Tað er nú alment at vit duga ov illa føroyskt. Tað sigur PISA kanningin. Men hóast nógv átøk verða nevnd í nýggjastu PISA-frágreiðingini, at bøta um vánaligu støðuna í móðurmálinum, so halda vit - tað eru almennu Føroyar - fram, sum um einki var hent.
Vit manna og kvinna týdningarmestu størv við persónum, sum ikki duga tað, sum tey í Føroyum kalla teirra móðurmál.
Í dag er tað ein danskt-talandi persónur, sum bæði í skrift og talu, við ein eins danskt-talandi føroyskan journalist í Kringvarpinum, tosar danskt um ein skottilburð í føroyska Miðvági. Verri og meira lívshóttandi verður tað ikki. Og tá er samskiftisførleikin danskur.
Minni lívshóttandi hevur prátið verið um lekar á okkara einasta føroyska listasavni. Hetta samskiftið hevur eisini verið á donskum, tí leiðarin er, eins og leiðarin undan henni, danskt-talandi.
Nýggjur rektari er eisini settur á altjóða Fróðskaparsetrinum. Í allari neyðini kunnu vit siga, at hann er so ikki danskt-talandi, men enskt-talandi. Men tað flytir so ikki samskiftið nærri móðurmálinum, sum vit fakliga duga so illa, heilt niður í níggjunda flokk og alt tað, sum er undan tí floksstøðinum.
At Almannaverkið hevur ein norskt-talandi leiðari fati eg bara sum eitt krydd omaná útlendska samskiftinum og tað hevd, sum úr erva leggur lunnar undir ein økismiss, og steðgar fyri eini natúrligari menning til gerandis at læra seg fakheiti um kriminalitet, myndlist, gransking og almannamál á okkara egna móðurmáli.
Hugsa tær um løgmaður, bispur og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vóru danskt-talandi, bara fyri at skjóta seg undir eina vanliga whataboutismu?
Ella at komandi stjórin á Glasir heldur ikki verður føroyskt-talandi?
Eg fari fult og heilt at taka undir við PISA-frágreiðingini um, at vit mugu styrkja støðuna hjá móðurmálinum, og í størri mun handfara móðurmálið í praktiskum arbeiði hvønn dag.
Tað nýttar ikki, at almenn ráð, nevndir og myndugleikar støðugt gera tilmæli um, at tað ikki er neyðugt at duga móðurmálið, tá tú skal verða leiðari, midlari og øvrigheitspersónur í Føroyum. Nú mugu vit styrkja føroyskt og sleppa burtur úr hesum økismissi, sum almennar setanarnevndir hava lokkað okkum út í.
Skermspøl og filmar uttan føroyskan tekst og talu gera ikki ringu støðuna hjá móðurmálinum betri.
Á blaðsíðu 71 í PISA-frágreiðingini verður sagt, at “enskt trokar seg inn á føroyskt, tí tíðin, næmingarnir brúka til føroyskt, verður alsamt minni. Sostatt verður føroyskt fyri økismissi.”
Á næstu síður verður hildið fram við hesum orðum: “Um føroyskt er fyri álvarsomum økismissi, sum mangt bendir á, fáa næmingarnir ilt við at skilja, meta um, greina og hugleiða um evni av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi á føroyskum.”
Tey, ið hava skrivað PISA-frágreiðingini taka soleiðis saman um við víkjandi lesing: