Skip to main content

"Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur


Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so.


Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fyrst og fremst Aslaug Víká Petersen, gevur savnaða søguliga tilfarinum og nýgjørdu samrøðunum eitt fjølbroytni og ein varandi autentisitet. Systrarnar hava duga serliga væl at finna heimildarpersónar og fáa tær at siga livandi frá, uttan nakrantíð at gerast staðfestandi keðiligar hjá mannfólki at hyggja at. Hetta kundi jú verið hagtøl og einki annað, men filmurin er so langt frá tí, sum slepst, hóast lyklatøl verða nevnd. Mátin at siga frá, ja samlaða narrativið, er á sjáldsama høgum støði. Einu ørstuttu løtuna siga barnakonur poetiskt frá um at eiga tað, sum var og tó ikki varð. Eftir lítlari løtu skilja vit, at talan er um deyðføtt barn. So fer filmurin víðari. Út um landið, inn á sjúkrahús og heim til fólk, har tær siga frá, sum eg aldri havi hoyrt í almenna rúminum áður. Afturvið eru sjáldsama góðar smalfilmsupptøkur, sum geva søguni rúm og luft. Og so er ungir menn, ið standa konuni hjá, hjálpa til, og filma tað mesta, so eygleiðingin stendur greið og klár og verður alment viðkomandi, ja kann henda eitt statement frá einum starvsbólki, sum sambært miðlunum er raktur av hørðum ósemjum og millimeturnalvapilkaríi. Men hetta mál kemur ikki upp at blása í filminum. Hann er lukkutíð nógv alvorligari enn so. Hann er um at eygleiða tað lív, sum verður til, tá konan er komin á tíð, geva tí tað rúm, sum partarnir semjast um, heima ella á sjúkrahúsi, so sum útlitini eru, uttan at taka nøkur óráð fyri. - Ja, vil okkurt svakt eiga úti, so kunnu vit ikki forða henni, sigur eina ljósmóðurin, sum annan vegin peikar á fulkomna frælsið hjá barnakonuni at eiga so, sum hon vil, og hinvegin vísir á, hvussu langt er til sjúkrahúsið, tað er hálvur annar tími haðani hon er, skuldi nakað hent. At síggja hetta fulkomna frælsið yvir egnum kroppi, er hugtakandi. Og ímeðan verður alt filmað. Vit síggja tvær føðingar, fullkomið cinéma vérité brett um alt løriftið, og so er barnið sett í verðina. Øll tøknin, klipping, tónleikur, millumtekningar, colorgrading og ljóð, eru sjáldsama væl frágingnir partar í filmisku føðiketuni. Eisini nýggju samrøðuuptøkurnar eru framúr væl komponeraðar í stovum hjá heimildarpersónunum, har myndir og málningar á vegginum, ein nútímans villur Gunleif Grube og eitt broderað norskt skriftstað um frelsu, eru hugtakandi smálutir, sum uttan hóvasták seta løtuna í senu. Aslag Víká Petersen, ið eg fati sum høvuðsheimild, ið gevur filminum brodd, er sett framman fyri einum klassiskum teak skenki í stovuni, har várligir litir, sum eru grønir og gulir, skapa upptøkuna og geva henni organiskt rúm at siga frá, gleðast, ilskast og undrast, og í einu løtuni puffa og kasta uppá nakka. Ein óbetalilig sena, júst henda.

Filmurin Verkir, sum varir 70 minuttir, verður sýndur í Løkshøll í annaðkvøld, hóskvøldið 13. juni, klokkan 20.

Til lukku við filminum Verkir, Karina og Theresa!