Í morgin og ovurmorgin verður føroyski heimildarfilmurin Verkir sýndur á árligu filmstevnuni í L ü beck. Týska heitið er Wehen . Onnur týsk heiti, sum knýta seg til Føroya, hóast leikur fer fram í Kabul, er Das Waisenhaus , sum er týska heitið á spælifilminum The Orphanage , sum Jón Hammer, longst til høgru á myndini niðanfyri, hevur verið við til at gera. Leikstjóri er Shahrbanoo Sadat úr Afganistan og fotografur er Virginie Surdej, sum í fleiri førum hevur filmað fyri Sakaris Stóra, sum eisini sæst á myndini niðanfyri, ið er tikin í L ü beck í 2017, tá hann sýndi Dreymar við havið . Katja Adomait, sum í báðum førum er høvuðsframleiðari, sæst longst til vinstru. Gásadalsfilmurin, sum hevur svenska heitið Fågelfångarens son , verður sýndur fýra ferðir meðan norðurlendska filmstevnan er í Hansabýnum L ü beck í ár . Tað verður undir týska heitinum Der Sohn des Vogelfängers. Við yvirskriftini " Verkir er sjáldsama væleydnaður filmur" skrivaði eg soleiðis á