Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi, og saknast okkurt, ja so kann tað skjótt skaffast frá veitarum, sum til dømis Camera Film í Danmark og Mer Film í Noregi. Filmur, sum fyrr var bundin av óteljandi avmarkingum, so sum ovurhonds dýrum flutningi til útjaðaralandið Føroyar, er nú vorðin mobilur, kann flytast um landamørk og takast niður eftir lítlari løtu, bara loyvini og sambondini eru í lagi. So eru vit har, mitt í filminum. Og so er at taka støðu til, hvat ein góður filmur er, og hvat, ið ger en film góðan. Mítt krav til hesar filmar, eg her havi valt úr rúgvuni í ár, er fyrst og fremst at teir eru nýggir, at teir hava ver