Skip to main content

Eg deili tí eri eg - um sosialar miðlar í skúlahøpi


Gestabloggur um sosialar miðlar í skúlahøpi, sum Bodil Jacobsen og Selma Larsen skriva:

Gomul samskiftistøkni er gjøgnum tíðina skift út við nýggjari og smartari tøkni, sum eisini hevur við sær aðrar samskiftishættir. Internetið er á tremur við alskyns samskiftistænastum, sum loyva okkum at samskifta á ein virknari hátt gjøgnum snildfon, teldlar og teldur. Hetta hevur við sær, at okkara samfelag er vorðið alt meir talgilt, sum hevur sína ávirkan á gerandisdagin hjá bæði ungum og eldri.

Hesi viðurskifti góvu íblástur til okkara B.Ed.ritgerð á Námsvísindadeildini um sosialar miðlar í skúlahøpi. Vit settu okkum fyri at kanna, hvussu ung samskifta á sosialu miðlunum í dag, og hvør leiklutur skúlans er á hesum øki.

Í skrivitilgongdini komu vit fram á hugtøkini sjóhvítusyndromið, tvíhøvdaða uppvøksturin, talgilda samleikan, og víðagitna orðataki hjá René Descartes: ”Eg hugsi, tí eri eg” til eina meiri nútímans útgávu, sum passar til sosialu miðlarnar: ”Eg deili, tí eri eg.”

Snjóhvítusymdromið

Ung í dag bera seg sjálvi saman við øll onnur í teirra sosiala netverki, og her kunnu tey skapa sær sín egna ”gandakenda spegil”, har tey kunnu máta, hvussu vøkur ella væl umtókt tey eru. Hvørja ferð tey deila eina mynd, ein tekst ella eitt filmsbrot, telja tey hvussu nógv “likes” og viðmerkingar tey fáa. Jú fleiri, tess betur. Tá tey fáa “likes” og viðmerkingar, fáa tey viðurkenning, og júst hetta elska brúkarar á sosialu miðlunum. Hetta fyribrigdið verður kallað ”Snjóhvítusyndromið”. Groft sagt kann ein siga, at tess fleiri afturmeldingar tú fært, tess betri umtóktur ert tú. Fáa tey ungu ikki viðmerkingar ella “likes” til eina nýggja vangamynd, tey hava lagt út, kenna tey tað, sum at teirra ”status” í netverkinum viknar.

Tvíhøvdaði uppvøksturin

Ung í dag hava ”tvey” høvd, eitt á teirra kroppi og eitt á teirra vangamynd á sosialu miðlunum. Bæði høvd skulu røkjast, tí, sær eina høvdið ikki gott út, so fær tað avleiðingar fyri, hvussu fólk uppføra seg mótvegis hinum høvdinum. Mátin tey uppføra seg á sosialu miðlunum, hevur týdning fyri, hvussu hini bera seg at móti teimum í veruliga heiminum og umvent. Fyri ung í dag hongur veruligi heimurin og talgildi heimurin saman.

Talgildi samleikin

Okkara samleiki verður myndaður í samvirkan millum fólk og okkara ímynd um og av, hvat onnur hugsa um okkum. ”Hini” verða eitt slag av kikara, sum vit síggja okkum sjálvi ígjøgnum. Tí hvussu ”profilera” vit okkum sjálvi á sosialu miðlunum? Vit velja sjálvandi okkara bestu myndir og okkara bestu upplivingar, sum vit skriva í okkara dagføring á vangamyndina. Gott nokk eru vit okkum sjálv í ein ávísan mun, men hjá nógvum er talan um eina eitt sindur penari síðu av okkum sjálvum. Jan Tønnesvang, professari innan sálarfrøði á Århus Universiteti, sigur soleiðis um okkara samleika:
“Identitet handler ikke kun om, hvat man aktuelt oplever sig som, men også om, hvad eller hvem man gerne vil være”. Tey ungu kunnu, á sosialu miðlunum, skapa sær sín samleika, soleiðis sum tey fegin vilja hava hann at vera, og soleiðis sum tey ynskja at onnur skulu síggja seg.

Eg deili, tí eri eg

Sosialu miðlarnir er fullkomni pallurin at samla viðurkenning frá sínum netverki. Og viðurkenningin hon kemur, tá tú deilir ymiskar upplivingar í tínum netverki. At “deila” er vorðin ein eins stórur og týdningarmikil partur fyri ung, sum tað at “uppliva”. Spurningurin melur konstant í høvdinum á teimum ungu: Er tað nakað, sum eg kann deila? Tey skanna heimin ígjøgnum eitt filtur, sum kallast sosialir miðlar og leita eftir ymiskum, sum er vert at deila við sítt netverk á sosialu miðlunum. Hetta rákið hevur givið sosiologinum Sherry Turkle íblástur til at umskriva orðatakið hjá René Descartes´: ”Eg hugsi, tí eri eg” til eina meiri nútímans útgávu, sum passar til sosialu miðlarnar: ”Eg deili, tí eri eg”. 

Hesi hugtøkini góvu okkum eina klára ímynd av, hvussu stóran part av lívinum sosialir miðlar fylla hjá ungum í dag, og at veruligi heimurin og talgildi heimurin hjá ungum, hongur treytaleyst saman.

Talgildisbúgving

Tá næmingarnir eru ein so stóran part av degnum í skúlanum, fylgja sosialu miðlarnir av sær sjálvum við inn um skúlans gátt. Her er hugtakið talgildisbúgving sera viðkomandi, og at skúlin viðgerð hetta evnið í undirvísingini um, hvussu næmingarnir bera seg rætt at í talgilda heiminum. At næmingarnir megna at verja seg sjálvan, seta spurning við, hvat tey velja at deila um seg sjálvan, og at fyrihalda seg kritiskt til vitan á netinum. 

Bodil Jacobsen og Selma Larsen