við brúsu og eitt lítið rúm við einum lítlum køki. So tað er ikki júst luxus, men hinvegin er upplivingin heilt unik. Gestirnir siga, at har er fantastiska friðfult og friðaligt at sova.


- Nú ynskja vit at fara í gongd við Sundenni næst, og ynskja okkum eisini eitt hús afturat.

Vit eru byrjað at leiga gjøgnum airbnb, tí har er eitt forum til serligar yvirnáttingar, men annars hugsa vit enn um marknaðarføringspartin.

Tá ið vit gera alt sjálvi, so má tað vera stig fyri stig, sigur Hallgerð.


Meðan Havnin ikki sær annað ein rísastór cruiseskip og ilskast inn á túsundir av ferðafólki, sum órógva og fylla havsbrúnna, eru tað sanniliga einstaklingar á bygd, sum skapa tað unikka og autentiska.

Tá fremmanda hópferðavinnan skjótt man fara at halda uppat, verða tað hesir staðbundnu íverksetarar úti um landið, ið sita eftir við tí haldgóða, ið hevur virði, tí tey seta varandi menniskjansligu upplivingina, og ikki hastiga mammon undir hentleikaflaggi, í sentrum.


Tað eru einstaklingar úti um landið, sum greitt greiða gøtuna og bjóða forvitnum ferðandi at sova í puppum í neystum, eta í konverteraðum sláturhúsum og nú eisini at gista í søguligum stýrihúsi í Hvannasundi.

Tað er einstaklingurin, ið skapar varandi virði, sum hin vitjandi varnast. Soleiðis er tað.