Skip to main content

Morgunjól


So eru jól. Tað siga morgunhillarnar í Mylnuni henda savnsfagnardag, heystfagnardag, altjóða blindadag og fyrsta dag, har loyvt er at koyra við píkum. Tað er bara hetta síðsta, at kunna koyra við píkum, sum bendir á, at summartíðin endar um tíggju dagar. Uttanfyri er sól og háur himin, Reynið andar og bátar eru í fjørðinum.


Men 68 handilsdagar eru til jólaaftan. Hvørt ár haldi eg, at stytri og stytri er millum at stakkalastásið á jólahillunum minnir meg á tað, men kanska er tað ikki annað enn minnismissur, so hvørt árini verða fleiri og fleiri.