Skip to main content

Posts

Millum filmar

Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod , sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum. Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum. Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevn

Heystkvøld í Havn

Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár. Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áarstovu ovast. Tað er sjón fyri søgn. Tað er fult hús, og ikki bara móðurmálið, men eisini fremmand mál, kanska heilt úr fjareysturi, hoyrast frá borðunum í ymsu hæddunum. Barba Svabo Hansen greiðir frá um serstøku heystskránna í kvøld. Matstovuleiðarin, John Mikkelsen, sum júst hevur verið í Bordeaux og vitjað vínvinir hjá matstovuni, skeinkir nýtt ófiltrerað heystbryggj frá Før

Avbjóðingar í sambandi við skúlabygging

Undir felags yvirskriftini Nemandi umhvørvi á Altjóða Arkitekturardegnum leygardagin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, at greiða frá um leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Frágreiðingin hjá Jenny er partur av trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 14 og eru um skúlar. Formaðurin í Arkitektafelagnum, Svend Sivertsen, sum er á teknistovuni FuglArk, fer at hugleiða undir yvirskriftini Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Síðan fer Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast at greiða frá um Tórshavnar Musikkskúla. Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, The International Union of Architects, sum í 1985 skipaði fyri fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan verið afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturardagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn og er fyriskipaður av Arkitektafelag Føroya. Í Perluni kunnu arkitekturáhugaði gleða seg til fyrilestrar og e

Ungdómsútvarp er framtíðin

Meir enn eina fjórðings milliard til ungdómsútvarp í fýra ár. Tað er upphæddin, sum talgilda danska útvarpsstøðin Loud fekk í gjár. Støðin er ikki til enn, so eingin kennir til hennara stamina og leveringsdygtigheit , men hon hevur í kapping við tvær aðrar støðir fingið risastóru játtanina til at byrja um eitt hálvt ár. Afturfyri skal útvarpsstøðin 24/7 sløkkja í næstu viku og gevast eftir átta árum við nýskapandi útvarpi har í landinum. Landinum, haðani vit fáa øll tíðindi, landinum, sum er hundrað ferðir størri enn vit, og sum vit tí spegla okkum í, landið sum uppá gott og ilt er prentað á okkara nakka og pannu, bara vit opna ein miðil. Tað er til gerandis okkara avbjóðing. Her heima sæst ein feril av hesum átaki aftur í sendingini Pressan , sum Kringvarpið á egnum frekvensi hevur útveitt, so onnur fólk, enn tey, sum eru har í húsinum, sleppa at gera tilfarið. Útveiting av public service fyri almennar pengar, skattapengar, sum tú og eg rinda her í landinum, uttan at tei

Setið prís uppá nissurnar

Myndasnildi starvsfelagin, Árni , tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský. Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin. Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ferð í tey ellivu ár, hon hevði virkað sum fotografur, at foreldur høvdu biðið hana um ikki at retusjera eina mynd, har teirra barn var á. Hetta við at retusjera myndir er blivið eitt stórt evni á lørifti og skermi, eftir at Netflix við talgildari de-aging tøkni hevur fíggjað nýggja mafiafilmin hjá Scorsese The Irishman , sum London Film Festival júst hevur víst fyri fyrstu ferð í

Eg deili tí eri eg - um sosialar miðlar í skúlahøpi

Gestabloggur um sosialar miðlar í skúlahøpi, sum Bodil Jacobsen og Selma Larsen skriva: Gomul samskiftistøkni er gjøgnum tíðina skift út við nýggjari og smartari tøkni, sum eisini hevur við sær aðrar samskiftishættir. Internetið er á tremur við alskyns samskiftistænastum, sum loyva okkum at samskifta á ein virknari hátt gjøgnum snildfon, teldlar og teldur. Hetta hevur við sær, at okkara samfelag er vorðið alt meir talgilt, sum hevur sína ávirkan á gerandisdagin hjá bæði ungum og eldri. Hesi viðurskifti góvu íblástur til okkara B.Ed.ritgerð á Námsvísindadeildini um sosialar miðlar í skúlahøpi. Vit settu okkum fyri at kanna, hvussu ung samskifta á sosialu miðlunum í dag, og hvør leiklutur skúlans er á hesum øki. Í skrivitilgongdini komu vit fram á hugtøkini sjóhvítusyndromið, tvíhøvdaða uppvøksturin, talgilda samleikan, og víðagitna orðataki hjá René Descartes: ”Eg hugsi, tí eri eg” til eina meiri nútímans útgávu, sum passar til sosialu miðlarnar:  ”Eg deili, tí eri eg.” Snjó

Hvar er markið?

Hesa samansettu og lítið hugaligu mynd av Gretu Thunberg sum Hitler, fekk eg frá einum føroyskum Facebookvini, sum helt hana vera ógvuliga stuttliga. Tað helt eg ikki. Eg sendi straks samansettu myndina til Facebooktoymið, sum í einum serligum kliva tekur dagar í millum í tílíkum málum. Men gakk. Tey halda at hetta við memes er í fínasta lagi. Tað haldi eg ikki. Men so vita vit tað. Hate speech kann burturforklárast sum memes. Tá ert tú in og tjekkaður á netinum. Men tað haldi eg stadigvekk ikki, hvussu nógvan trafikk memes skapa á Facebook.

Okkara ábyrgd fyri nýggjum londum

Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði. Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinskur statur við Jerúsalem sum høvuðsstaði. Og hvør veit, kanska fer grøna Írland at gloypa bretska Norðurírlandi, kanska fer Skotland at verða nýggjur limur í ES, og vit fara at sita eftir so nakkalong her norðuri sum einasta distrikt í verðini, ið brúkar danskan valuta. Nógv vissari enn at Baskaralandið nakrantíð verður eitt land, tykist í løtuni vera at Katalonia ætlar at taka seg úr

Morgunjól

So eru jól. Tað siga morgunhillarnar í Mylnuni henda savnsfagnardag, heystfagnardag, altjóða blindadag og fyrsta dag, har loyvt er at koyra við píkum. Tað er bara hetta síðsta, at kunna koyra við píkum, sum bendir á, at summartíðin endar um tíggju dagar. Uttanfyri er sól og háur himin, Reynið andar og bátar eru í fjørðinum. Men 68 handilsdagar eru til jólaaftan. Hvørt ár haldi eg, at stytri og stytri er millum at stakkalastásið á jólahillunum minnir meg á tað, men kanska er tað ikki annað enn minnismissur, so hvørt árini verða fleiri og fleiri.