Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár.
Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áarstovu ovast. Tað er sjón fyri søgn.
Tað er fult hús, og ikki bara móðurmálið, men eisini fremmand mál, kanska heilt úr fjareysturi, hoyrast frá borðunum í ymsu hæddunum. Barba Svabo Hansen greiðir frá um serstøku heystskránna í kvøld.
Matstovuleiðarin, John Mikkelsen, sum júst hevur verið í Bordeaux og vitjað vínvinir hjá matstovuni, skeinkir nýtt ófiltrerað heystbryggj frá Føroya Bjór við byggi úr Kollafirði. - Ein yvirgeraður IPA-ølir, sum Johan úr Havn sigur, kanska sum eitt aftursvar til at klaksvíkingar siga hon um kendasta streingjaljóðførið. Karamell er í maltinum, og greiðar kryddábendingar eru til taran frá Agnes Mols Mortensen og, umframt byggið, eisini ein farri av nøtum og jólaligum mandlum. Savnandi angin úr glasinum er framúr. - Hoyggjhúsbjór av besta slag við smakknotum av slambur, sigur Jóan Pauli Joensen, ið skrivar nýggja bók um føroyska húsið, sum Sprotin fer at geva út, tá alt er sankað og lagt í løðu.
Eftir livandi vælkomudrykkin er fyrsti av seks heystrættum hjá kokkinum Sveini Patursson Sjórák og Trøllaskinka, sum er Múlaosturin hjá Johan, ið er frá Arla og turkaður í fremsta KÍ-býnum, Klaksvík, og skinkan, ið upprunaliga er frá Danish Crown, men eisini er turkað har norðuri. Afturvið eru snerkt byggkorn, sum saman við ófiltreraðu Klaksvíksølini við Kollfjarðarbyggi geva ein raffineraðan smásmakk, sum kundi verið doyptur Kollafjarðarkalypso.
Jóan Pauli sigur frá um heystið og slaktið, og alt tað, ið skarst av, eisini hvítanýru av veðri. Komi í tankar um frálíku myndabókina hjá Olavi Schneider Heystsuita frá 2006, tá matskráin hjá Sveini sigur Lambssuita, sum er súlta av lambi, flísaskorin reyðrót og raspað hvítanýru omaná. Afturvið er ein framúr Mikkeler bjór av belgiskum slag við smakki av sitrus og pipar.
So kemur størsta avbjóðingin, sum er fíntmalin lambslivur, livramousse, livur, sum er hjómað, og løgd undir snerkt rugbreyð afturvið reyðberi, sum eisini er hjómað, malið til mousse, sum iltar og konsentrerar smakkin, og tað í so stóran mun, at eg klípi og eti ikki upp. Men so gevur John eini góð ráð, sum avdúka fakliga kunnleikan at para ein ávísan drykk til krevjandi mat. - Royn fyrst svalliga franska Riesling vínið frá Beyer í Alsace, royn so aftur og legg allar tríggjar partarnar í máltíðini saman, og skola so góman við andalusiskum Amontillado sjerri, sigur John. Ein krevjandi men framúr uppliving av smakki, lukti og strukturi eitt heystkvøld í Havn.
Nú fara vit at súkla til Suðurfraklands, sigur John, sipar til fronsku súklukappingina Tour de France og tosið fellir á Jørgen Leth, sum tað vit vita, ikki hevur verið í Føroyum enn. Umframt frásøgumaður er hann framúr filmsleikstjóri, serliga við heimildarfilminum 66 scener fra Amerika (1982), har hann filmar Andy Warhol sum etur ein hamburgara við ketsjupp á svaðasvørði. Men við Áarstovuborðið er karmurin Rhône dalurin og málið er Ventouxfjallið, sigur John. Berjaangin, sum slær upp í næsarnar, er eins góður og myrktmettaði liturin í djúpu gløsunum. Stóra fløskan gevur betri ilting, sigur John. Vínummælarin Robert Parker gevur 90 stig og sigur í The Wine Advocate: "Delas has done a good job with their Ventoux over the years, and the 2017 Ventoux is perhaps their best yet. It offers hints of concrete dust or crushed stone layered over subtle cherry aromas. The unoaked 80-20 blend of Grenache and Syrah is medium-bodied, with a velvety feel and dried spices and Bing cherries on the silky finish."
Tosið fer gjøgnum gastronomisku skránna, sum einaferð var taraseyður úr Orknoyum við bjóri haðani. Hóast samanberingarnar avgjørt vóru føroyska lambskjøtinum til fyrimunar, var áhugavert at smakka orkadiska lambskjøtið, sum tarin hevði litað myrkt og givið ein annan tekstur, enn vit eru von við. Og alt samalt tí at oyrkningar vildu sleppa av við seyðin, sum beit alt av. Men hann yvrlivdi og bleiv mest sum svartur í kjøtinum, nakað sum svartfuglur, men mildur, ógvuliga mildur í smakkinum. Næsta gastronomiska átak er ostakvøld í Fútastovu fríggjadagin 8. november, tá John Gynther frá Arla verður við.
Nú kemur Svein inn á borðið við reyðu Le Creuset grýtuni. Í henni er høvuðsrætturin, sum er kjøt av lambstjógvi kryddað við dild og ongum minni enn rækjum. Tað havi eg ikki roynt áður, men tað riggar væl. Afturvið er gularót av Sandi og eplamorl við persillu. Má venda aftur til rækjurnar, sum geva reyðu heystgrýtuni ein heilt serligan karakter og smakk afturvið franska reyðvíninum.
Eftir høvuðsmáltíðina eru stundir at ganga upp trappurnar og vitja felagar, sum eisini eru partar av gastronomisku matskránni, skifta orð um samansetingina í kvøld og næstu skránna og ætlanina við altjóða osti og passandi víni í grannahúsunum heima í Havn. Lagið er gott og maturin sjunkar so passandi.
Niðurafturkomin er rabarbudessertin frá Maud á Trøllanesi komin á borðið. Afturvið er sjerri frá spanska Bodegas Ximinez Spinola við teim hugtakandi etikettunum og bókstavunum, sum í grafiskari útsjónd eru list í sjálvum sær. Sponsk bókstavalist, antin tað er sjerri afturvið rabarbunum, ella úrvals brandy afturvið ræstkjøtasjokulátuni, sum við kaffi er sætti og seinasti rættur í Áarstovu hetta hugfarsliga heystkvøld.
So er at spáka heim í ivaveðrinum, nú hann øtlar, einamest tí at summartíðin er um at renna út, men eisini tí at høvuðsstaðurin kennur seg at verða fyri sjáldsomum avbjóðingum norðanifrá. Avbjóðingum, sum verða avgreiddar seinrapartin leygardag í Gundadali, har javnleikur er nóg mikið hjá norðara liðnum. Tað hevur regnað meðan vit hava sitið til háborðs hjá John og teimum í Áarstovu, men enn er kvøldsýnið gott yvir høvuðsstaðin. Manga takk og takk fyri skiftið, sum norðmenn siga, og sipa til selskapið og samskiftið.